Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Torv og kol Vit skóru eisini torv. Tað var ikki so langt at ganga, um ein hálvan tíma. Eitt sindur av koli var í Mykinesi. Vit plagdu onkuntíð at høgga kol. Har er ein lind, men hon er ikki tjúkk. Kolið var bert til egið brúk. Fór at taka ímóti ferðafólki Eg fór so at taka móti ferðafólki har vesturi og tað gjørdi eg í 25 ár. Tey bæði gistu og fingu at eta. Har komu fólk úr øllum heraðshornum líka úr Kina. Tá var gott at duga enskt. Í hesum sambandi skal verða endurgivin ein stubbi í Tingakrossi undirskrivað “takksamir gestir”, tá ið Benadikt bleiv 50 ár 24. Sep­ tember 1963: Benadikt, sum er føddur og upp­ vaksin í Kvívík, hevur altíð verið hendinga hegnigur og skilagóður maður. Sum ungur fór hann til Havnar at læra málarahandverkið hjá Poul í Geil, og útlærdur helt hann fram at arbeiða sum málari, men tað varð ikki á hesum øki, at Benadikt kom at gerast kendur maður. Fyri umleið 20 árum síðani flutti hann við konuni, sum eisini eru úr Kvívík, til Mykinesar, har tey tóku við búnum eftir Jørgen, ið varð giftur við fastur Benadikts. Væl hava tey fallið til í Mykinesi og skjótt gjørdist Benadikt, góður sum hann var í ávikum, álitismaður har í bygdini. At Benadikt gjørdist so kendur og væl umtóktur eisini uttan fyri bygdina, komst av, at hann og konan fingu sær gistingarhús í Mykinesi, og mong eru tey, bæði uttan- og innanlendis, sum hava sitið væl í teirra hugnaliga heimi. Vit ynskja Benadikti hjartaliga tillukku við teim fimmti árunum, og at hesin vinsæli og virkisfúsi maður má hava mong góð ár at virka í til frama fyri bygdina og til gleði fyri tey mongu, ið leita til Mykinesar á sumri – hesa perlu í okkara oyggjaflokki, sum Benadikt og konan hava verið við til at gera enn meira atdragandi. Tá ið illa vildi til Jarðarmóður var í Mykinesi, men tá ið eg skuldi eiga, fór eg av oynni til Kvívíkar, har eg fekk míni børn. Ein kona var deyð av føðikrampa tað árið, vit komu vestur, so tað var hildið at vera tryggari at fara av oynni. Hetta var ein syrgilig hending. Eitt skip var komið undir oynna eftir konuni, men tað var ov seint. Tað hava verið fleiri syrgiligar og vandamiklar hendingar har vesturi. At læknahjálp var so fjar var ein trupulleiki. Eina ferð vóru tvey børn, sum spældu undir einum hjalli. So dettur hesin hjallurin yvir tey. Eitt av børnunum kom at liggja undir. Tað var ódn og brim, og báturin fekk ikki komið eftir honum. Læknin, sum kom úr Vest­ manna, mátti koma uppá land úti á Eggini. Drongurin varð skaddur í høvdinum. Jacob Nielsen fekk veitt fyrstuhjálp. Hann hevði sum naviga­tørur lært sjúkraviðgerð. Hann var so óførur í slíkum. Var okk­urt áfatt vórðu altíð boð send eftir honum. Drongurin kom fyri seg aftur. Tá ið nakað slíkt hendi, stóð bygd­in saman. Tað hava verið aðrir óhugna­ligir tilburðir har vesturi í míni tíð. Fyrst tá ein maður systir mína, Herrit, Jákup Jacobsen, bóndin í Handaná­stovu, datt oman. Systir sat eftir við trimum døtrum. Hetta var um 1950. So datt postmaðurin, Eli Jacob­ sen, oman. Hann var saman við soni okkara, Zacharias, farin at sleppa veðragjólingar út. Tað leyp oman yvir teir. Tá Zacharias raknaði við aftur, lá hann hálvur út av eggini. Hann rann so heim at boða frá. Tað var alt so óhugnaligt. Tað fór sum ein kaldur gjóstur gjøgnum alla bygdina. Tá byrjaði fólk meira at flyta úr bygdini. Ein lagna var Hálvdans Lisa kom úr Sørvági. Maðurin, Jógvan á Lækjuni, krøkti seg á útróðri og fekk blóðeitran. Hann lá sjúkur í Sørvági og doyði har. So ringt var sambandi til Mykinesar, at Lisa visti av ongum fyrr enn eftir, maðurin var jarðaður í Sørvági. Lisa átti ein son Michael. Hann gekk burtur við Neptun í 1934. Flogvanlukkan Eg búði framvegis í Mykinesi, tá ið flogfarið datt niður 26. september 1970. Hetta var eisini eitt skakandi upplivilsi. Eingin visti tá nakað. Vit høvdu hoyrt flogfarið uppi yvir. Benadikt var við at bera eina av ís­lendsku flogternunum heim í bygdina. Hon hevði brotið ryggin. Tá var fólk í hvørj­um húsi í bygdini, nógv vóru kom­in til skaða. Ein kom til okkara. Tað var Knút Olsen, sum var havnarstjóri hja AP Møller í Oakland i California. Hann sendi mær seinni eitt flot skáp sum tøkk fyri hjálpina. Tað er nú hjá eini ommudóttir. Knút flutti aftur til Føroya, tá hann náddi eftirlønaraldur. Hann var giftur við Mary av Toftum. Tey eru bæði deyð nú. Tey vóru bæði stak fitt fólk. Eg skuldi halda 50 ára føðingar­ dag tveir dagar seinni, men tað gjørdist sjálvsagt av ongum. Flutti til Spanien Benadikt doyði í 1972. Tá seldi eg jørð­ina í Mykinesi og keypti mær hús í Spanien. Saman við Evaldi Jacobsen úr Sørvági búði eg í fleiri ár í Spania um veturin og í Føroyum um summ­arið. Eg átti systkinabarn har á leiðini. Fyrst høvdu vit eina íbúð og bygdu so eini hús. Eg og Evald vóru saman í 18 ár. Tá doyði hann brádliga av hjartaslag. Eg var sjúkrahjálpari og arbeiddi á ellisheiminum á Sýnini í Vágum í 10 ár. Eg kom so til Havnar. Men tá fann eg saman við Poul Mikkelsen í Gásadali, og eg búði har í fleiri ár. Har dámdi mær væl. Men heilsan hjá Poul fór at ganga undan, og eg fór aftur til Havnar fyri tveimum árum síðani og búgvi hjá dóttrini Julionnu. Vit takka Fíu fyri hennara áhuga­verdu frásøgn. Komandi partur Komandi partur verður um Skarsteingøluna í Grønlandi í 1932. Knút Olsen kom til Fíu og Bendadikt, tá ið flogfarið datt niður. Her er hann saman við konuni Mary Mykines. Lonin t.v. á myndini er har Fía og Benadikt búðu Barnaheimið hjá Sámal J. Mikines Málningur úr Mykinesi hjá Mikines