fríggjadagur 23. november 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Jógvan Sundstein
Fyrrverandi løgmaður, landsstýrismaður,
løgtingsformaður og løgtingsmaður
Tíðindaberi, mentanarframleiðari,
kjakforum, public service v.m.
Í
mínum ungu døgum, vit skulu
aftur til kríggsárini og tíðina júst
aftaná, høvdu vit ikki slíka yvir
flóð av miðlum, sum vit hava nú.
Føroyskt útvarp var einki, danska
útvarpið hoyrdist illa, norðmann
inum royndi ein at lurta eftir, men
annars var tað bretska útvarpið,
sum var álitið, tá tað ráddi um al
tjóða tíðindi. Av føroyskum bløð
um hildu vit Dagblaðið og Dimma
lætting. Hendingaferð sá eg eisini
bløð sum Føroya Sosial Demokrat
ur, Fríðu Føroyar, Tíman og okkurt
annað.
Tann mest prominenti og álítandi
tíðindaberi tá var uttan saman
líkning BBC, British Broadcasting
Corporation. Hesi stovnur hevur í
90 ár verið ein hin fremsti, um ikki
tann fremsti, innan sítt øki, sæð
í heimshøpi. Hann hevur økt sítt
virksemi frá útvarpi til internet
og ikki minst sjónvarp við fleiri
kanalum. Støddin er eitt, men øll
hesi mongu ár hevur hann verið
roknaður sum hin mest álítandi
og trúverdigi tíðindamiðil. Bæði tá
tað snýr seg um beinleiðis tíðindi
og analysu og bakgrundsviðgerð
av hendingum.
M
en so hendir tað, at sjálvt
BBC ikki klárar at liva upp
til sítt góða navn og umdømi.
Innanfyri eitt stytri tíðarskeið
ger hesin miðil tvey stór mistøk,
sum hava stórt rumbul við sær
innan fjølmiðlaheimin, serliga í
Bretlandi, men eisini runt um í
heiminum. Annað mistakið var,at
stovnurin “krógvaði” eina sending
um pedofiligølu í sambandi við ein
um av teirra egnu kendastu með
arbeiðarum. Hitt stóra mistakið
var tað øvugta. Her gjørdu teir eina
sending við óprógvaðum álopum á
ein kendan politikkara, eisini fyri
pedofili. Hetta vísti seg ikki bara
at vera óprógvað, men beinleiðis
skeivt. Maðurin hevði als ikki for
brotið seg.
Mistøkini høvdu við sær, at BBC
misti stóran part av trúvirðinum
og kom út í eina stóra gølu. Ovasti
stjórin og onkur afturat noyddust
at fara frá. Og gølan hongur fram
vegis við í miðlafyritøkuni og í fjøl
miðlaheiminum sum heild.
Fyri at koma aftur til føroysku fjøl
miðlaverðina, so má sigast, at nógv
er broytt síðani eg var ungur. Vit
hava framvegis tíðindabløð, hóast
ikki so mong. Vit hava bæði útvarp
og sjónvarp, bæði alment rikin
og privat rikin. Men harafturat
hava vit heimasíður og portalar
av ymiskum slagi, og ikki minst
eru vit vælsignað við face-book og
líknandi teknikki. Tíðindi og kjak og
viðmerkingar ferðast runt í luftini
líka skjótt ein kann flyta fingrarnar
á tastunum.
A
lt gott um hetta í sjálvum sær.
Men tá ið eg havi loyvt mær at
koma inn á hetta evni, so er tað tí
eg mangan øtist við um støðið, sum
kjakast verður á. Nýggja tøknin
hevur við sær, at ein sum útiseti
hevur góðar møguleikar at fylgja
við i tí, sum gongur fyri seg heima.
Í tann mun stundir eru til tað fær
ein nógv við av tí, sum útvarp og
sjónvarp og bløð framleiða, bæði
av tíðindum og øðrum sendingum.
Men eisini mangt av tí, sum kemur
á heimasíður og portalar, hevur
áhuga.
Tíðindi er sjálvandi ein stórur part
ur av tí, sum sæst og hoyrist á miðl
unum, men í stóran mun verður
hetta fylgt upp av kjaki og við
merkingum frá lesarunum. Hetta er
sjálvandi sum útgangsstøði positivt,
men alt ov ofta má ein við sorg
ásanna, at málburður og orðaval er
á nógv lægri støði enn hóskandi er
fyri alment kjak um samfgelagslig
viðurskifti.
Í
gomlum døgum var vanligt, at
føroyska blaðkjakið fór fram
í
dulnevndum
lesararbrøvum.
Ofta kom støðið undir vanligt lág
mark, serliga tá ið ráddi um álop
á persónar. Tá komu bløðini út
eina ella tvær ferðir um vikuna.
So tað skrivaða “sodnaði” nakað
betur. Nú eru bæði tíðindastubbar,
greinar og lesarabrøv á alnótini
næstan beinanvegin tey eru
skrivað á telduni. Og fáar tímar,
ella bert løtur, aftaná er flokkurin
av viðmerkjarum uppá spæl. Tað
positiva við hesum framferðar
hátti er, at næstan altíð er navn
undir og mangan eru greinar og
viðmerkingar eisini uppbyggjandi.
Men alt ov ofta eru serliga viðmerk
ingarnar beinleiðis niðurbrótandi.
Eitt er, at tær eru kritiskar, tað
kann vera gott, men mangan sært
tú ljótar viðmerkingar. Niðurgerð
og útspilling av persónum er tíverri
gerandiskostur. Tað er rættiliga
sjáldsamt, at tú sært viðkomandi
og kontruktivan kritikk av tí, sum
viðmerkingar eru til. Tað sær út fyri
mær, sum at face-book tøknin ger
tað møguligt at sleingja um seg við
skrivaðum orðum eins skjótt, sum
ein ger tað við tí talaða orðinum.
Munurin er bert tann, at tað talaða
(um tað ikki verður upptikið) kann
hvørva og gloymast, meðan face.
book teksturin verður hangandi á
alnótini á einihvørji móttøkusíðu
og síggjast av fjøld av lesarfum.
Nú kann eg kanska sýnast nakað
erkvisin, men eg kann ikki koma
burtur frá, at stórur partur av við
merkingunum á serliga tíðinda
portalum er útspilling av ávísum
politikkarum. Um tú fylgir væl við
viðmerkingum í til dømis eina viku
ella tvær, so sært tú fyri tað fyrsta
mong av teim somu viðmerkjara
nøvnunum ganga aftur. Tað sær út
til, at nakrir persónar hava tað til
fragd, men tað er teimum sjálvandi
væl unt. Harnæst kann ein næst
an bert við at síggja navni á við
komandi gita sær til, hvat stendur
skriva.
E
g nevndi, at ávísir politikkarar
eru út fyri serligari útspilling.
Teir mugu sjálvandi tola rættiliga
nógv í sínum virki, men máti skal
kortini vera við. Um ein lesur ávísa
nøgd av viðmerkingum, so er tað
serliga ein persónur, sum verður
drigin nógv fram. Og tað er Jørgen
Niclasen, fíggjarmálaráðharri og
formaður Fólkaflokksins. Næstan
líka mikið, hvat evni, ið verður við
gjørt, so verður høgt eftir Jørgen,
og hann verður róptur bæði eitt og
annað niðurgerandi. Og um tað ikki
er hann persónliga, so er tað Fólka
flokkurin, sum hevur skyldina fyri
allar landsins (og verðsins) ólukkur.
Og so kann ein spyrja, hvat hevur
maðurin gjørt? Jú hann hevur
saman við sínum flokki og trimum
øðrum flokkum átikið sær at stýra
landinum í hesum valskeiði. Áðrenn
valið legði hann fram valskrá flok
sins, og aftaná valið fekk hann
meiriluta fyri at gjøgnumføra týð
andi partar av hesi skrá. Millum
annað eina týdningarmikla skatta
umlegging.
Hetta
og
hansara
fíggjarpolitikkur annars innihalda
nógv tiltøk, sum eru til frama fyri
Føroya land í hesum heimsum
fatandi fíggjarkrepputíðum. Tey,
sum rópa mest um krepputiltøk í
Føroyum, skuldu fari burtur í onnur
lond, og sett seg inn í tiltøkini har.
N
ú eg kom eitt sindur inn á
Fólkaflokkin, og hendan grein
in kemur í blaðið 23. november, vil
eg nýta høvið til at senda flokkinum
eina heilsu við ynski um góðan
landsfund hin 24. november.
Public service
Flestu føroysku fjølmiðarnir eru
privatir og virka undir vanligum
kappingarumstøðum.
Men
ein
miðil, sum heslt eisini er tann mest
umfatandi, hevur eina serstøðu. Tað
er Kringvarp Føroya. Hesin stovnur
fær meginpartin av síni inntøku frá
lógarásettari
gjaldsuppkrevjing.
Afturfyri hevur hann ávísar skyldur
niðurfeldar í eini “public service”
avtalu. Skyldurnar snúgva seg um
m.a. tíðindafluttning, mentunnar
tiltøk og annars ávíst fjølbroytni.
Meðan eg fáist við at skriva hesa
grein koma tíðindini um, at KVF
er komið í fíggjarligar trupulleikar,
og at væntast kann, at 30- 40 % av
starvsfólkunum áðrenn langt um
líðir verða søgd úr starvi.
H
etta vóru ikki góð tíðindi at
frætta. Men tá samstundis
verður upplýst, at inntøkurnar hjá
KVF liggja um leið 60 mió. kr. og
útreiðslurnar á nøkulunda sama
støði, so dugi eg ikki at síggja annað
enn, at arbeiðast kann við hesum
og neyðugar justeringar kunnu
gerast, uttan at alt ov ógvusligar út
skeiðingar og niðurlagingar skulu
gerast. Mín áheitan til leiðsluna
í Kringvarpinum er tí, at tit ikki
fara í panikk og í skundi gera alt ov
ógvuslig tiltøk, sum torført verður
at rætta upp aftur.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen