fríggjadagur 23. november 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er eingin, sum er fegin
um eitt sonevnt black-out,
hvørki SEV ella brúkararnir.
Og nú hevur DONG Energy í
einum breiðum europeiskum
samstarvi ment eina skipan,
sum skal forða fyri júst hes
um.
Skipanin nevnist Power
Hub, og er í veruleikanum
ein telduskrá.
- Vit hava gjørt avtalu
við tríggjar av okkara stóru
kundum um at verða við í
hesari royndarverkætlanini,
sum varar í eitt ár. Talan er
um Bergfrost í Fuglafirði,
Kollafjørð Pelagic og Hidden
fjord/Fútaklett í Vágum, sig
ur Hákun Djurhuus, stjóri á
SEV.
Telduskipanir eru settar
upp á hesum fyritøkum, sum
eru beinleiðis í sambandi við
SEV, sum aftur gjøgnum
fipurkaðal er í beinleiðis
sambandi við DONG Energy.
- Skipanin virkar á tann
hátt, at skuldi eitt nú ein
motorur á Sundi fallið út,
verða í sama splitsekundi
boð send til hesar tríggjar
fyritøkurnar, sum sløkkja
niður sítt forbrúk til eitt
minimum. Samstundisverð
ur økt um framleiðsluna
aðrastaðni,
sigur
Hákun
Djurhuus.
Fellur ein motorur á Sundi
út, ganga millum 10 og 20
minuttir at fáa hann í gongd
aftur, og tað tola hesar tríggjar
fyritøkurnar lættliga.
- Fútaklettur og Pelagic
kunnu klára seg í tímar utt
an nevniverdan streym, og
Bergfrost kann lættliga klára
seg eitt heilt døgn, sigur Hák
un Djurhuus.
Øll eygu á SEV
Hvørjar av hesum trimum
fyritøkunum letur frá sær sín
part av nýtsluni. Bergfrost
sløkkir
fyri
frystarínum,
Kollafjørður Pelagic sløkkir
fimm av seks motorum, með
an Fútaklettur sløkkir fyri
hitanum.
- Talan er um eina rætti
liga altjóða verkætlan við
áhuga um meginpartin av
Europa. Tí eru eyguni hjá
europeisku miðlunum í dag
vend móti SEV og harvið
Føroyum, sigur Hákun Djur
huus.
Og tað er nakað, sum eisi
ni landsstýrismaðurin í orku
málum, Johan Dahl, fegnast
um.
- Eg haldi tað er sera
áhugavert,
at
Føroyar
eru valdar sum øki, at
royndarkoyra hesa skipan
ina. Tað er ein verkætlan,
sum SEV og DONG Energy
settu í verk fyri nøkrum ár
um síðani, Føroyar eru væl
egnaðar til eita slíka roynd
arverkætlanVit eru fult út
førir fyri at skipa eina slíka
small-scale verkætlan, sum
hetta jú er, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at vit framm
an undan hava hesar skip
anirnar, sum nevnast smart-
grid, har til ber at samskipa
vind-, vatn- og motororku.
- Hetta er einastandandi
gott, og ikki minst at hetta
verður væl dekkað av út
lendskum fjølmiðlum er gott
fyri okkum sum land, sigur
Johan Dahl.
Ein av orsøkunum til,
at Føroyar eru valdar sum
royndarøki er, at talan er um
eina afturlætna skipan, og
tað er bæði gott og ringt.
- Ein av trupulleikunum
við at hava eina afturlætna
skipan er, at vit fáa eina av
marking í gagnnýtsluni av
vindorkuni, og hendan skipa
nin fer at gera, at tað ber til,
sigur Johan Dahl.
Økja um vindorku
Tað hevur eisini verið gjørt
nógv fyri at minka um olju
na og økja um varandi orku
framleiðslu.
- Har er vindurin og vatn
ið og seinni eisini sjóvarfals
orkan tað, sum vit koma at
seta fokus á. Vit eru í holt við
at gera ina heildarætlan fyri
el-økið, sum skal verða klár í
vár, og hon verður so lunnar
nir undir framtíðar skipan
ini. Og ein slík skipan sum
henda, vit hava sett í gongd
í dag, verður ein vitalur
partur av ætlanunum, sigur
Johan Dahl.
Ætlanin er, at vindorkan
í 2014 skal umboða 24% av
samlaðu framleiðsluni hjá
SEV, og í so máta er skipan
in, sum nú verður royndar
koyrd, hent.
- Hon er júst ætlað at
stýra
lutfallinum
millum
ymsu
orkukeldurnar.
Vit
hava jú gjørt tað lættari og
smidligari at bjóða vind
orkuna út, og tað hevur
eisini gjørt tað, at vit kunnu
taka størri mongdir inn. Vit
hava eina útbjóðing í gongd
í løtuni upp á 12 MW, og tað
er bara positivt, tað er leiðin,
vit skulu ganga, sigur Johan
Dahl.
Og tað finnast stórir
møguleikar á økinum.
- Her eru jú stórir aktørar
við á økinum, altjóða aktørar
umframt ES, so um hetta
verður væleydnað – og tað
vænti eg, tað verður – so fer
tað at merkja, at vit kunnu
byggja munandi út á vind
orkuøkinum frameftir, sigur
Johan Dahl.
Útflyta orku
Tosað hevur verið um ein el-
kaðal úr Íslandi til Føroya,
men hendan nýggjasta tøkn
in spennir kortini ikki bein
fyri hesari ætlanini.
- Nei, avgjørt ikki. Kaðalin,
sum vit hava sett á skinnarar
fyri at fáa lýst hann betri,
og sum vit hava gjørt eina
forverkætlan til, saman við
íslendingum, SEV og Jarð
feingi umframt øðrum aktør
um á økinum, er jú partur av
einari heildarloysn. Og aðal
málið hjá okkum er eisini
upp á sikt, at vit kunnu
knýta okkum upp í el-kervið
í Europa, tað er eitt mál, ið eg
vóni vit einaferð røkka, sigur
Johan Dahl.
Og tað hevur sínar av
gjørdu fyrimunir.
- Tað vil alt annað líka
eisini merkja, at føroyingar
kundu útflutt orku sum eitt
alternativ, so tað er avgjørt
ikki slept, sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður í orkumál
um.
Skoytast kann upp í, at
skipað var fyri einum roynd
ar black-out, og hóast okkurt
kiksaði hjá Kollafjørð Pelagic,
sum skuldi økja um fram
leiðsluna, samstundis sum
ein motorur á Sundi skuldi
sløkkjast, so virkaði skipanin
kortini sum hon skuldi.
Bæði Johan Dahl, lands
stýrismaður og Hákun Djur
huus, stjóri í SEV, vænta sær
nógv av nýggju skipanini og
síggja stórar møguleikar í
henni.
Føroyar sum royndarland
fyri nýggjari tøkni
»NO-BREAKE-SKIPAN« Ein nýggj skipan, sum DONG Energy hevur ment, er sett upp á kervinum
hjá SEV, sum saman við trimum stórum kundum skal royndarkoyra skipanina í eitt ár
Evert den Boer, vara sølustjóri hjá DONG Energy, Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum, og
Terji Nielsen, verkætlanarleiðari hjá SEV, seta nýggju Power Hub skipanina í gongd
Mynd: Álvur Haraldsen
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, er spentur upp á nýggju
skipanina, sum verður royndarkoyrd í eitt ár fram
Mynd: Leo Poulsen