fríggjadagur 23. november 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Týsdagurin
23.
oktober
er mær tann týsdagurin
sum hevur veri mær tann
tyngsti.
Dagurin byrjar sum ein
vanligur gerandisdagur, tó so
at eg eri sera illa fyri hendan
dagin, havi verið í Klaksvík í
nakrar tímar á fundi. Komin
til hús aftur, má eg leggja
meg.
Tá ið eg vakni, taki eg far
telefonina og síggi at fleiri
hava ringt. Ímillum annað
Niclas, bróðir. Tá eg eri í ferð
við at ringja hann upp aftur,
ringir telefonin. Tað er mín
góði vinur Regin, sum eisini
er pápabeiggi David. Hann
spyr um nakar hevur ringt
til mín. Eg svari honum, at
telefonin hevði ligið og ladað
og eg síggi at fleiri hava ringt
á telefonina. Regin sigur
so víðari, at bróðir hansara
Sjúrður hevði eini ring boð.
David er ikki ímillum okkara
longur.
Eg var eg í sjokk, hugsaði
við mær sjálvum, hví David,
hví David, hetta var bara
heilt óskiljandi, og er tað
framvegis.
Eg havi kent David alt tað,
eg kann minnast. Tað var eitt
ár og tríggir mánaðir ímillum
okkum.
Vit ungu í bygdini, sum
ikki vóru so nógv í tali í okk
ara aldri, fylgdust sera nógv.
Serliga vóru Dávid og eg
sjálvur, so at siga altíð saman.
Frá smádrongi av og upp til
ungdóms árini.
Hann fór til skips eftir
lokna skúlagongd í 10 flokki,
og eg byrjaði at arbeiða á
flakavirkinum í Árnafirði.
David fór fyrst til skips
við Hans Erik á Flemish Cap.
Síðani var hann nógv ár við
Klakki. Og tey seinastu árini
sigldi hann við norska línu
bátinum Polarbris.
David var arbeiðsmaður
av serligum slagi. Ótrúliga
raskur og góður at sigla sam
an við, veit eg frá nóg vum,
sum sigldu saman við hon
um. Hann leyp ongantíð frá
ábyrd, var altíð har ið á stóð.
Sjálvt um hann fór skips,
so høvdu vit nógv samband
ígjøgnum árini.
Næstan hvørja ferð eg
fylti, so ringdi hann, at ynska
tillukku.
Hvørja ferð hann var
heima, so kom hann inn at
vitja. Og vit sótu mangan og
prátaðu leingi saman.
Tey seinnu árini, tosaði
hann serliga um sínar høgt
elskaðu døtrar, Gunvør og
Evu. Tað merkist so væl á
honum, hvussu góður hann
var við tær. Tær vóru hansara
eitt og alt.
Saknur
verður
nú
at
hyggja út ígjøgnum vindeyg
að á skrivstovuni her heima.
Vitandi at hann ikki verður at
síggja meira. Og ongantíð fer
at koma framvið á vegnum
niðanfyri.
Mangar, mangar túrar
hevur tú gingið framvið,
saman við teimum báðum
døtrinum hjá tær, Gunvør og
Evu. Heim á sand og í fjøruna
at leita eftir krabbum.
Barnaárini
í
Árnafirði
sum
smádreingir
gingu,
sum tá var í einari bygd,
við at spæla í fjøruni, fanga
krabbar, sigla bát, rulla horn,
fiska á seiðabergi, hoppa
band, spæla krógva blunda
ella pikk. Um veturin at
skreiða oman brekkurnar við
sletu og at standa á sparkara
frá tunnilsmunnanum og
heilt oman í bygdina, tey
kavakløddu vetrarkvøldini.
Serliga nógva tíð brúktu
vit at sparka fótbólt sum
dreingir. David, Tormóður,
Jaspur og eg, saman við
teimum tilkomnu í bygdini -
og innandura í Kí høllini.
Ikki vóru sett tey stóru
krøvini
tá.
Vallirnir
vit
sparkaðu á, vóru á vegnum
við Vaglið í bygdini, í skúla
garðinum, á sandinum, uppí
á Lánni, ella uppí á Váli.
Fótbóltsmál
vóru
ikki
tey fyrstu árini. Vit brúktu
steinar til mark, sum var at
meta sum stengur.
Seinni fingu vit í bygd
ini, eina grúsplenu á havna
lagnum yviri í bátahylinum.
Har fingu vit dreingirnir,
yvirtalað arbeiðsmennirnir
á Flakavirkinum, at kubba
jarnstengur til og at sveisa
stengurnar til málini. Hetta
fingu vit teir at gera í kaffi
pausum og døgurðatímum.
Hetta hevði nokk ikki latið
seg gjørt nakrastaðni ídag.
Nógvar tímar og dagar
á hvørjum ári brúktu vit á
plenuni. Veðrið var líkamikið.
Alt frá nógvum kava, til tá ið
sólin skein so spegilsklár, tey
føgru og minniligu summ
arkvøldini, var nýtt. Øll hesi
minni goymast sum gull
gripir í einum.
David var fastur fjallmað
ur hjá festinum Miðstovuni
sum hoyrdi til mítt barna
heim. Eisini gekk hann sum
fastur fjallmaður, hjá hinum
bóndanum í bygdini í Úti
stovu.
Tey flestu árini, frá tí vit
byrjaðu sum fjallmenn í Fýra
markahaganum, gingu vit
í hvør sínari ódn, lið um lið,
uppi við Stígarnar. Ongantíð
fall eitt øvugut orð okkara
millum, ígjøgnum hesi allar
hesar mongu fjalldagar.
Tað er gott at eiga góðar
vinir. Hetta kann eg so
sanniliga ásanna við David.
Sjálvur kom eg út fyri
óhappi, sum tað tvey ára
gamal, har eg misti mína
høgru hond. Men ongantíð
kom eitt happingarorð úr
honum.
Ymiskt er, hvussu nógva
tíð vit fáa her á fold. Fleiri
verða kallað heim fyrr og
David var ein av teimum.
Týsdagurin 23. oktober
2012 skuldi vera dagurin, tá
ið tíni seinastu áratøk skulu
rógvast.
Tú skuldi koma heim til
Árnafirðar í somu vikuni.
Hevði bílagt tær flogferða
seðil, men hetta skuldi tíverri
ikki blíva soleiðis.
Var tað nakað, sum tú
gleddi teg til, so var tað hend
an árstíðin, nú harutíðin er.
Nógvir blivur harutúrar
nir saman. Serliga skutu vit
nógvar harur í Fýramarka-
haganum, har vit sluppu at
skjóta ákkurát tá vit tímdu
at fara. Og har vóru teir
flestu harutúrarnir, sum vit
vóru, eisini.
Fyrsti
haruhagin
vit
keyptu/leigaðu
saman,
David, Jaspur og eg, var úti
á Rókum fyri nógvum árum
síðani. Minnist meg rætt, so
gjørdu vit ein rekordtúr tá,
hendan fyrsta harudagin.
Heilt frá ungum árum, var
áhugin stórur hjá okkum at
sleppa eftir harum.
Vit plagdu at vera við
sum berarar. Eg plagdi ofta
at vera við Niclas bróður og
teimum sum leigaðu Gjóvdal.
David var ofta við gubba
sínum Símun, sum oftast
leigaði dalin uttanfyri, sum
er Hiplingardalur. Tit skutu
eisini nógv harur saman, tá ið
tú fekk aldur at bera byrsu.
Tað er serliga ein dagur eg
minnist væl. Vit vóru við sum
berarar. Tað var tá vit fóru
við pápa yvir á Gjóvadali.
Vit fóru frá morgunstund
ini av og høvdu báðir fingið
harur at bera. Men eg minn
ist at eg hevði eina haru
meira at bera, tí vit fingu
aðruhvørja haru sum pápi
skjeyt.
Dagurin
fór
at
halla,
skýmingin var komin, og eg
minnist at vit tosaðu um
at vit máttu fáa eina haru
aftrat, tí so høvdu líka nógvar
at bera.
Vit gingu á veg heim
aftur og vóru komnir aftur á
gøtuna í urðini. So sigur pápi,
at nú seta tit tykkum báðir
aftanfyri ein stóran stein og
bíða.
Pápi fór avstað og setti
kós oman av gøtuni, har
sum næstan onki grót er. Vit
søgdu báðir: “Hvar fer hann
? Har kann ongin hara vera.”
Og vit høvdu mist vónina
um, at fáa eina haru aftrat.
Vit kláraðu ikki at halda
okkum, reistu okkum upp
og máttu vita, hvar hann
fór. Jú so bóru vit eyga á
hann. Hann gekk spakuliga
niðurboygdur oman eftir.
So fer hann spakuliga upp,
siktar, so buldrar, og hann
rópti á okkum. “Komi oman
nú. Her ein komin aftrat til
David”. Sum ungir dreingjir,
tóktist hetta merkiligt, at
hann skuldi vita akkurát at
ein hara skuldi sita har.
Men hann fortaldi okkum,
á veg heim aftur til húsa, at
tá tit sjálvir fara eftir harum,
so koma tit at finna nógvar
haruholur. Tað var júst ein
haruhola, sum var niðanfyri
gøtuna.
Tað verður ongin haru
túrur aftur saman. Ei heldur
fjalltúrur.
Men
minnini
um hesar løtur - og nógvar
aðrar - eru rík minnir og
virðismiklar
upplivingar
saman, sum ongantíð vera
gloymdar.
Mínir tankar fara í hesum
døgum, serliga til tykkum
sum vóru eitt og alt hjá
David. Døturnar Gunvør og
Eva. Foreldrini Gunvør og
Sjúrður. Og syskini Jákup
og Lilly. Má Harrin vera við
tykkum og vera styrkin í
komandi tíðum, hjá okkum
øllum.
Góði David. Hvíl í friði.
Og enn einaferð takk fyri alt,
sum untist okkum saman
her á fold. Eg gleði meg til,
tá ið vegirnir aftur krossast,
tá vit síggjast aftur handan
portrið.
Atli S Justinussen
Árnafjørður
nøvn
Minningarorð um
David Hansen, Árnafirði
F. 08.02.1973 D. 23.10.2012