Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn 15. november fingu Krista Sólsker og Allan Sólsker, Æðuvík, eina dóttur. Hon vigaði 3990 gr og var 53 cm long. Føðingar 8. november fingu Guri Vinther og Philip Van Hecke, Lier, Belgien ein son, Lukas, vekt 2790, longd 47 cm. 14. november fingu Hanna Katrina Símunardóttir Hansen Meinhard Jákupsson Petersen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3670 gr, 16. oktober fingu Annika Weihe og Ólavur Kjølbro búsitandi í Keypmannahavn eina dóttur á Ríkissjúkrahúsinum. Dótt­ urin vigaði 4158 gram og var 52 cm long. 6. november fekk Tóri eina lítla systir. Hon vigaði 3490 gr og var 50 cm long. Foreldrini eru Annika & Høgni Zacharia­sen, Tórshavn 6. november fingu Maria Vang Justinussen og Niels Pauli Justinussen, Leirvík, eina dóttur. Hon viga 2730 gr og var 50 cm long. 19. november fingu Asa og Heini Krossteig ein son. Hann vigaði 3630 gr og var 53 cm langur, 16. november fingu Súnfríður Jacobsen og Heidi Højgaard, Saltangará, ein son. Hann vigaði 4380 gr og var 55 cm langur. 12. november fingu Anna Maria Kass Henriksen og Kári Henriksen á Nesi eina dóttur. Hon vigaði 2950 gr og var 51 cm long. Í gjár vitjaði hálendski sendi­ harrin í Keypmannahavn, Eddy Middeldorp, í Tinga­ nesi, har hann hitti løg­ mann. Sendiharrin er á vitjan í Føroyum í samband við, at Hanus Hansen er til­ nevndur konsul og fyri at kanna møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi mill­ um Holland og Føroyar. Á fundinum greiddi løg­ maður frá búskaparligu støð­uni í Føroyum, arkt­ isku strategiini hjá lands­ stýr­inum og oljuleit­ing­ini í føroyskum øki. Løg­ maður kunnaði eisini um ætlanirnar á ferða­vinnu­ økinum og um endur­skoð­ anina av fiski­vinnu­lóg­ gávuni. Sendiharrin bar fram, at hálendskt vinnulív hevur stóran áhuga í at gera íløgur kring heimin. Hálendski áhugin fyri at fáa í lag tví­ skatta­avtalu við Føroyar varð eisini nevndur. Hálendski sendiharrin hitti løgmann Hanus Hansen, Kaj Leo Johannesen og hálendski sendiharrin í Keypmannahavn, Eddy Middeldorp Jørman Petersen er nú stats­ autoriseraður Jørmann Petersen, grann­ skoðari hjá Nota í Havn prógv sum statsaut. revisor í Keypmannahavn. Jørmann Petersen, sum er føddur 1. apríl 1972, er uppvaksin í Sandavági hjá foreldrunum Onnu Sofíu og John Petersen. Jørmann tók hægri handilsskúlaprógv í Tórs­ havn í 1992, og eftir hetta fór hann bein­leiðis í læru hjá Grann­skoð­ara­felagnum Carl Vil­helm Weihe, sum grann-skoð­ara­virkið NOTA æt tá. Í 1997 fór hann til Dan­markar til víðari lestur, har hann tók cand.merc. aud. prógv í 2002. Jørmann arbeiðir í dag sum grannskoðari hjá grann­skoðaravirkinum NOTA, og hevur arbeitt har tilsamans í umleið 12 ár. Hjá NOTA eru í dag tveir statsaut. revisorar, Hans Laksá og Jørmann Petersen, sum báðir eru við til at mynda ovastu leiðsluna í felagnum. Jørmann býr í Hoyvík saman við konuni Bryn­ hild, og saman hava tey døtrarnar Ronju og Juliu. Nýggjur stjóri á Rúsuni Landsstýrismaðurin í vinnu­málum hevur sett Rógva Andrias Fossá­dal sum stjóra á Rús­drekka­ sølu Landsins. Rógvi Andrias Fossádal er 45 ára gamal og er út­ búgv­in cand.merc. Hann hev­ur drúgvar royndir frá pri­vata vinnulívinum m.a. inn­an handil, sum virkar á al­tjóða marknaðinum. Rógvi hevur eisini starv­ast sum fíggj­ar­leiðari inn­an privata vinnulívið í Dan­mark. Seinastu tvey árini hev­ ur hann starvast sum fíggj­ arleiðari á Rús­drekka­sølu Landsins, og hann hevur seinastu mán­aðirnar røkt starvið sum fyri­bils­stjóri á Rús­drekka­sølu Land­sins. Rógvi tekur við starv­in­um 1. desember.