Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 BankNordik stuðlar sendingini Orsaka meg, umskylda og fyri­ gev mær. Eg veit, at tú ert troyttur av at hoyra um hetta evnið, sum seinastu vikurnar – følist tað í hvussu so er – hevur verið høvuðs­evnið í næstan øllum sendingum í Kringvarpinum. Tað er líka við, at evnið eis­ini hevur verið umrøtt í morgun­ lestrinum. Og her tosa vit bara um inn­an­veggja í Kring­varp­ inum. Bløðini, talríkir bloggar og Face­book, hava seinastu dag­ ar­nar verið teppibumbað við hesum einstaka evninum. Sjálvt eg eri troyttur av at uppliva viðgerðina av hesum evninum, og eg havi enntá ar­ beitt har. Eg tosi sjálvandi um møgu­ ligu uppsagnirnar í Kring­ varp­inum. Men kanska er tað ikki so undarligt, at tað verður so­ leiðis, tí í veruleikanum eru vit øll minst líka inhabil. Fólkini, sum arbeiða í Kring­ varpinum eru sjálv­andi tey við størstu áhugamálunum. Hevur tú til dømis ein redak­ tións­fund í útvarpinum, har 6 fólk luttaka, so er øgiliga sann­líkt, at 2 av fólkunum ikki longur verða har, tá jólini eru farin fram við. Men tað eru ikki bara tey, sum hava serlig áhugamál. Privatu miðlarnir hava ein risa stóran áhuga í, at sleppa framat lýsingarpengunum, sum teir uppliva at kring­ varp­ið stjelur frá teimum. Blogg­ararnir sleppa ofta at ekspertast í útvarp­inum og sjón­varp­inum. Og øll við við­ merk­ingum á Facebook, fáa hvørt ár eina rættiliga stóra rokning í postkassan frá stovn­inum, samstundis sum tey uppliva, at stovnurin er vorðin ein mastodontur, har tað tekur fleiri tímar at fram­ leiða nakrar fáar min­uttir av tilfari, sum ikki er á støði við tað, ið kemur úr tele­varp­ inum. Tey hugsa sjálvandi ikki um, at tað eru nógv fleiri fólk, sum rinda fyri tilfarið í tele­ varp­inum og tí verður mongd­ in av pengum nógv størri. Men tað seinasta er kanska einfalt hjá mær at siga. Eg eri minst líka inhabilur sum øll onnur. Eg havi fleiri ferðir starv­ast í kringvarpinum, eg kenni væl nógv av fólkunum og eg taki hjartaliga synd í teim­um øllum í hesari støð­ uni. Tað er eisini høvuðsorsøkin til, at royni at halda meg burt­ ur frá at siga, hvat er galið við stovninum ella at verja tann háttin, sum tingini hava verið og verða gjørd uppá. Hinvegin, so er tað við­gerð­ in av hesum uppsøgnunum, sum órógvar meg út um alt mark. Taka vit til dømis sjálvan dekningin hjá Kringvarpinum av sær sjálvum, so var fíggjar­ liga støðan ikki greið, áðrenn vit fingu at vita, at upp ímóti 30 fólkum skulu sigast upp, og kjakið fór í gongd um, hvussu vit síggja eitt framtíðar Kring­ varp fyri okkum. Tað svarar fyri mær til, at ein havvarírapport greiddi frá, hvussu flogfør skulu byggjast í framtíðini, uttan at nevna við einum orðið, hví flogfarið datt niður. Ikki tann besta reklam­an fyri Kringvarpið sjálvt, kunnu vit siga. Men tað er kanska ikki so løgið, at tað verður so. Har er jú totalur panikkur í øll­um. Sjálvt jolaveitslan er av­lýst, sum Norðlýsi so sera pro­ fessio­nelt valdi at fortelja. Og so er tað mongdin av til­ fari um Kringvarpið. Ímyndið tykkum, um ein triðingur av fólkunum í alivinnuni skuldu sigast upp. Rúgvan av miðla­ tilfari um tað hevði uttan iva verið nógv minni intens, hóast alingin í veruleikanum stend­ ur fyri 34 prosentum av øllum útflutningsvirði í Føroyum. Kanska halda summi, at eg nú undirmeti týdningin av Kringvarpinum, men tí eri eg ósamdur í. Mítt boð uppskot er tí, at mann brúkar ráðini, sum ofta koma, tá ein journa­list­ur kemur algoystur inn á redak­ tiónina á útvarps­tíðind­unum: Bakka 200 metrar, og tak so støðuna harfrá. Og so er eitt, sum má við eisini til fólkini á Facebook. Tað kann aldrin vera Suni Merkistein, Jan Lamhauge ella nakar av hinum framleiðandi fólkunum, sum hevur skuldina av støðuni. Tey royna hvønn dag at gera sítt besta, og gera minst líka fá mistøk sum van­ lig starvsfólk á øðrum støð­ um. Trupulleikin er, at tú sært hvønn dag teirra verk, og tí er lættara at loypa á tey enn nakran annan. Hugsa nú um hetta, og minst til, at eg eri minst líka inhabilur sum tú. Kring Varpið Ghetto klumman Tvey, ið sita og kýta seg, eru Brynhild Absalonsen og Bogi Sivertsen. Bæði eru tey merkt av strongd, tá tey lesa og eru til próvtøkur. – Tá eg lesi til próvtøku, føli eg meg altíð eitt sindur hálva alla aðrastaðni. Alt annað verður sett á “standby”. Og børnini fáa ikki líka heilsugóðan mat í próvtøkutíðini sum aðrar tíðir, sigur Brynhild Absalonsen, ið lesur Cand.merc. í marknaðarførslu. Bogi Sivertsen, ið lesur til maskinmeistara, held­ ur, at tað serliga er trupult at vera til munnligar royndir. Tá fer hjarta at banka, og sveittin spríkir út. – Eg dugi illa at fyrireika meg til munnligar royndir. Og so blívi eg fjálturstungin og missi lætt tráðin, sigur Bogi Sivertsen, ið fleiri ferðir hevur fingið løtuóvit ella »black­out« til munnligar royndir. – Eg veit ikki, hvar vitanin blív­ur av. Hon hvørvur bara, og eg minnist einki. Tað er óhugaligt, sigur Bogi Sivertsen. Hóast Brynhild Absalonsen eisini heldur, at tað er strævið at lesa til eina munnliga roynd, upplivur hon sjálva royndina júst øvut. – Tankarnir áðrenn munnligu royndina streingja meg. Tá hugsi eg ofta, at nú fara lærararnir at varnast, at eg ikki havi lisið nóg mikið. At eg ikki havi skilt alt. Men tá eg eri til roynd, so gong­ur tað altíð væl hóast alt. Og eg eri ikki so fjálturstungin, sum eg væntaði, sigur Brynhild Absalonsen. Áðrenn Bryndhild fekk bæði børnini hjá sær, plagdi hon at lesa alt samdøgrið. Men so­leiðis er tað ikki longur. Nú legg­ur hon lesnaðin til rættis eftir børnunum. – Eg hugsi altíð, hví byrjaði eg ikki fyrr. Eg ynski mær altíð eina viku afturat at lesa í. Men sam­stundis er próvtøkutíðin øgiliga spennandi og lærurík, sigur Brynhild Absalonsen. Tá Bogi Sivertsen fer til munnligar royndir, dámar honum best at sita við borðið saman við lær­ar­ anum. – Tað er lættari, tí tá kunnu eg og lærarin tosa saman aftur og fram. Um eg standi við talvuna, verði eg nógv meira nervøsur. Tá Bogi Sivertsen er farin út úr próvtøkuhølinum, minnist hann ofta einki av tí, hann hevur sagt har inni. – Tá kenni eg ofta á mær, at eg ikki havi klárað tað. Men so er tað bara at royna umaftur. Og tað hevur higartil eydnast mær, sigur Bogi Sivertsen at enda. Í próvtøkutíðum stendur alt annað í stað Próvtøkutíðin er byrjað. Og flestu lesandi útisetar sita við bókum upp um bæði oyru. Tað er nú, at tað skal repiterast Ghetto Føroyar er sending hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn hvønn hósdag klokkan 14-16. Talan er um frískt, frekt og festligt útisetaradio. Lív Højsted Horsdal, Barbara Holm, Rógvi Nybo, Eirikur í Jákupsstovu og Rólant Waag Dam gera sendingina, saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, ið standa fyri tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í seinastu sending. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt at føstu tættirnar, sum eru live tónleikur, Klumman, Útisetin og Endabresturin. Eksamiutíðin er ofta eisini merkt av eksamiustressi og hjá nógvum eisini angist fyri tí, ið er beint fyri framman – hjá øðrum er tað hinvegin, sum danir kalla tað, »den flittige elevs fest«