mikudagur 21. november 2012síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 21. november 2012 · Nr. 136
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
biður Alex bara býta í hana og
tveita hana vekk. Hann er óður um
støðuna. Á vøllinum gongur nógv
betri. Alex verður fluttur longur
fram á vøllin, og endar við at skjóta
sigursmálið til 2-1.
– Eg fór rennandi til útiáskoðar
arnar og gav teimum tummil upp og
peace tekn. Tá dysturin var liðugur
fóru allir bara av vøllinum uttan at
heilsa upp á áskoðararnar, greiður
Alex frá.
Hendingin við bananunm setur
seg djúpt í Alex. Ein annar liðfelagi
brýtur saman í skiftirúminum og
fer at gráta.
SFC Opava endar á øðrum plássi
og flytur upp í bestu deildina, men
samráðingarnar ganga illa sambært
Bob. Hann er ónøgdur við prísin.
Kroatin tekur teir tríggjar við sær
í jeepin og koyrir beinleiðis til
Danmarkar. Alex vil gjarna halda
fram, men megnar ikki at yvirtala
umboðsmannin.
Snýttur fyri løn
Í Danmark endar Alex í BK Frem.
Ole Mørk er venjari, og hann letur
væl at. Alex fær sáttmála, íbúð og
bil. Ella bil hevði hann nú ikki so
nógv brúk fyri.
– Eg hevði ikki koyrkort, so eg
brúkti heldur tok og undirgrundina
fyri at koma fram, sigur Alex.
Í sáttmálanum, sum Alex fær
frá umboðsmanninum stendur, at
hann fær 15.000 krónur í løn um
mánaðin. Seinni spyr Alex ein lið
felaga, hvat hann tjenar, tí vinstri
bakkurin fær ikki lønina at passa
fyri eitt lið í Superliguni. Tá gongur
skjótt upp fyri Alex, at okkurt er
galið.
– Eg fór til formannin í felagnum
og bað um at síggja sáttmálan, sum
teir høvdu fingið. Har stóð 30.000
krónur um mánaðin, men tað stóð
bara 15.000 krónur um mánaðin í
sáttmálanum, sum Bob gav mær,
greiður Alex.
Í øðini ringir Alex til umboðs
mannin, og her skiljast teir báðir.
Alex fær pengarnar aftur, sum
hann hevur rætt til.
Í oktoburmánaði 2003 fer Alex
heim at vitja familjuna í tvær vikur.
Tá hann kemur aftur er Ole Mørk
koyrdur, og nýggjur venjari er Ebbe
Skovdahl.
Á vøllinum gongur ikki væl.
Alex sleppur ikki upp í part, og tá
hann so eina ferð fær møguleikan,
so er han so óður, at hann missir
tamarhaldið á sær sjálvum og
taklar ein mótstøðuleikarar sera
ófantaligt. Hann fær gult kort og
Ebbe tekur hann út aftur. Tíðin í
Frem er longu komin at enda.
Føroyar, hvat er tað?
Ein dagin bankar upp á hurðina í
íbúðini í Keypmannahavn. Alex fær
bjóðað at fara til Føroyar at spæla.
Tað er umvegis Jákup í Stórustovu,
at B36 hevur sett seg í samband við
Alex.
– Tað fyrsta, eg spurdi um var,
hvat Føroyar var fyri nakað, og so
hvar tað var, sigur Alex við einum
stórum smíli.
Avtalan er, at Alex skal fara til
Føroyar í feburar mánaði í 2004.
Og søgan um tá flúgvarin lendir í
vágum er ikki ókend.
– Eg sá einki, men so brádliga, so
lendi flúgvarin millum nøkur fjøll.
So kom eg úr flúgvarinum og fekk
sjokk, tá eg sá kavan, sigur Alex og
sær nærmast út til at blíva kaldur
av at fortelja um fyrsta dagin í Før
oyum.
Á flogvøllinum tekur Jens Erik
Rasmussen ímóti. Hann spælir
hetta árið við B36, og dugur okkurt
smávegis á portugisiskum.
– Tað er blivið nógv betri nú,
leggur Alex afturat við einum skeiv
um smíli.
Komin í B36-húsið samráðast
partarnir um sáttmálan, og leiðslan
greiður frá, at teir nú fara í holt við
at rudda vøllirnar fyri kava, so Alex
kann fáa tveir venjingardystir,
meðan hann er í landinum.
– Eg spurdi so Jens Erik, hvar
vit skuldu spæla, og peikaði á gras
vøllin á Tórsvølli. Hann segði nei og
peikaði so á graslíki á ovara vølli. Tá
hugsaði eg mítt, sigir Alex.
Alex spælir tveir venjingardystir,
og tað gongur væl. Hann skrivar
sáttmála við B36. Tað er eftirhondini
níggju ár síðani, og Alex rennur enn
runt í Gundadali.
Bob ringir aftur
Í 2005 og 2006 gongur væl hjá B36,
og felagið kemur tvær ferðir víðari í
Evropa. Í 2006 megnar B36 at vinna
seg víðari í Champions League
undankappingini. Mótstøðan er
Fenerbahce úr Turkalandi.
Onkrastaðni úti úr heimi situr
kroatiski umboðsmaðurin, Bob, og
fylgir væl við. Og brádliga ringir
telefonin hjá Alex.
– Eg veit ikki, hvussu hann fekk
fatur á mínum telefonnumari, men
segði, at hann hevði eitt lið úr Týsk
landi, sum manglaði ein vinstra
bakk. So fór hann at tosa um pengar.
Tá spurdi eg hann, um hann ætlaði,
at eg skuldi ganga aftan á honum
eina ferð afturat. Hann segði ja, og
eg segði ikki hesaferð, greiður Alex
frá.
Tað er greitt, at Alex er argur
inn á umboðsmannin, sum snýtti
hann.
Í Føroyum spælir Alex við B36 í
fimm ár. Hann metir, at hann hevði
trý góð ár, men so eisini tvey minni
góð ár.
Undan kappingarbyrjan í 2009
hoyrir Alex einki frá nevndini í
B36, og velur at taka av, tá Sigfríður
Clementsen, sum tá er venjari hjá
EB/Streymur, ringir og vil hava
hann á sítt lið. Í EB/Steymi vinnur
hann tvær steypafinalur, men und
an farna kappingarári vildi EB/
Streymur hava hann niður í løn,
men tað og nógva koyringin gjørdi,
at hann valdi at skifta til HB.
– Eg havi eina dóttir, og tá eg
plagdi at koma heim frá venjing, lá
hon og svav, so vit upplivdu einki
saman, sigur Alex um eina av orsøk
unum til at skifta til HB.
Alex býr í Havn.
Trýr enn upp á landsliðið
Alex og unnustan, Klara Petersen,
fingu í 2010 eina dóttir, og Alex hev
ur ongan hug at flyta aftur Suður
amerika.
– Eg flyti ikki aftur til Brasil. Eg
havi familju her, sigur Alex.
Hann hevur nú búð í Føroyum í
átta ár, og hevur permanent visum.
Hann hevur søkt um føroyskan
ríkisborgararætt og vónar at fáa
svar skjótt.
– Um tú spyrt meg, um eg vil
spæla á føroyska landsliðnum, so
er svarið ja, sigur Alex.
Hann er eftirhondini blivin 31 ár,
og tað er hann eisini greiður um.
– Føroyar hava nógvar góðar og
ungar leikarar, men um tað er brúk
fyri mær, so hevði eg avgjørt sagt
ja, men so má tað eisini henda í ár,
sigur Alex eitt sindur uppgevandi á
málinum.
Hann er føroyingur í sinninum
og hjartanum, men ikki á papírinum
– enn.
trondur@sosialurin.fo
ALEX josé dos santos vangamynd
Alex José
Dos Santos
Føddur: 28. mars 1981
Foreldur: Maria José Dos Santos
og Alfredo José Dos Santos
Unnusta: Klara Petersen
Børn: Eva José Dos Santos, 3 ár
Starv: Sportmaster
Yrkisleið:
1998-2002 Paraná Soccer
Technical Center (Fótbóltsskúli)
2002 - 2003 SFC Opava (Tjekkia)
2003 - 2004 BK Frem (Danmark)
2004 - 2008 B36
2009 - 2011 EB/Streymur
2012 - HB
Tað er ikki fyrr enn liðskiparin kemur yvir
og sigur, at eg einki skal leggja í tað, at eg
skilti hvat meiningin var við bananini
Tað vóru dagar, tá vit ikki
høvdu nokk til mat á borðið.
Tí lærir tú nógv av
Mynd: Álvur Haraldsen