fríggjadagur 23. november 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Kringvarp Føroya er komið
í álvarsligar trupulleikar, so
okkurt má gerast.
Tað
heldur
Javnaðarflokkurin,
sum
arbeiðir við einum uppskoti.
- Vit kanna um tað ber
til at útvega Kringvarpi
Føroya fígging við at áleggja
øllum eitt gjald, sum verður
ásett
sum
ein
part
av
skattskyldugu
inntøkuni,
sigur Aksel V. Johannesen.
Hann kundi hugsað sær,
at gjaldið var 0,6 ella 0,7
prosent av skattskyldugu
inntøkuni.
- Tað hevði gjørt, at tær
høgu inntøkurnar rindaðu
meira, og tær lægri minni enn
nú. Ein fólkapensionistur
hevði til dømis goldið bara
450 krónur, sigur Aksel V.
Johannesen.
Var gjaldið 0,6 prosent
av skattskyldugu inntøkuni,
gav tað 51 mió. krónur. 0,7
prosent høvdu givið smáar
60 mió. krónur.
- Verður henda broyting
gjørd, fáa vit ráð aftur at
reka kringvarpið, sigur Aksel
V. Johannesen.
Hann heldur ikki, at tað
ber til at hækka kringvarpið,
tí
gjaldið,
sum
er
3625
krónur, er ríkiliga nógv at
gjalda hjá teimum lágløntu,
pensionistum
og
støkum
uppihaldarum.
Hinvegin
má
okkurt
gerast fyri at bøta um
støðuna hjá kringvarpinum,
tí lønirnar eru hækkaðar
hesi árini, og aðrar útreiðslur
við.
Randi Jacobsen
Jólabýurin i miðbýnum í
Havn eydnaðist so væl, at
kommunan
beinanvegin
setti sær fyri at endurtaka
tiltakið. Og ikki bara tað. Í ár
verður jólabýurin væl størri
enn í fjør.
Perur verða nú hongdar
upp um allan býin, og i næs
tu viku verður pyntað bæði í
Niels Finsensgøtu, frá Steinat
úni og omaneftir, í Tórsgøtu
og í Vágsbotni. Bringsna
gøta verður øll ein siðsøgulig
framsýning, og undir Brygg
jubakka verða framsýningar.
Allur
býurin
tendrar
leygardagin 1. desember, tá ið
jólatræið verður tendrað. Tá
letur ísvøllurin á Vaglinum
eisini upp.
Tiltøk verða á Reinsar
ínum og í Perluni, og við
løgtingshúsið verða spælis
máttur og annað til børnini.
Eins og í fjør verður Brings
nagøta sum í Havnini í gaml
ari tíð. Har fara at ganga djór
leys, eitt jólabakarí fer at hava
opið, og eitt sermerkt virkandi
posthús verður eisini.
Tey
hava
funnið
eitt
gamalt tapet, sum er skann
að, og fleiri av húsunum
í jólabýnum fara at verða
prýdd við tí.
Framsýningar
verða
í
teimum
ymsu
hølunum
undir
Bryggjubakka,
og
sølubásarnir fara at standa
rundan um standmyndina
av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni.
Marjun
Niclasen,
sum
skipar fyri jólabýnum hevur
í fleiri mánaðir sitið og fyri
reikað jólabýin, tí nógv er at
samskipa.
- Tað gongur væl, og ikki
minst tí, at øll eru við upp á
tað, og tí tað finnast so nógv
kreativ fólk, sigur Marjun
Niclasen.
Randi Jacobsen
Øll tíðarrit hava ikki líka
langa livitíð, men Kvørnin,
sum Sands Fornminna
felag gevur út, er komin
regluliga út í 15 ár.
Nýggjasta
blaðið
er
skrivað av Palla Dalsgaard,
Hanusi A. Samuelsen og
Ólavi Clementsen. Tær
flestu greinirnar eru um
farna tíð, men nortið verð
ur eisini við nýggju tíðina
og broytingar í tíðini.
Palli Dalsgaard skrivar
um gongutúr sín í Skála
vík og hugleiðir um eitt og
annað. Hann hevur eisini
skrivað eina áhugaverd
um Tór Dalsgaard, sum
á so mongum økjum var
undangongumaður.
Hanus A. Samuelsen
skrivar um bøin í Húsavík
og greiðir frá nøvnum og
hendingum á bønum.
Ólavur
Clementsen
skrivar
hesaferð
um
ættfólkið í Króki og um
barnaár síni á Klovanum
á Sandi og ungdómsár
í Havn. Í starvi sínum á
Matrikulstovuni feraðist
hann runt í landinum,
hann róði kapp, og so
hevur hann hugleitt um
tiltikna læraran DD, sum
góður var við tað danska.
Ì Vági var biografur,
men eigarin læt illa at
uppmøtingini, og hví so
var, ber til at lesa um í
Kvørnini.
Hugsa um at
fíggja kringvarps
gjaldið øðrvísi
Javnaðarflokkurin kundi hugsað sær, at kringvarpsgjaldið
verður skift út við ásettan part av skattskyldugu inntøkuni
Jólabýurin veksur
Kvørnin
melur
framvegis
Ritið Kvørnin nummar 15
hjá Sands Fornminnafelag
er júst útkomið