fríggjadagur 23. november 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú er tømt í Brøttulíð 9 í
Havn.
Húsbóndin
Jóhan
Isholm stendur undir børu.
Húsmóðirin Jórun Arge varð
til moldar borin fyri góðum
ári síðani.
Tað gingu bara nakrir fáir
dagar frá tí, illkynjað sjúka
var staðfest hjá Jórun í fjør
heyst, til hennara dagar vóru
taldir. Jóhan hevði verið illa
fyri og á sjúkrahúsi nakrar
ferðir, áðrenn hann legðist
fyri gjáramorgunin.
Kært barn har mange
navne. Jóhan varð eisini
nevndur bæði Hanni og Kúlli.
Hetta seinna, tí hann var so
krúllutur. Hann var fimm ár
eldri enn Jórun. Tey giftust í
1969. Tíðliga í sjeytiárunum
keyptu tey húsini í Brøttulíð,
og har vuksu synirnir Erling
og Páll upp.
Vit sótu mangan væl í
Brøttulíð. Har var altíð opið
høgtíðir og hátíðardagar eins
og gerandisdagar. Skyldfólkið
í bæði borð hittist saman við
vinfólkum teirra. Søgurnar
vóru nógvar og orðaskiftini
bæði mild og hvøss, alt eftir
umstøðunum.
Hjúnini bæði høvdu sínar
meiningar og smæddust ikki
at siga tær. Bæði vóru áhugað
í samfelagsmálum sum heild
og ikki minst í mentamálum.
Jóhan varð einar tvær ferðir
valdur í Líkningarnevndina í
Havn fyri Tjóðveldisflokkin
við sera stórum atkvøðutali.
Tað harmaði hann, tá hetta
álitisstarv glapp honum av
hondum.
Foreldur hansara Elisa
beth og Erling Isholm búðu
Undir Ryggi. Har vaks Jóhan
upp saman við bróðrinum
Árna og systrini Marjun.
Mamman
var
Gaard
úr
Sjúrðargarði í vøkru og søgu
ríku bygdini Fámjin og pápin
sonur
tann
legendariska
blaðstjóran og listarmannin
Kristin Holm Isaksen, nevnd
ur Kristin í Geil.
Hanni visti væl um ætt
irnar. Geilarfólkið hevði ein
strong út á Argir, hagar Jórun
eisini hevði ættarbond. Anna,
elsta dóttir niðursetumannin
Andrass á Argjum, giftist
Poul Isaksen í Geil í Havn.
Anna var systir Niels L. Arge,
sum fyrstur fekk sær hetta
eftirnavn.
Eftirkomarar hjá Nielsi
vóru argjabrøðurnir, sum
vóru serliga kendir sum
smiðir.
Eftirkomarar
hjá
Onnu gjørdu eisini vart við
seg innan handverk og list.
Tvey børn hennara vóru
frammarlaga, tá brøðrasam
koman tók seg upp í Føroy
um. Sonurin Dia í Geil var
fyrsti føroyingur, sum varð
doyptur baptistur, og dóttirin
Elspa giftist trúboðaranum
Williami Sloan.
Geilarmenninir og argja
brøðurnir arbeiddu nógv
saman. Tað gav at býta, tá
Kommunuskúlin á Vaglinum
varð bygdur miðskeiðis í
1890'unum. Tá var ætlanin,
at hann skuldi gerast úr
timbri, men argjabrøðurnir
buðu sær til at gera hann úr
rætthyrntum gróti og vunnu
kappbjóðingina.
Jákup Andrias og Petur
Arge stóðu fyri grótlaðingini
og systkinabarn teirra Djóni
Isaksen í Geil stóð fyri
timburarbeiðnum. Tað er ikki
at taka munnin ov fullan, at
teir her settu ein varða eftir
seg, sum eftirtíðin í Havn
hevur virt.
Tá Jóhan hevði tikið real
prógv, fór hann at starvast
á Telegrafstøðini á Ting
húsvegnum. Har var hann
í mong ár. Í 60'unum vildi
hann einaferð royna okkurt
annað og fór í starv sum
teknikari í útvarpinum eitt
skifti og síðani hjálpti hann
til saman við øðrum. Tikin úr
leikum í mongum kynstrum.
Vit vóru saman í mangari
ferð, eitt nú til olympiskar
leikir í Munchen í 1972.
Í 70'unum kallaði Strand
ferðslan á hann. Har var rív
andi menning á sjógvi og landi
og í luftini. Hann fylgdi við
til Smyril Line, tá hetta felag
tók uttanlandssiglingina upp
á seg við »Norrønu«. Tað vóru
spennandi og avbjóðandi
tíðir.
Í 80'unum var Jóhan
aftur í útvarpinum sum
bandgoymsluvørður. Seinni
í ymsum størvum. Móti end
anum framvegis álitismað
ur
hjá
Strandfaraskipum
Landsins í ávísum málum og
stundum á vakt hjá sjóbjarg
ingini á Telegrafstøðini.
Jóhan hevði listargávur.
Alin upp til horntónleik frá
barnsbeini.
Spældi
leingi
fyrstu kornett í Havnar
Hornorkestri á døgum Palla
Christiansens
og
Ludvig
Breckmanns. Í HH var hann
bæði nevndarlimur og for
maður. Stóð eitt nú á odda
fyri spennandi tourné til
Skandinavia við Strandfara
skipinum »Dúgvuni«. Eitt
ódnartak, sum hepnaðist
væl.
Honum dámdi væl at
tekna. Hann var hugaður
fotografur og framkallaði
eisini myndir, tá hann var
uppi í at gera myndablaðið
Eygað, sum hann stundum
breyt um við stórum hegni.
Sum fulltikin fjarritari var
hann sjálvsagt radioama
tørur.
Á heimafrontinum dámdi
honum væl at gera mat.
Hann gjørdi allan mat, sum
hugsast kundi, og honum
dámdi væl at borðreiða hann
fyri øðrum. Jú, í Brøttulíð 9
hevði maðurin nógv at siga
í køkinum.
Jóhan Isholm var vitandi
og viðkvæmur. Hann var
eisini forvitin, skjótur og
snildur. Alt nýtt og torført
eggjaði hann. Tílíkar upp
gávur fór hann undir við lív
og sál. Men hann leiddist við
endurtøkur. Tá kundi hann
kasta frá sær og heldur leita
upp ein annan setning, sum
nýggj avbjóðing var í.
Eftir Jórun og Hanna sita
synirnir Erling og Páll. Báðir
við akademiskari útbúgving,
sum fyri meginpartin er
tikin í Føroyum. Báðir eru
undirvísarar á hægri stigi og
hava lagt hvør síni bókaverk
úr hondum.
Erling býr í Havn, meðan
Páll saman við konuni Rann
vør og barnaflokkinum býr
úti í Grógv í Syðrugøtu í
húsum, sum eina ferð vóru
barnaheimið hjá ommuni
Petru og seinni í mong ár
friðskjól hjá okkum øllum,
ikki minst foreldrum teirra
og ommuni og abbanum
Niels Juel.
Friður veri við minninum
um svágin Jóhan Isholm og
systir mína Jórun. Skjótt er
Harranum um.
Jógvan Arge
nøvn
Heilsan til Árna Mortensen
á Skælingi, sum fyllir 70 ár
og hevur 44 ára starvsdag
hjá SSL.
Góði Árni, tað kennist løgið
at skriva tær eina heilsan á
70 ára degnum í gjár, tí tað
hevði eg als ikki hugsað um,
at tú longu nú hevur nátt so
høgan aldur. Tú sum altíð
hevur verið og er so sprelskur
og altíð so ungdómligur.
Vit komu at kennast í
politiskum samanhangi tá
eg flutti til Vestmanna, og
ikki kann sigast annað enn,
at tú hevur verið trúgvur
politiskt, tí tú hevur verið
nevndarlimur í Norðstreym
oyrar Javnaðarfelag í eini 25
ár út í eitt. Nøkur tíðarskeið
hevur tú sitið sum formaður
eisini. Sostatt ert tú longst
sitandi nevndarlimir í felag
num nakrantíð.
Í gjár hevði tú eisini 44
ára starvsdag hjá SSL. Tað
undrar meg als ikki, at tú
hevur verið so leingi hjá SSL,
tí tú er ikki ein sum skiftir
bara fyri st skifta, nei tú er
støðufastur bæði so og so.
Tú hevur verið konu tíni
Eydnu ein góður stuðul í
hennara vinnuliga virksemi
á Skælingi. Tú hevur altíð
verið til reiðar at hjálpa til í
køkinum og at koyra matin
út, har hann skuldi koyrast.
Hvar tú fært alt títt yvirrskot
frá, er ringt at meta um, men
tú er ein góður og trúgvur
vinur at eiga, tað eru vit nógv
sum eru samd um.
Helst hevur tíðin verið
strævin umborð, nú árini eru
blivin mong, men eg rokni
ikki við, at tú fer at liggja á
tíl lætu síðuni, tí tú er fittur
í hondunum bæði til timbur
og jarn. Vit fara nokk at síggja
teg við onkrum fríðtíðarítrivi
heima í kjallaranum, har
Eydna eisini hevur sítt virk
semi.
Góði Árni, eg fari at
ynska tær til lukku við 70
ára degnum og við 44 ára
starvsdegnum hjá SSL.
Birgir W Høgnesen
Árni Mortensen – sjeyti og 44 ára starvsdag
Skjótt er Harranum um
Minningarorð um havnarmannin Jóhan Isholm
f. 11/5-1941- d. 21/11-2012