fríggjadagur 23. november 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Í dag, fríggjadagin 23. no
vember, eru tað 60 ár síðani,
at Sanna Hansen á Toftum
var borin í heim. Sanna hev
ur seinastu lítlu fjórðings
øldina verið ljósmóður á
Landssjúkrahúsinum.
Hon vaks upp mitt á Toft
um. Foreldrini vóru Maja og
Júst í Túni. Tey eiga átta børn,
og Sanna er nummar seks í
røðini. Pápin var skipari, og
tey vóru mong, sum vitjaðu
inn á gólvið hjá Maju og
Júst, har fryntligu døturnar
hjálptu til við at stákast.
Eftir realskúlaprógvið á
Glyvrum var Sanna á bíbliu
skúla í Onglandi, og hon ar
beiddi í handlinum hjá Pidda
og á Sjómansheiminum í
Runavík, áðrenn hon eftir
ársskiftið í 1973 fór til Keyp
mannahavnar. Burtursæð frá
einum ári í 1977-78 búleikaðist
hon í danska høvuðsstaðnum
fram til í september 1987, tá ið
hon flutti aftur til Toftir, har
hon framvegis býr.
Í Keypmannahavn lærdi
Sanna til køksleiðara. Hon
hevur ikki arbeitt nakað ser
ligt við matgerð, men henni
dámar væl og tað liggur væl
fyri at matgera, um tað so
er at kóka og steikja ella at
baka eitt nú kransakøkur til
so mong høvi.
Undir útbúgvingini til
køksleiðara var hon í starvs
læru í køkinum á einari av
føðiklinikkunum,
sum
tá
vóru í Keypmannahavn. Tá
var tað, at hugurin kveiktist
at læra til jarðamóður. Sanna
fór undir lesturin á vári í
1978, og hon leyk prógv í 1981.
Síðani arbeiddi hon á Gen
tofte og á Hvidovre, áðrenn
kósin varð sett heim aftur á
klettarnar.
Fryntliga og nærlagda
Sanna tekur arbeiðið í sera
stórum álvara, og henni dám-
ar væl at vera við í støðugari
fakligari menning. Hvønn
hósdag hevur hon viðtalu á
heilsumiðstøðini í Runavík,
har hon hittir tær flestu á
Skálafjarðarleiðini, sum eru
við barn.
Í 1978 giftist Sanna Jó
annesi Hansen. Tey eiga
tvær døtur. Randi (1979) býr í
Runavík. Hon er gift Símuni
J. Hansen, og tey eiga trý
børn – Sanna, Jóannes og
Sæunn. Elisabeth býr í Keyp
mannahavn. Hon er gift
Jóhan á Lakjuni. Tey eiga
tvær døtur – Maia og Lea.
Sanna hevur tikið ímóti øllum
fimm ommubørnunum.
Ommubørnunum dáma
væl at vitja ommuna og at
fáa vitjan av ommuni, og
hjá Sannu telur tað nógv
at vera saman við teimum
smáu. Maja, mamma Sannu,
andaðist 2. november. Átta
tey seinastu árini búði hon
á sambýlinum Vesturskin
á Toftum, og Sannu dámdi
ógvuliga væl at vitja mamm
una.
Familjuni
hevur
altíð
dámað væl tónleik og sang,
og soleiðis er tað eisini hjá
Sannu. Útisetaárini stuðlaði
hon sangin í Kristnastovu,
har hon og hennara dámdu
væl at koma, og á Toftum er
tað í samkomuni Nebo.
Føðingardagurin verður
hildin heima við hús á Høga
nesvegi 63 á Toftum leygar
dagin
24.
november
frá
klokkan 11.
J
Mikudagin
28.
november
hevur ein av starvsfeløgum
okkara her í Miðlahúsinum
mongu tey seinastu árini
rundan føðingardag. Talan er
um Eyðun Klakstein, sum er
kendur frá Sosialinum, Rás2,
Portalinum og eisini sum
fótbóltsvenjari og so mangt
annað.
Eyðun er klaksvíkingur.
Pápin er Steinmund Klakk
stein, ættaður úr Vági í Klaks
vík, og Jórun fødd Simonsen
og ættað úr Fuglafirði. Tey
eiga fýra dreingir: Heini,
Esmar, Eyðun og Bárður.
Teir búgva allir í Klaksvík
uttan Bárður, sum búleikast
í Esbjerg.
Evnini eru fjølbroytt hjá
okkara starsfelaga. Hann
er musikalskur, hann hevur
gott skil fyri fótbólti, og
javnaldrarnir har norðuri
minnast aftur á, at tað var
tíðliga, at Eyðun fór at fáast
við journalistikk.
Síðani hann í 1991 leyk
prógv á Klaksvíkar HF skeiði,
hevur Eyðun fingist við
journalistik og harvið verið
partur
av
fjølmiðlaverð
ini. Eitt skifti var hann tíð
indamaður á Dagblaðnum,
og hann royndi seg eisini
sum blaðútgevari – hann gav
nakrar fáar ferðir út fótbólts
blað sambært Tipsbladet
konseptið - áðrenn hann 4.
september í 1995 varð settur í
starv á Sosialinum, og síðani
hevur hann verið partur av
hesum
arbeiðsplássinum.
Eisini árini 1998-2003, tá ið
hann var í Aarhus og las á
journalistháskúlanum.
Tað er ein fragd at sam
starva við Eyðuni. Hann
er ógvuliga fjøltáttaður og
kennir seg vera á heimavølli,
um tað so er blaðið, netið
ella rásin, sum hann fæst
við. Fyrstu árini hevði hann
ábyrgdina av ítróttinum, og
síðani hevur hann arbeitt við
tíðindum og reportagum. Av
og á hevur hann ábyrgdina
av blaðnum, og seinnu árini
hevur hann serliga havt við
vikuskiftisblaðið
at
gera
umframt, at hann hevur
sendingar á Rás2 og eitt nú
er meistari fyri Leygarkvøld
á Hvonn og Leygarkvøld í
Klaksvík sendingunum.
Á slíkum arbeiðsplássi er
tað týdningarmikið, at tað
støðugt verður arbeitt við
menning og nýggjum hug
skotum. Í hesum er Eyðun
millum tey fremstu. Hóast
hann er lítiðlátin og ikki
ger so nógv um seg, so er
hann miðvísur og treiskur,
og skoðsmálið, sum starvs
felagarnir geva honum, er, at
tað hanga eingir lepar við, tá
ið Eyðun hevur ábyrgdina.
Hann er hugflogsríkur, væl
fyrireikaður og gjøgnum
førdur, og á arbeiðsplássi,
sum er eyðkent av, at tað
nógva snýr seg um her og nú,
er tað stórur fyrimunur at
hava onkran, sum hugsar og
telvar eina viku, ein mánað og
longri enn so fram í tíðina.
Á ítróttarliga pallinum
hevur tað serliga verið í fót
bóltinum, at Eyðun hevur
gjørt um seg. Hansara árgang
ur var góður í KÍ. Teir vunnu
nógv, og fleiri teirra komu
á besta liðið í níti árunum.
Eyðun var álopsspælari, og
tað var undirhaldandi at
eygleiða hann. Hugflogið var
stórt, fatanin av spælinum
góð, og tá ið bóltførleikin
var fínur og viljin, áræðið
og temperamentið ikki at
fara skeivur av, so kundi tað
ikki annað enn vera undir
haldandi!
Síðani hann gavst at
spæla á hægsta stigi, hevur
Eyðun útbúgvið seg innan
venjarayrkið. Eisini í hesum
hevur hann verið íðin, nær
lagdur og væl dámdur. At
samskifta er eitt av lykla
orðunum
millum
nýmót
ans venjarar. Lærdómurin
og royndirnar í journali
stikkinum eru saman við
fótbóltsskilinum og roynd
unum gott grundarlag í hes
um, og tað er einki at liggja
omaná, at Eyðun hevur
megnað úrslit sum venjari.
Eitt árið varð hann mest
sum kroystur til mitt í
kappingarárinum at taka
ábyrgdina av besta KÍ liðnum
á
seg.
Bjargingarroyndin
eydnaðist. Onnur feløg hava
dyrgt eftir Klaksteininum,
men tað er so eiðasørt, at
hann hevur verið til at vika.
Hann er klaksvíkingur við
stóra K, og higartil er tað ikki
komið upp á tal at spæla ella
venja aðra staðni enn í heim
bygdini.
Hugurin hjá Eyðuni hevur
verið at menna ungar spæl
arar, og tað hevur eydnast
væl. Har norðuri siga fót
bóltskønir, at tað ikki minst
er Eyðuni fyri at takka – og
tá gera teir lítið av – at tað
nú er ein rúgva av ungum og
evnaríkarum KÍ arum, og at
tað harvið verður roknað við
bjartari framtíð og góðum
úrslitum.
Hóast stór orka og nógv
tíð verður løgd í Miðlahúsið
og fótbóltin og KÍ, so hevur
Eyðun eisini yvirskot at vera
ein av ábyrgdarmonnunum
fyri Summarfestivalinum.
Eyðun er giftur fryntligu
Báru Skaale Klakstein, sum
eisini er kend úr ítróttar
umhvørvinum í Klaksvík.
Tey eiga tvey børn – Heðin
og Eyðvør – sum hava arvað
ítróttargávurnar hjá foreldr
unum.
Føðingardagurin verður
hildin í morgin, leygardagin
24. november, tá ið Eyðun
hevur opið hús í Spaniastovu
frá klokkan 12 til 15.
Hjartaliga til lukku á 40
ára føðingardegnum okkara
góði starvsfelagi.
Sosialurin
Eyðun Klakstein 40 ár
Sanna Hansen 60 ár