fríggjadagur 23. november 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tann 14. november fylti
mamma okkara, Gretha Lass
en, 75 ár.
Mamma er fødd og upp
vaksin í Vági, og har hevur
hon búleikast tað mesta av
sínum lívið.
Mamma giftist pabba fyri
50 árum síðan, men tað untist
teimun ikki at hátíðarhalda
henda dag. Pabba andaðist í
2009, 73 ára gamal, mettur og
útslitin av døgum eftir 60 ár
á sjónum.
Tí var avgjørt at mamma
skuldi hátíðarhalda dagin.
Dagurin var hildin í Meinig
heitshúsinum, har hon so
mong sporini hevur gingið.
Mamma
hevur
verið
heima arbeiðandi næstan
alt sít lív eftir at hon giftist
og hon fekk børn.
Sum yngri var hon í
fiski og eina tíð var hon á
posthúsinum. Var niðrið á
húsarhaldsskúla í Haderslev,
og tað hevur hon so ofta
nevnt, hvussu gevandi tað
var.
Tað skuldi verið eitt krav
at øll ung, gentur og dreingir
skuldi eitt ár á ein slíkan
skúla, fyri at vita hvat lívið
snýr seg um, annað enn at
sita á reyvuni og gløða í eina
bók ella inn í eina teldu allan
dagin.
At føða 6 børn í 10 ár
undir teimun umstøðunum,
sum vóru tá, er ringt fyri tað
yngra ættarliðið at fyristilla
sær, serliga tá ið man hugsar
um nútíðar hentleikar.
Heilautomatiskar vaski
maskinur, turkitrumlur, ja
dustsúgvarin finnur sít egna
dust, o.m.a. gott.
Hon hevur verið ómetaliga
røsk, tað er ikki smáting í
hon hevur útrættað í sínum
langa lívi. Tað eru ótøld
pløgg, hon hevur bundið og
seymað til børn, ommubørn,
langommubørn og aftur til
børn hjá vinum hjá hennara
egnu børnum, osv.
Síðan
pabba
andaðist,
hevur hon roynt at havt
okkurt til hendurnar so at
siga hvønn dag. Nakrir dagar
eru tó tyngri enn aðrir, tað
vil so vera, tá ið man hevur
gingið um hvønn annan í so
mong ár, í ódn og í logn, men
soleiðis er lívið nú einaferð.
Tú má bara hugsa um árini,
tygur høvdu saman, og at
tú kanst vera saman við
tínum 6 børnum og teirrasa
familjum.
Mamma roynir at koma
ut
millum
javnaldrarnar.
Hon gongur til eldrafimleik
á Hamragarði, hon kemur í
kirkju og nógv í missionshúsið,
sjómanskvinnuringin
og
roynir at koma norð um fjørð
við pensionistinum og til
missiónsk tiltøk, og at vitja
børnini eftir førimuni.
Tað er so sera lætt, at
halda eina veitslu hjá tær, tú
hevur fýra sera raskar døtrar,
sum allar duga at standa
fyri mati og tí hartil hoyrir.
Svigarbørnini tey rigga til
og taka uppvaskið, tað er
eisini ein vigtigur partur av
tí heila.
Við hesum fáu orðum, fari
je, at ynskja tær hjartaliga til
lukku við degnum og nógv
góð ár framyvir.
Vónadi fáa tygur ein
góðan túr niður á Danalandi,
har eisini onkur av tínum
kæru nú búleikast.
Vinarliga heilsan
Eli v. familju
Gretha Lassen, Vági, 75 ár
Til minnis um
Grettur Valdemarson Mikkelsen
úr Skúvoy
Bygdin í góðveðurs támi randa
havið alt kvirt í droymandi dýrd
ein oyggjarsonur er farin heim
til tær sólgyltu strendur
Lívið er eins og blóman
prýðir haga og bø og hvørvur
- yvir hvørjum tindi er ró –
handan fjøll tann æviga sól
Vit drýpa høvur í tøgn.
Hvíl í frið góði Grettur
Guðs einglavakt verði hjá tær
ærað veri minni títt
Steinbjørn Viggosson Olsen