fríggjadagur 23. november 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Tíðindaflutningurin seinastu tíðina, ja, nærum seinastu
árini hevur verið dapur at lurta eftir, tá talan er um
tíðindi sum viðvíkja kvinnum.
Vit gerast færri og færri kvinnur í burðardyggum
aldri, sum velja at seta búgv her á klettunum. Fáar
av okkum velja at koma til Føroyar aftur at búgva
eftir loknan lestur og til seinasta kommunuval var
kvinnuumboðanin í teimum ymisku bý- og bygda
ráðunum í Føroyum aftur lægri, enn hon er í londunum,
sum vit annars elska at samanbera okkum við.
Hóast miðlarnir hava verið óførir at greiða okkum
borgarum frá hesum og hava víst á vandatekin við hesi
gongd, so tykist tað sum at sletta vatn á gás hjá teim
um sum veruliga burdu lagt nakað í, um nøkur kvinna
í burðardyggum aldri verður eftir í hesum landi í fram
tíðini. Hvar eru politikararnir? Leggja teir einki í, um
nógv færri børn verða fødd í Føroyum um nøkur ár?
Leggja teir einki í tann trupulleika, at aldurspyramidan
um nøkur ár fer at standa á høvdinum? Leggja teir
einki í, um eingin kvinna er eftir í Føroyum at ansa
eftir teimum, sum møguliga koma at hava tørv á røkt á
gamalsaldri? Hvar eru tey sum eiga at leggja nakað í og
reagera upp á hesi vandatekin?
Umframt at kvinnur í burðardyggum aldri fækkast og
nógvar av teimum sum fara uttanlands at nema sær
útbúgving ikki koma aftur, hvat so við trupulleikanum,
at tað nærum bara eru menn sum taka avgerðir í hesum
landi? Er tað sunt, at tað nærum bara eru menn, sum
koma at taka avgerðir í teimum føroysku kommununum
tey komandi fýra árini?
Politikarar kunnu lóggeva um, at fiskurin skal koma upp
á land í Føroyum. Teir kunnu lóggeva um eigaraskaran
í alivinnuni, men at fara at gera nakað ítøkiligt við
ójavnan í t.d. kvinnuumboðanin í tí politisku skipanini,
tað ber ikki til. Sagt verður, at kvinnurnar kunnu bara
velja at stilla upp. Teimum nýtist ikki altíð at siga nei, tá
tær verða spurdar um at úttala seg, t.d. í miðlunum. Tað
er eisini rætt, at kvinnur kunnu bjóða seg nógv meira
fram á tí politiska pallinum, enn tær hava gjørt. Men hví
velja so fáar at gera tað? Hvat er tað sum ger, at kvinnur,
tá tær verða spurdar um at úttala seg í miðlunum, og
tá tær verða spurdar um at stilla upp, ofta siga: “spyr
onkran annan”, ella “hatta havi eg ikki skil fyri” o.s.fr.
Hevur tað okkurt við okkara mentan at gera? Er tað so,
at dreingir kunnu buldra, siga sína hugsan og kanska
verða óðir, meðan tað sama ikki er galdandi fyri gentur?
Um politikarar velja, at lata vera við at lóggeva soleiðis,
at kvinnur eru umboðaðar í almennum nevndum,
kommunum, Løgtingi og Landsstýri, ja, so eru tað onnur
tiltøk sum kunnu setast í verk. Tað sær ikki út, sum at
vit í Føroyum fáa javnstøðu við at bíða. Tað kemur ikki
av sær sjálvum og spurningurin er, um vit kvinnur eiga
at verða nógv meira ágangandi og buldra nógv meira
fram. Men soleiðis velja nógvar av okkum ikki at kjakast
og koma framat, har vit vilja hava ávirkan. Hetta mugu
mennirnir eisini taka við og hesin ymiskleiki er eisini
tað, sum kann gera okkara samfelag nógv ríkari. Kvinnur
og menn hava ikki altíð sama hugsunarhátt og sama hátt
at koma fram við loysnum og at loysa trupulleikar uppá.
Tað er júst tað sum ger okkum so vælegnað at arbeiða
saman landinum at frama. Hetta góða arbeiðslag, vit
sum samfelag kunnu fáa, fer til spillis, meðan vit bíða.
Eyðgerð
Mørkøre
Kruse
Lesandi
EYGA
MÁLIÐ
Jørðin kallar – verður
nøkur kvinna eftir
í hesum landi?
Gevið nú Kringvarp
inum arbeiðsfrið
Tað er alneyðugt, at okkara
dýramætasti mentanarberi
fær frið at savna seg um tað,
sum hann upprunaliga varð
ætlaður til: At framleiða og
varpa út dygdargott, fjøl
broytt kringvarpstilfar; før
oyingum og fólkaræðinum
at frama.
Stovnurin hevur leingi
verið forsømdur, og nú er
hann so fíggjarliga niður
píndur, at vit politiskt mugu
taka tøk, skal stovninum
verða lív lagað. Tað tænir ong
um endamáli at ákæra stýrið,
leiðslu og politisku skipanina
í hesi stund. Heldur fari eg at
líta frameftir, so Kringvarpið
ikki sleppur at bløða út, men
kemur styrkt úr kreppuni.
Tað skerst ikki burtur,
at kringvarpsgjaldið hevur
verið óbroytt seinastu átta
árini. Sama tíðarskeið hevur
inflatiónin dýrkað raksturin
við einari góðari millión ár
liga. Tað sigur seg sjálvt, at
eingin stovnur ella fyritøku
kann varðveita somu tæn
astu, um útreiðslurnar bara
hækka, meðan inntøkurnar
standa í stað.
Tað, sum Kringvarpinum
tørvar nú, er ein støðug inn
tøka, sum fylgir inflatión
ini, so stovnurin ikki skal
brúka alla orkuna til fíggjar
viðurskifti, men til frama fyri
land og fólk.
Umleggja gjaldið
Um vit vilja hava eitt kring
varp, sum hevur styrkina til
at røkja sínar public service
skyldur, og sum kann virka
sum fjórða statsvaldið, mugu
vit finna ein støðugari og
meira samhaldsfastan fígg
ingarhátt.
Ein hækking av kring-
varpsgjaldinum er ikki ein
møguleiki, tí tað er longu í
hægra lagi hjá húsarhaldum
við lágum og miðal inntøk
um.
Í løtuni rinda øll húski
3.625 krónur áriga í kring
varpsgjaldi. Bæði fólkapen
sjónistar, stakir uppihaldarar,
smábarnafamiljur,
láglønt
og millióningar. Hetta er ikki
bara ein ósolidarisk skipan,
hon hevur eisini víst seg at
vera trupul at krevja inn.
Tí eiga vit at seta í verk
eina skipan, eins og kirkju
skatturin leys av fíggjar
lógini, har øll rinda 0,7 pro
sent av síni skattskyldugi
inntøku, tikið inn umvegis
skattaskipanina. Á hendan
hátt fær Kringvarpið áleið
60 milliónir krónur árliga,
so stovnurin ikki skal dúvað
sítt virksemið upp á lýsingar,
eydnuspøl og aðrar óstøðugar
inntøkukeldur. Eisini hevði
hesin fíggingarháttur fylgt
inflatiónini.
Ein tílík skipan hevði
verið meira samhaldsføst, og
sostatt ein bati hjá teimum
mongu, sum ikki fingu lut
í flatskattinum. Ein stakur
fólkapensjónistur
hevði
goldið áleið 450 kr. árliga,
eitt húsarhald við inntøku
á 300.000 kr. hevði goldið
2.100 kr. árliga, meðan eitt
húsarhald við einari inntøku
á eina millión kr. hevði rindað
7.000 kr. árliga.
Í ár gevur kringvarps
gjaldið umleið 46 mió. kr., um
framt 6 mió. frá lýsingum og
4 mió. frá spølum, ella 56 mió.
kr. árliga til allan raksturin.
Við einari tílíkari kipan
fær stovnurin 60 mió. kr. í
kringvarpsskatti. Við spølum
hevði hetta givið 64 mió. kr. í
mun til tær 56 mió. kr. í løtuni.
So hetta hevði eisini bøtt
munandi um fíggjarstøðuna
hjá Kringvarpinum.
Tí eiga vit at umhugsa
eina tílíka skipan.
Óheft Kringvarp
Í mun til lýsingar eri eg av
teirri fatan, at virksemið
hjá Kringvarpinum skal ikki
vera bundið av inntøkum frá
lýsingum. Fyri tað fyrsta er
tað ein óskikkur, at almenna
Kringvarpið liggur í bein
leiðis kapping við privatu
miðlarnar. Eisini er tað stak
óheppið, at óhefti almenni
miðilin er tengdur av lýs
ingarinntøkum, sum í prin
sippinum kunnu ávirka tann
kritiska og óhefta journali
stikkin, sum vit hava so stór
an tørv á.
Um lýsarar ella lýsingar
vinnan kortini ynskja at lýsa
í Kringvarpinum, kunnu inn
tøkurnar av hesum fara í ein
miðlagrunn, sum allir miðlar,
privatir sum almennir, kunnu
søkja úr. Eins og Kringvarpið,
hava privatir miðlar stóran
týdning fyri fólkaræðið, men
eisini teir hava verið politiskt
forsømdir í mong ár.
Kanska
onkur
heldur,
at Kringvarpið átti at verið
fíggjað beinleiðis umvegis
skattin. Tað hevði møguliga
verið skilagott, men tá hevði
stovnurin verið bundin av
eini játtan á fíggjarlógini, sum
politikarar kunnu broyta ár
um ár. Ein hin fremsta upp
gávan hjá Kringvarpinum
er at vera vakthundur hjá
makthavarunum í samfelag
num, ikki minst politisku
skipanini. Tað hevði verið
serstakliga
óheppið,
um
vakthundurin á hvørjum
ári skuldi vigast og bindast
niður at vælviljanum hjá
somu politikarum.
Í flestu londum kring
okkum verður public ser
vice mett sum ein nátúrligur
partur av einum fólkaræðis
ligum samfelag. Meðan málið
hjá privatum miðlum fyrst
og fremst er at økja um talið
á brúkarum, skal ein public
service miðil røkja nakrar
samfelagsligar skyldur, so
sum at stimbra fólkaræðis
ligari menning og mentanar
ligum margfeldi. Tí er tað av
stórum týdningi, at vit varð
veita og hjúkla um okkara
einasta almenna kringvarp
við public service skyldum –
á einum samhaldsføstum og
óheftum grundarlag.
Aksel V.
Johannesen
Javnaðarflokkurin
Tað er ikki ov seint at bjarga Kringvarpinum. Tí eiga vit sum
skjótast at umleggja kringvarpsgjaldið til eina støðuga, óhefta og
samhaldsfasta skipan, har allir skattgjaldarar rinda 0,7 prosent
av inntøkuni, og Kringvarpið fær frið at vera kringvarp
Ein hin fremsta uppgávan hjá Kringvarpinum er at
vera vakthundur hjá makthavarunum í samfelag
num, ikki minst politisku skipanini. Tað hevði verið
serstakliga óheppið, um vakthundurin á hvørjum ári
skuldi vigast og bindast niður at vælviljanum hjá
somu politikarum