Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Vit hava hitt ta 92 ára gomlu Fíu Davidsen, ættað úr Kvívík, sum hevur havt eitt áhugavert og spennandi lív Foreldur míni vóru Zacharias og Andrea Müller. Pápi var skipari. Hann var millum annað við Suður­ oyarskipum og við Irex hjá Absalon á Skála. Mamma var úr Sandavági. Vit vóru sjey systkin, men ein beiggi druknaði á Leynalógv, 11 ára gam­ al. Langabbi var Christian Ludvig Müller, sum var ein rættur ævin­ týrari. Hann var í danska herinum í 1848 í bardaga við týskarar. Aftaná fór hann til Australia at grava eftir gulli. Heim aftur komin búsettist hann í Kvívík og fekk sær handil. Müller­fólkið í Kvívík er ættað frá hon­um. Hann var beiggi H.C. Müll­ e­r, kendur sýslumaður í Havn. At tæna í Saksun og hjá DD Eg tænti í tvey ár á Kvíggjarhamri í Saksun, tá ið eg var ung. Har var ógvuliga gott at vera. Tey vóru stak fitt fólk. Óla Jákup fór at læra meg enskt. Eg var nokk so nom at læra, so tað var skjótt, at eg kom á lagi. Hetta kom væl við, tá ið bretarnir komu undir krígnum, at eg kundi tosa við teir. Eg tænti eisini í Sørvági hjá kenda læraranum Daniel Danielsen, kendur sum DD. Har var eg í trý ár. Hann var systk­inabarn ommu mína. DD var ógvuliga fittur heima við hús. Men hann var roknaður fyri at vera ein strangur lærari. Lívsstarvið gjørdist í Mykinesi Eg giftist við Benadikt Davidsen, og vit fluttu í 1944 til Mykinesar at taka við einum 20 gyllin ognarfesti. Benadikt átti eina pápasystir Julianna, sum var gift við Jørgen Jørgensen. Tey høvdu bert átt eina dóttir, men hon var deyð. Fleiri vóru til fánýtis biðin um at yvirtaka jørðina, men so bóðu tey okk­um. Eg var so ung tá og kendi einki til nakað í Mykinesi, so tað var nokk so hart. Hetta var sum at fara til eitt annað land. Húsini hjá okkum vóru ein long lon 24x9 alin. Tá var Mykines nógv størri bygd enn nú, har mundu búgva eina 100 fólk. Tá ið Julianna gekk í skúla vóru 30 skúlabørn. Hon var fødd í 1945. Zacharias er trý ár yngri. Jørðin lá ikki saman. Hetta gjørdi tað eisini meira stríggið. Eis­ ini høvdu vit nakað av jørð í hond­ um fyri ognarar í Sørvági og eisini fyri Sofus Sivertsen. Vit plagdu at fletta 50 lomb. Megin­parturin av kjøtinum varð selt av oynni. Øll avroðini komu til sættis. Blóðið plagdi eg at koyra uppí fløskur. So var blóðpylsa gjørd. Blóðpylsan varð hongd upp í hjallin í einum neti. Hon varð ofta illa hýggjuskotin, tá ið hon varð tikin niður aftur. Men hon varð væl vaskað, og tá bilaði ikki. Vit tóku alt upp av slaktinum, vit vaskaðu eisini vilini. Tey vóru greipað saman og saltað í kaggar og útflutt til Danmarkar, har tey vóru nýtt til pylsuframleiðslu. Vit høvdu eisini handil, har vit tóku móti skinnum. Tey vórðu saltað og útflutt. Men nakað var sjálv­andi garvað til húðar- og rotu­ skógvar. Teir blivu grønir, tí blá­ steinur varð brúktur fyri at gera teir bleytari. Ullin bleiv karðað nappað og spunn­in um veturin. Vit tóku eisini ímóti nokk so nógv av skipstroyggjum og vøttum í handlinum hjá okkum. Hetta var gott ítriv at hava um veturin. Vit høvdu eitt pakkhús niðri í fjøruni, har vit tóku ímóti fiski og saltaðu hann. Tað hevur ikki verið nógv av útróðri í Mykines, men tað var ikki minni enn einki. Við at hava pakkhús niðri á varð nógv stríð spart í mun til, um fiskurin skuldi fáast upp á bakkan og síðan fáast virkaður niður aftur. Veitsludagar Umframt hetta høvdu vit eisini oksar. Mykinesoksar vóru kendir fyri sítt góða kjøt. Tað var altíð ein høgtíðsdagur, tá ið oksarnir, sum vóru ársgamlir, fóru av oynni. Teir vórðu koyrdir á sjógv og sleipaðir av einum báti til Smiril, sum tók teir til Havnar, har teir vórðu slakt­aðir. Vit plagdu at hava tveir oksar. Til­ samans fóru 10-12 oksar av oynni. Vit høvdu altíð eina ella tvær hoykonur um summarið. Tær komu úr Sørvági. Lønin var eitt lamb til heystar, umframt sjálvsagt innivist og mat. Eisini var tað eitt upplivilsi hjá teimum at vera eitt summar í Mykinesi. Tað var nógv at hoyggja, og tá var alt gjørt við handamegi. So var tað, tá ið hoyggið skuldi berast inn. Tað varð fyrst sett í sát­ ur, og alt hoyggið varð borið inn sama dag. Tá høvdu vit einar átta hoyberamenn. Tað var eisini ein veitsludagur, tá ið hoyggið varð borið inn. Allir menn­inir komu fyrst á morgni inn at fáa sær at eta. Mitt um dagin fingu teir døgurða. Um kvøldið gjørdi eg ríshoyberavelling. Julianna plagdi tá at bera velling heim til hús­fólkið hjá hoyberamonnunum. Frúan fór ikki til neytar Vit høvdu tvær mjólkikýr. Eg plagdu at fara til neytar, men tað dámdi Jørgen ikki. Hann var rúk­ andi óður. Hann segði, at tað hevði ikki hent seg fyrr, at frúan á Lonini var farin til neytar. Men tað legði eg einki í. Eg fór bara. Tað vóru annars arbeiðsgenturnar sum plagdu at fara til neytar. Tað kundi vera langt at ganga um tað var mjørki og leitast mátti eftir neytunum. Tá var øgiliga nógvur fuglur. Vit høvdu altíð roytingarkonur úr bygd­ini. Roytingarlønin var 20 lundar av hvørjum 100. Nógvur lundi varð seldur av oynni, men ann­ars varð lundin saltaður í tunn­ ur til vetrarføði. Fjøðurin kom eisini til sættis. Hon varð send til fjøðurreinsaríið í Havn, so her er nógv broytt. Menn bundu Tað var ikki óvanligt at menn bundu. Heini, abbi løgmann, dugdi eisini so væl at binda. Hann hevði bindi­maskinu. Benadikt bant eisini. Hann bant allar bularnar og eg bant erm­ ar­nar. Eg mátti passa neytini, tí Bena­ dikt hevði astma. Annars var Bena­ dikt ein álitismaður í bygd­ini. Hann hevði sjúkrakassa, hevði medi­ sinkistu og gav sproyt­ur, um tørvur var á tí. Eisini var hann deknur og limur í kommunustýrinum. Børnini vóru trý. Vit høvdu tvey sjálvi, og so høvdu vit ein drong, Mikkjal, systirsonur Benadikt, sum vaks upp hjá okkum. Tað hava verið nógvir lærarar í Mykinesi. Ein teirra var Óla Jákup Jacobsen, ættaður av Oyrarbakka. Hann var sonur Óla Jákup, sum fórst við Nólsoy í 1934, samstundis sum Neptun gekk burtur við 9 mykinesmonnnum. Aftaná hann var Peter Jacob Sigvardsen, kendur gjáarmaður. Kendir vitapassarar í Myki­nes­ hólmi vóru Jacob Nielsen og Elias Lið. Á hólminum var eisini skúli við fleiri børnum. Lærarin skiftist um at vera eina viku í hvørjum stað. Børnini í hólminum tímdu ikki so væl at hava frí, so tey komu eisini onkuntíð heim í bygdina í skúla. Fía Davidsen: Flutti úr Mykinesi til Spania Fía Benadikt og Fía