mikudagur 21. november 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
mammu. Tað gekk ein vika, áðrenn
eg kláraði at yvirtala hana til at lata
meg fara, greiður Alex frá við einum
stórum smíli.
Sjálvur túrurin til Paraná gerst
ein ógloymandi túrur fyri Alex
og Rigardo, sum í dag spælir í
næstbestu deildini í Russlandi.
– Vit koyrdu buss í 41 tímar, og
hann steðgaði í heilum. Tá vit eina
ferð komu fram, vóru føturnar hjá
mær hovnar, og eg visti ikki hví,
sigur Alex og vísur á fótinum, hvar
hann var hovin.
Teir vóru ikki meir enn komnir
fram, so var venjing á skránni. Tí
betur, so hevði venjarin fingið við,
at teir høvdu ferðast langt fyri at
koma fram.
– Vit spurdu læknan, hvat var
galið, og hann segði bara, at vit
høvdu sitið stillir ov leingi, sigur
Alex.
Tíðin í Paraná er ein góð tíð fyri
Alex. Umstøðurnar eru væl betri
enn í heimbýnum, og venjing er
mennandi. Eins og í fótbóltsskúl
anum í heimbýnum, so er vanlig
skúlagongd eitt krav í Paraná. Fýra
leikarar búgva saman á einum
kamarari, men vantandi privat
lívið ávirkar ikki ein ungan Alex,
sum skjótt fær nógvar vinir á skúl
anum.
Trý ár seinni er stendur enn
ein stór avbjóðing fyri framman.
Tað eru boð úr næstbestu deildini
í Tjekkia.
Maria sigur aftur nei
Brasilski umboðsmaðurin stendur
aftur framman fyri Alex, og tveim
um øðrum leikarum. SFC Opava er
tjekkiskt lið við stórum ætlanum og
vil sleppa í bestu deildina. Eitt av
plássunum har teir mangla styrk
er á vinstra bakki. Hetta greiður
umboðsmaðurin Alex frá, men fær
eitt heldur óvæntað svar.
– Eg segði við hann, at eg mátti
ringja til mammu fyrst, sigur Alex
og flennur.
Norðri í Itajuipe verða tíðindini
ikki væl móttikin. Maria sigur aftur
korta nei. Hon vil ikki lata 21 ára
gamla sonin hjá sær fara til Evropa
einsamallan.
Eftir eitt sindur av práti aftur
og fram, so endar tað við, at Maria
góðtekur, at Alex fer til Tjekkia –
men bara um hann kemur heim
fyrst. Men í Opava er brúk fyri
leikarunum alt fyri eitt. Hetta kann
ikki lata seg gera, so nú tekur Alex
sakina í egnar hendur.
– Eg haldi tað er fyrstu ferð, at
eg veruliga vísti mammu, at nú vil
eg bestemma, men eg hoyrdi eisini
á henni, at hon var bangin, sigur
Alex.
Sum 21 ára gamal setur Alex seg
í eitt flogfar á fyrsta sinni, og tað
skuldi eisini blíva til ein minniligur
túrur.
Poava – her koma vit
Útgjørdir við eini orðabók, nøkr
um fáum umsettum setningnum
á einum pappíri og eini mappu við
boðum frá brasilska umboðsmann
ium, fóru Alex og tveir aðrir leikarar
frá PSTC til flúgvaran.
Lendir í Frankfurt í Týsklandi
fylgja teir boðunum frá umboðs
manninum. Teir royna at finna
vegin fram. Teir hava fimm tímar,
so teir hava ikki skund.
Við hvørt skelti verður orða
bókin tikin fram, og tað týska
verður umsett til portugisiskt. Tað
gongur nakað av tíð, til tann eini
av teimum spyr um hjálp í einum
kunningardiski.
Fitta og fryntliga daman roynar
at samskifta við teir tríggjar,
men einki nyttar. Hon fær so ein
flogferðaseðil og fer at hyggja upp
á stóra skíggjan, sum vísur hvørja
gate ferðafólkini skulu fara til.
– So vendi hon sær við, hugdi
upp á okkum og segði; »oh my god«,
greiður Alex spentur frá.
Tá gongur tað upp fyri teimum
trimum, at tað er bara ein tími til
flúgvarin til Prag fer, og at teir skulu
við toki fyri at sleppa til gate’ina.
– Daman koyrdi okkum á ein
slíkan bil, sum tey plaga at koyra
gomul fólk við. Hon drønaði avstað
og floytaði allan vegin til tokið, sum
var á veg avstað, tá vit koma fram.
So ýldi hon eftir føraranum, sum at
enda steðgaði. So tveitti hon okkum
í tokið, fortelur Alex víðari.
Komnir fram til gate’ina er einki
fólk har. Bara ein persónur stendur
við fráfaringardiskin og bíðar. Alex
og viðleikararnir verða skundaðir
umborð.
– Øll sótu klár at fara og hugdu
upp á okkum. Tað vóru bara trý
pláss eftir í flúgvaranum, so tey
hava bara bíða eftir okkum, sigur
Alex og ristur við høvdinum.
Komnir til Prag stendur Bob, ein
kroatiskur umboðsmaður og bíðar
eftir teimum. Fimm tímar seinni
eru teir komnir til leikvøllin hjá
SFC Opava. Í hondina fáa teir
ein retur flogferðaseðil, sum er
galdandi um tjúgu dagar. Tað
er tíðin teir fáa at prógva hvør
dugur er í teimum.
Ein banan, sum broytir lívið
Tað gongur væl hjá øllum trimum
brasilianarunum, og teir fáa hvør
sín eitt ára sáttmála.
– Vit fingu eina konto, har fasta
lønin fór á. So fingu vit eina aðra
konto, har bonuspengarnir fóru á.
Vit fingu 2.000 krónur fyri at byrja
inni og 1.000 krónur fyri at vinna,
men vit fingu bara útgoldið bonus,
um vit megnaðu at flyta upp,
greiður Alex frá.
Tað gongur væl fyrsta hálva árið.
Teir tríggir stórtrívast í nýggjari
íbúð, sjálvt um tað gongur strilti
at fáa gjørt mat. Heldur verður
maturin bílagdur ella verður etið
úti.
Liðið liggur til uppflyting, tá far
ið verður í vetrarferiu. Alex sleppur
ikki heim, tí steðgurin er so stuttur.
Hinvegi, so sleppur hann at uppliva
kava fyri fyrstu ferð nakrantíð. Í
lokalum blað er Alex á forsíðuni við
yvirskriftini »Ræðist kava«.
Í seinnu hálvu byrjar at ganga
verri. Undan einum heimadysti ligg
ur liðið nummar seks, men ein sigur
kann lyfta felagið upp á triðja pláss.
Stutt fyri hálvleik eru gestirnir á
odda, tá ein heimaáskoðari tveitir
eina banan á vøllin. Alex hevur
ongantíð upplivað nakað líknandi,
og skilur als ikki týdningin at byrja
við.
– Tað er ikki fyrr enn liðskiparin
kemur yvir og sigur, at eg einki skal
leggja í tað, at eg skilti hvat mein
ingin var við bananini, sigur Alex.
Í hálvleikinum er stórt fokus
á Alex og hinum útlendinginum.
Venjarin og liðskiparin tosa við teir.
Í seinna hálvleiki verður aftur ein
banan tveitt á vøllin. Liðskiparin
ALEX josé dos santos vangamynd
Vit koyrdu buss í 41 tímar, og hann
steðgaði í heilum. Tá vit eina ferð komu
fram, vóru føturnar hjá mær hovnar,
og eg visti ikki hví