fríggjadagur 23. november 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
piddamálið
Leo Poulsen
Dokumenteringin av skjøl
unum í Pidda-málinum fór
fram mikudagin og sigast
má, at hetta ikki gjørdist so
drúgt, sum roknast kundi
við.
Tí hóast ákærin var gjøll
igur í síni framløgu, gekk tað
kortini skjótt fyri seg.
Ein orsøk er helst, at fleiri
av skjølunum longu eru løgd
fram, og tí var rúgvan ikki so
stór mikudagin.
Gingið var ígjøgnum kann
ingina av húsunum á Gerðis
vegi 34, blóðspræn í húsunum
og blóðslóðina frá sovirúm
inum, gjøgnum gongina, nið
ur gjøgnum trappurnar og út
í garasjuna.
Nýggjar myndir vórðu
eisini vístar av einum plast
posa og einum 6-pack við
fimm øldunkum í. Bæði vóru
sprænd ella klínd við blóði
frá Pidda.
Eisini Skoda bilurin varð
gjølliga kannaður og ákærin
dokumenteraði, hvar í bilinum
kriminalteknikararnir funnu
blóð frá Pidda.
Eisini varð komið inn á,
hvussu
nummarpláturnar
høvdu verið tiknar av bil
inum og at blóð frá Pidda
varð funnið aftan fyri bak
nummarplátuna.
Ákærin gav soleiðis eina
ábending um, at nummar
plátan kundi verið skift til
eitthvørt ávíst høvi. So sum
at flyta Pidda.
Pannan víst í rættinum
Eisini húsini á Nesvegi 73, har
ákærdi búði, vórðu sjálvandi
rannsakað. Eisini har var
blóð funnið, ikki minst í
dýnuvørðinum
við
dýnu,
kodda, laki og ikki minst
steikipannuni og skaftinum,
sum ákæruvaldið heldur, at
ákærdi hevur nýtt, tá hann
drap Pidda.
Tað serliga við hesari
pannuni er, at meðan sjálv
pannan og skaftið vórðu
funnin á Nesvegi 73, var mill
um stykkið, ið festi pannuna
og skaftið saman, funnið í
sovikamarinum hjá Pidda á
Gerðisvegi.
Og fyri fyrstu ferð fingu
nevningarnir og dómarar
loyvi at síggja tað, sum
ákæruvaldið metir er dráps
amboðið.
Nevningarnir
sluppu eisini at føla tyngd
ina av einari pannu, ikki
drápsvápninum, men einari
líknandi pannu, sum ákæru
valdið hevði funnið í køk
inum á politistøðini!
Diameturin
á
báðum
pannunum var so at siga
hin sami, og tað vóru bert
54 gramm á muni á tyngdini,
sum lá oman fyri 1,1 kilo.
Ákæruvaldið
doku
menteraði, at blóð av Pidda
varð funnið bæði á sjálvari
pannuni og á millumstykk
inum, meðan einki blóð, men
kortini dna av Pidda varð
funnið á skaftinum.
Ikki var møguligt at stað
festa, um dna frá ákærda var
á skaftinum.
Ákærdi ikki
sinnissjúkur
33 ára gamli kroatin er bæði
persóns- og mentalkannaður
og verður mettur førur fyri
at verða rættarsøktur.
Tað er langt frá óvanligt –
kanska heldur hinvegin – at
ein ákærdur í slíkum málum
sum Piddamálinum, verður
persóns- og mentalkannað
ur.
Soleiðis eisini hjá 33 ára
gamla kroatanum.
Tosað hevur verið í fleiri
umførum við ákærda undir
hesum kanningum, bæði við
og uttan tolk. Tó hevur tað
verið soleiðis, at tá tolkur
hevur verið við, er trivið aft
ur í aftur tær samrøður, har
eingin tolkur hevur veirð fyri
at tryggja sær, at eingin mis
skiljing hevur verið.
Ákærdi er vaksin upp
undir góðum umstøðum, og
hóast kríggið á Balkan eru
bæði Split, har viðkomandi
er føddur og uppvaksin, og
íbúgvarnir slopnir rættiliga
snikkaleysir frá krígnum.
Sjálvt um foreldrini hava
mist familjulimir undir kríg
num.
Hann hevði onga frágreið
ing um, hví pass og telefonir
hjá Pidda vóru endaðar á
hansara bústaði á Nesi, og
so hevði hann eini undarlig
evni at gloyma, hvat hann
hevði sent í sms, hóast hann
í aðrar mátar ikki tóktist
vera minnisveikur yvirhøv-
ur.
Mentalkanningin vísti, at
ákærdi hvørki er sinnissjúkur
ella evnaveikur. Hinvegin
hevur hann lyndi til at lúgva
um nærum alt, ikki tí hann
kennir seg noyddan, men
meira av vana.
Hann er ráðaríkur og
skal altíð hava rætt, og
skilir ikki avleiðingarnar av
sínum lygnum. Hann verður
kortini ikki mettur raktur av
sálarfrøðiligum trupulleik
um, og kann tí verða rættar
førdur sum vanligt.
Og verður hann dømdur er
einki, sum bendir á, at hann
ikki kann verða revsaður eina
vanliga fongsulsrevsing.
Seinast í dokumentatiónini
vísti ákærin tvey kort, eitt
fyri fríggjadagin og eitt
fyri leygardagin, sum vístu,
hvar vitnir siga seg hava
sæð Pidda. Og so var eitt
klipp frá einum vakmynda
tóli av Pidda víst.
Eitt, sum ákæruvaldið
eftir øllum at døma má
fáa greiði á, er at forklára,
hví so nógv vitnir siga seg
hava sæð Dánial Petur
Hansen bæði fríggjadagin
og leygardagin.
Fýra ella fimm fólk siga
seg hava sæð Pidda fríggja
dagin, tað eina vitni er ikki
púra víst. Ein trupulleiki
fyri ákæruvaldið kann vera,
at trý ella fýra av hesum
vitnunum siga seg hava
sæð Pidda á einum ávísum
staði – við Colorama ella
Brotið – umleið somu tíð,
millum umleið 16.45 og
17.30.
Leygardagin er ein onn
ur søga, tí tá tykist Piddi
vála runt uttan mið og
mál, og tað vísti kortið fyri
so vítt eisini fyri leygar
dagin. Einki er at ivast í, at
ákæruvaldið fer at vísa á, at
Piddi var sera illa gongdur,
og tí tykist tað løgið, at
hann skal hava reikað runt
í einar seks tímar leygar
dagin 5. november.
Nevningarnir
fingu
eisini at síggja við egnum
eygum seinastu fetini, sum
Piddi tók. Hetta var hós
dagin um 15.33, tá hann var
í Rúsuni og keypti okkurt,
ikki sást heilt greitt, hvat
tað var. Á myndunum á
vakmyndatólinum
bar
heldur ikki til at siga við
vissu, hvussu illa ella væl
gongdur Piddi var.
Mikudagin fer ákæru
valdið so at greiða nevn
ingunum frá, hvussu tey
halda, at Piddi er komin
av døgum, nær tað er hent
og hvussu hann er burtur
beindur. Fríggjadagin fer
verjin so helst at koma
við sínari teori, tó at tað
er ákæruvaldið, sum skal
prógva sín pástand. Verjin
skal bert vísa á rímiligan
iva.
leo@sosialurin.fo
Próvskjølini løgd fram
Rættarmál Mikudagin vórðu
skjølini á málinum móti 33 ára
gamla kroatanum løgd fram, tað,
ið verður nevnt dokumentatión
Leo Poulsen
Á rættarfundurin mikudagin
vórðu tvey endurgjaldskrøv
løgd
fram
móti
ákærda
kroatanum, sum er mettur
at hava tikið lívið av Dánial
Petur Hansen.
33 ára gamli maðurin, sum
er ákærdur fyri at hava drip
ið Dánial Petur Hansen, er
eisini skuldsettur fyri í seks
førum at hava svikað við ein
um visakorti hjá einum eldri
manni á Nesi.
Tann ákærdi hevur onkus
vegna tiltuskað sær bæði kort
og pin-kotu til kortið hjá eldra
manninum, og hevur í fleiri
umførum tikið út pengar
úr
peningaautomatum
í
Saltangará og Toftum.
Um framt hetta hevur
ákærdi kroatin keypt talutíð
til bæði sína fartelefon og ta
hjá fyrrverandi konu Pidda.
Svikið byrjaði í august og
helt fram til fyrst í oktober,
tá eldri maðurin meldaði 33
ára mannin til politiið.
Tá hevði ákkærdi mjólkað
kontoina hjá órættaða eldra
manninum fyri 67.495 krón
ur. Og hetta er eisini endur
gjaldskravið hjá manninum
móti ákærda.
Endurgjald til børnini
Men tað var kortini lítið aftur
ímóti endurgjaldskravinum,
sum sakførarin hjá børn
unum hjá Pidda hava lagt
móti tí ákærda.
Fríða Patursson umboðar
børnini, og hon útgreinaði
krøvini í rættinum fyrrapart
in mikudagin.
Trý av børnunum eru enn
ikki myndug, og tí verður
kravið fyri hesi størri enn
fyri tær báðar myndugu døt
urnar. Tær tríggjar ómynd
ugu skulu nevniliga hava
barnapengar inntil tær eru
myndugar.
Barnapeningurin er 1056
krónur um mánaðin, byrjandi
frá 1. desember 2011, og fram
til dagin tær hvør sær fylla
18 ár.
Fyri yngsta barnið merkir
hetta eitt samlað endurgjald
á 240.448, næstyngsta 193.984
og triðyngsta 181.312 krónur.
45.000
krónur
verða
kravdar fyri minnishald og
minnisstein og hædd verður
tikin fyri einari møguligari
jarðarferð.
Eisini
verður
hædd tikin fyri møguligari
sálarfrøðiligari hjálp, so saml
aða endurgjadskravinum frá
børnunum er 836.956.
Tað merkir eitt samlað
endurgjaldskrav
móti
ákærda – sjálvandi treytað
av, at hann verður dømdur –
á 904.451 krónur.
Lítla millión í endurgjaldskravi
Seinastu fetini hjá Pidda
Tekning: Janus Guttesen