fríggjadagur 23. november 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útisetin hesa vikuna hevur ein
gerandisdag, sum er fyltur av
fótbólti og harðari venjing fleiri
ferðir um dagin. Hann gavst við
skúlanum, tí skúlatingini gjørd
ust ov nógv, og hevur í løtuni
lagt øll eggini í somu kurv og
satsar upp á at koma so langt
sum gjørligt við yrkisleiðini sum
fótbóltsleikari.
Talan er um 19 ára gamla
René Shaki Joensen, sum hóast
sín unga aldur er partur av besta
mannsliðnum hjá danska Super
ligafelagnum Brøndby IF. Hóast
harða kapping, hevur hann góðar
vónir um at sláa til og skara
framúr, tá kjansurin einaferð
býður seg.
– Vit eru nakað nógvir um
plássini í verjuni, so onkuntíð
kann tað virka sum ein blindur
vegur við spælitíð. Men venjingar
nar ganga væl, venjararnir eru
fittir, spælararnir eru fittir og
eg trúgvi at tað handlar bara
um at trúgva upp á tað. Trúgva
upp á egin evnir, og so trúgvi eg
at kjansurin kemur, greiðir René
frá.
Men hóast René ikki er
fastur á vøllinum hjá Brøndby
IF enn, er hann komin í sera
fínt selskap í felagnum, eftir at
hann gjørdi sína landsliðsdebut
móti
Íslandi
herfyri.
Hann
er nevniliga komin á tiltikna
bannaran á felagshúsinum hjá
Brøndby yvir landsliðsleikarar,
har hann nú stendur millum
mætar menn.
– Tað er ein alvorliga góð
kensla at síggja, at mann stendur
har saman við Michael Laudrup
og undir Rommedahl, og at navn
ið hjá mær fer at standa har so
leingi Brøndby er til. Hvørja ferð
eg gangi framvið, so fær mann
eitt lítið smíl á, sigur René Shaki
Joensen.
Í Føroyum er nú eitt uppskot
frammi frá Miðflokkinum, har
ætlanin er at noyða kvinnur, ið
ynskja
fosturtøku,
ígjøgnum
eina røð av tvungnari ráðgeving,
áðrenn fosturtøkan kann verða
framd. Men hetta uppskotið fall
ikki í góða jørð hjá Torkil Ras
mussen, løgfrøðingi.
– Tvungin ráðgeving er ein
erklering, har mann sigur, at
borgarin sjálvur ikki kann taka
ábyrgd av sínum egna lívi, vit
hava ikki álit á, at borgarin kann
taka tær neyðug avgerðirnar.
Harvið meta vit sum land, at vit
skulu tvinga borgaran at taka
ímóti ráðgeving frá einum bólki,
sum eg ikki eingong veit, hvør
situr í, og hvussu mann velur
teir persónarnar út. So eg haldi,
at hatta er ein lítil falitterklering,
og eg trúgvi ikki at hatta hevur
tann breiða uppbakningin í
Føroya Fólki, segði Torkil Ras
mussen.
Jákup Petersen, sum lesur
gudfrøði, heldur hinvegin, at tað
er í lagi at blanda seg, tá tað er
fyri teirra egna besta. Hann ivast
tó í framferðarháttinum.
– Eg trúgvi faktisk, at hetta er
fyri teirra egna besta, at mann
velur hetta. Men spurningurin er,
um mann kann gera tað øðrvísi
enn at siga, at tú skal. Tað vil
siga, at man traðkar inn á tað
persónliga frælsið. Sum eg skilji
á lagnum, hevur møguleikin
altíð verið har, men bara fá hava
valt hann. So eg skilji ikki heilt
orsøkina til hetta nýggja upp
skotið, segði Jákup Petersen.
Ráðgeving
ikki av tí ónda
Tá tosað veðrur um ráðgeving, er
hon sum útgangsstøði ikki av tí
ónda, metur Carol Symphor, sum
lesur sálarfrøði.
– Um hon er rættvís, relevant,
faklig og tekur útgangsstøði í
støðuni hjá teirri einkultu kvinn
uni, tá hon situr yvirfyri ráðgev
anum, so meti eg ikki, at ráð
geving er av tí ónda, greiðir Carol
Symphor frá.
Hon heldur hinvegin, at henda
tvungna ráðgevingin kann fáa
fylgjur.
– At tilleggja einum menniskja
ein tørv, sum ikki er til staðar,
kann altíð hava nakrar fylgjur
við sær, segði Carol Symphor.
Persónliga frælsið
má viga mest
Eitt uppskot um eitt nú tvungna
ráðgeving fyri kvinnur, sum
vilja hava fosturtøku, snýr seg
prinsipielt um persónligt frælsi
í lóggávuni. Og sambært Torkil
Rasmussen
eigur
persónliga
frælsið at viga mest.
– Tað persónliga frælsið eigur
at viga øgiliga nógv í okkara
lógarverki, og hvørja ferð vit fara
inn við lóg og atburðsregulera
okkara borgarar, er tað eitt inn
triv. Og eitt inntriv kann bara
verða gjørt, og eigur bara at
verða gjørt, um tað er sakliga
grundað og átroðkandi neyðugt,
segði Torkil Rasmussen. Hann
vísti eisini á, at hetta ofta er eitt
kjak, sum leggur upp til etikk og
moral, og at tað tá ikki gerst ein
løgfrøðiligur spurningur, men ein
politiskur spurningur.
– Tá tað er inntriv grundað á
etikk, religión ella moral, tá blívur
tað ein spurningur, sum er øgiliga
torførur at svara upp á hvar
markið gongur. Tað er meira hvar
okkara lóggevandi, demokratiskt
valda stýri velur at seta markið,
segði Torkil Rasmussen.
Tvungin ráðgeving
er ein falitterklering
Persónligt
frælsi Eigur
samfelagið at
lata persónliga
frælsið verða í
hásæti gjøgnum
alt lógarverkið,
ella eiga vit at
lóggeva út frá
virðum, morali og
hvat vit annars
halda verða rætt og
skeivt. Hvar markið
skal ganga var
kjakevnið hesaferð
René, Rommedahl og Laudrup
Carol Symphor, Torkil Rasmussen og Jákup Petersen vóru kjakandi gestirnir í Ghetto Føroyar hesaferð
René Shaki Joensen satsar í
løtuni alt upp á yrkisleiðina í
Fótbólti, og tí er ikki tíð til nógv
annað enn at venja – og at práta
við Ghetto Føroyar sjálvandi