Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Mong dømi eru um, at synir hjá skiparum, hava valt at fara sama veg sum páparnir. Onkr­ar skiparadøtur hava gjørt tað sama. Meira sjáldsamt man tað vera, at døtur hjá flog­skip­ ar­um velja at fáa sær somu út­búgv­ing. 21 ára gamla Gudny Jakob­ sen, sum er dóttir tyrlu­skip­ ar­an Hans Erik G. Jacobsen tók, mikudagin í seinastu viku prógv á flogskúlanum í Vojens í Danmark. Nú skal hon bara taka tvey skeið aftrat. Tá ið tað er gjørt, fær hon pappírini og hev­ur tá rætt til at føra stór ferða­ fólka­flogfør. Enn kann hon bara føra smærri flogfør. Hevur flogið nógv Hon hevur ongantíð verið í iva um, at hon vildi hava somu útbúgving sum pápin. - Eg havi flogið nógv sam­ an við pápa mínum, og eg havi altíð ætlað mær hesa út­búgv­ing, sigur Gudny Jakob­sen. Hon søkti inn á tveir skúl­ ar og valdi tann, sum svaraði fyrst. Í seinastu viku vóru tær tvær kvinnur, sum fingu prógv á skúlanum í Vojens. Ein mánað frammanundan tóku tveir menn prógv. Tað er alt eftir, nær næmingarnir hava vunnið sær kravdu flog­ tím­ar­nar, at teir fáa prógvið. Útbúgvingin tekur tvey ár og tríggjar mánaðir. - Tað er ein nokkso stræv­ in útbúgving, tí nógv er at lesa um alt millum himmal og jørð. Um flogfarið, rokning, veður­læru, tilrættislegging, lógir og annað, sigur Gudny Jakob­sen. Hon heldur tað vera tor­ ført at seta orð á, hvat tað er so dragandi við starvinum sum flogskipari. - Tað hevur nakað við kensluni at hava tamar­hald­ ið, og tað er deiligt, sigur hon. Útbúgvingin hjá pápa­ num Hans Eriki G. Jacobsen er bæði í at føra flogfør og tyrlu. Hann valdi tyrluna, men hon hevur valt flogfarið. Útlitini fyri at fáa arbeiði sum flogskipari eru ikki tey bestu í Danmark, og tey verða uppaftur verri, um eitt flogfelag sum SAS fer av knóranum, tí tá veksur arbeiðs­loysið rættiliga nógv. Enn hevur Gudny Jakob­ sen einki arbeiði, men hon fer í næstum at søkja. - Eg taki tað, sum eg fái, sig­ur Gudny Jakobsen, sum ong­an skund hevur at koma aft­ur til Føroya. - Tað verður eina ferð, kans­ka, sigur hon. Sum faðir so dóttir - Hetta havi eg altíð ætlað, sigur Gudny Jakobsen, sum í seinastu viku tók prógv sum flogskipari. Hon er dóttir tyrluskiparan Hans Erik G. Jakobsen Randi Jacobsen Tá ið fólkateljingin Manntal fór av bakkastokki, segði Hagstova Føroya, at fyrstu úrslitini fóru at verða kunngjørd seint í hesum árinum. Men so verður ikki. Tey fyrstu úrslitini, og tað verða fyribilsúrslit verða kunngjørd onkuntíð aftan á nýggjár. Tey verða kunngjørd í einum bóklingi, sum borin verður í hvørt heim eina ferð fyrst í nýggja árinum. - Bóklingurin verður ein gáva til Føroya fólk, sum tóku so væl undir við Manntali, sigur Øssur Winthereig, kunningarráðgevi á Manntali. Hann sigur, at vantandi royndir vóru til, at eingi úrslit eru komin enn. Nær endaligu úrslitini koma, veit hann ikki. Eitt mistak hendi, so Manntal noyddist at senda 101 spurnarbløð út av nýggjum. Fók bóru yvir, tí tað eydnaðist at fáa umleið 90 spurnarbløð innaftur. - Samanlagt var undirtøkan einastandandi, yvir 80 prosent, sigur Øssur Winthereig. Manntal seinkað Fyrst í 2013 koma fyribils úrslit frá fólkateljingini út í bóklingi, sum borin verður í hvørt heim í landinum