mikudagur 21. november 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hendan greinin snýr seg ikki
um hvørt hesir listar hava
uppiborið teirra nývunna
absolutta meiriluta, tí tað
hava teir, tí soleiðis er val
lógin. Men hvat er tað nú
lógin í grundini sigur?
“§ 19. Stk. 2. Fyrst skal
verða avgjørt, hvussu nógv
valevni skulu verða vald fyri
hvønn valevnislista. Saml
aða atkvøðutalið fyri hvønn
valevnislista verður at býta
við 1, 2 3 o.s.fr., til hvørt at
kvøðutalið er býtt við tali
eins stórum og talið á sessum,
sum avvarðandi valevnislisti
kann hugsast at fáa í mesta
lagi. Hægsta býtingartalið,
sum soleiðis kemur fram,
gevur tí lista, sum fær tað í
sín lut, rætt til lim nr. 1, næst
hægsta býtingartalið gevur
tí lista, sum fær tað í sín lut,
rætt til lim nr. 2, og so fram
vegis, til talið á limum, ið
valdir skulu verða, er býtt
millum teir ymisku valevnis
listarnar. Standa býtingar
tølini á jøvnum, skal luta
kast fara fram; lutakastið
verður tikið av formanni val
nevndarinnar, meðan tey, ið
hjástødd eru, síggja.”
Hvussu fungerar
d’Hondt?
Um vit hyggja eftir atkvøðu
tølunum, so fáast hesir brøk
arnir við at dividera samlaða
talið við fyrst 1,2,3 o.s.fr. Sum
sæst eigur Javnaðarflokkurin
fyrsta brøkin (4599/1), meðan
Tjóðveldi eigur næsta brøkin
(2506/1). Síðani eigur Javn
aðarflokkurin aftur triðja
brøkin (4599/2=2300) o.s.fr.
Javnaðarflokkurin er har
afturat so heppin at eiga
tólvta og trettinda brøkin
(4599/6=767 og 4599/7=657). 14.
brøkin eigur Framsókn (649/1)
og 15. brøkin eigur Tjóðveldi
(2506/4=627).
Sostatt
var
Framsókn einans 8 atkvøður
aftanfyri sjeyndvalda hjá
Javnaðarflokkinum
(657-
649).
Sí talvu 1
Hetta er eitt sera gott dømi
um, at d’Hondt-uppgerðar
hátturin favoriserar stórar
listar í mun til smáar listar.
Hvussu kundi tað
annars verið?
Um vit høvdu eitt procentvíst
býti at býráðslimunum (hátt
urin við størsta brøki), so
hevði býráðið sæð nakað
øðrvísi út. Javnaðarflokkurin
hevði við mist sín sjeynda
býráðslim til Framsókn, og
Javnaðarflokkurin hevði so
statt ikki havt einsamallan
meiriluta í býráðnum.
Sí talvu 2
Sama hevði gjørt seg gald
andi
m.a.
í
Fuglafjarðar
kommunu, har listi B hevði
fingið ein býráðslim afturat
og listi D ein færri.
Sum sagt er valið farið
fram eftir kommunuvallógini,
so har er einki at koma eftir.
Men kanska átti vallógin
at verið broytt til komandi
kommunuval, soleiðis at vit
fáa eitt rættvísari býti av
býráðslimum? Í 2010 varð
løgtingsvallógin broytt frá
d’Hondt til fylgjandi skipan:
“§ 32. Uppgjørt verður, hvussu
nógvar atkvøður, hvør góð
kendur listi hevur fingið til
samans. Samlaða atkvøðu
talið hjá øllum listum, sum
hava fingið í minsta lagi 1/33
part av atkvøðunum, verður
býtt við tingmannatalinum
(33). Við hesum tali verða at
kvøðutølini hjá flokkunum
býtt, og við hesum roknihátti
verður funnið, hvussu nógv
umboð hvør flokkur hevur
rætt til at fáa í mun til at
kvøðutalið. Geva teir við býti
framkomnu býtingarpartar
tilsamans, tá ið brøkarnir
verða tveittir burtur, ikki 33
tingumboð, verða teir størstu
brøkirnir hækkaðir, til hetta
tal er rokkið (hátturin við
størsta brøki). Standa atkvøð
ur á jøvnum, ger lutakast av.”
Hví ikki eisini broyta komm
unuvallógina?
Sí talvu 3
Kjak
Er Kommunuvalskipanin nøktandi?
Sámal Matras Kristiansen
samfelagsfrøðingur, 14. nov. 12
Í Tórshavnar kommunu fekk Javnaðarflokkurin 41,3% av atkvøðunum til kommunuvalið, men
hetta gav heili 53,8% av býráðslimunum. Orsøkin liggur í sonevnda d’Hondt-uppgerðarháttinum,
ið gevur størri flokkum betri sømdir enn smáum. Hesin vansin gjørdist í ár serliga týðiligur í
Tórshavnar kommunu, men eisini aðrastaðni, t.d. í Fuglafjarðar kommunu hendi tað sama.
Listi
Atkvøðutal
1
2
3
4
5
6
7
8
A
1756
1756
878
585
439
351
293
251
220
B
1130
1130
565
377
283
226
188
161
141
C
4599
4599
2300
1533
1150
920
767
657
575
D
208
208
104
69
52
42
35
30
26
E
2506
2506
1253
835
627
501
418
358
313
F
649
649
325
216
162
130
108
93
81
H
287
287
144
96
72
57
48
41
36
Listi
Atkvøðutal
Procentbýti
Limir
sb.
D'Hondt‐
háttinum
Limir
sb.
Háttinum
við
størsta
brøki
A
1756
15,8%
2
2
2,05
B
1130
10,1%
1
1
1,32
C
4599
41,3%
7
6
5,37
D
208
1,9%
0
0
0,24
E
2506
22,5%
3
3
2,93
F
649
5,8%
0
1
0,76
H
287
2,6%
0
0
0,34
11135
100,0%
13
13
Talva 1
Talva 2
Talva 3