Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vita contemplativa Í Nýggja Testamenti er tað góða lívið frammarlaga, sum orðini um liljurnar á markini eru eitt av mong­um dømum um. Eitt tað mest týð­andi hugtakið í klassiskari griksk­ari heimspeki er tað, grikkar róptu areté, eitt hugtak, sum, iva­ leyst meira breitt, fatar bæði um før­leikan í einum starvi ella í ítrótt­ um og um tað moralskt rætta og rætt­vísa lívið. Platon hevur halgað hesum hugtaki ein heilan dialog, Menon, sum er eitt orðaskifti millum Sokra­ tes og unglingin Menon um júst hetta evni. Fara vit nú longur fram í tíð, so var í kristnari hugsan tíðliga í miðøld skilnaður millum vita activa og vita contemplativa, lívið, har dagligt virki var aðaltátturin, og lívið, sum var halgað hugsan og grundan. Og ongin ivi var um, at hetta seinna lívið var hægri mett enn hitt fyrra. At siga at vanlig menniskju í dag á okkara leiðum hava gloymt tað góða lívið, hevði verið púra burtur­ við. Vit kenna øll mong dømir um, at borgarar, kvinnur sum menn, kanska serliga tá ið aldurdómurin nærkast, duga at byggja eina ríka tilveru upp rundan um okkurt ar­ beiði ella onkra dagdvølju, tey duga væl ella læra seg at duga væl. Dømir um hetta eru eitt nú smíð, mat­gerð, binding, veving, at skera út, seyða­ hald, útróður, ymisk sløg av list ella brúks­list, krops­venjing ella lesn­ aður. Ein slík dagdvølja gevur tá lívinum eina meining, fyllir dagin við gleði og ger ivaleyst mangan árini fleiri. Tann ónyttuga dýrdin Hyggja vit nú at teimum, sum hava valdið, bæði í vinnulívi og politikki, og at teimum, sum føra orðið í tí almenna rúminum, so er myndin ein heilt onnur. Eg hugsi her m.a. um búskaparfrøðingar, vinnulívs- og ídnaðarmenn og fyrst og fremst um politikarar. Annaðhvørt tað er hjá okkum ella úti í heimi, so tyk­ist tað góða lívið ikki at vera til í huga­ heiminum hjá hesum fólkum. Hjá okkum tosa slíkir menn tíð­ liga og seint bara um vøkstur, keypi­ orku, milliardir, makrel, sild, svart­ kjaft, aling, skattalættar, sparingar, fyri ikki at tala um olju. Áhugin og medvitið tykjast burturav at vera knýtt at tí materiella ella, við bíbilsk­um máli, at tí gudi, sum eina­ ferð varð róptur Mammon. Roynir tú at greiða einum politik­ara frá, at lærdómur í okk­ ara skúlum eisini eigur at fata um hug­takið humaniora, t.e. eitt nú kynstrið at virðismeta ein tekst sum eitt sjálvstøðugt fagurfrøðiligt virði og ikki sum ein miðil tengdan at vinnuligari virðisøking - at eyg­ leiða eina yrking ella ein sang ella ein sálm sum liljuna á markini, prang­andi har í síni púra ónyttugu dýrd - so skilir hann ikki, hvat tú tosar um. Tað er púra í samsvari við hetta, at fagurfrøði og mentan á okkara leiðum sum heild eru forfjónað, van­røkt og niðurspard, stundum eisini vanvird. Tey sjey grundvirðini Men hvat er tað góða lívið? Robert og Edward Skidelsky hava sett eitt yvirlit upp við sjey eyðkennum ella kriterium, sum eftir teirra tykki fata um hetta hugtak. Teir rópa hesi eyðkennir grundvirðir ella basic goods. Teir tykjast hava lagt neyva, analýtiska hugsan í at orða hetta yvirlit, og teir nevna nakrar megin­reglur, sum eru galdandi fyri tey sjey grundvirðini. Tey eru universell, t.e. tey hava gildi fyri fólk um allan heimin, við ymiskum tjóðskapi og átrúna. Tey eru endalig, t.e. góð og virðismikil í sjálvum sær og ikki tengd at einum øðrum endamáli. Tey eru sui generis, t.e. tey umboða ikki undirbólkar hjá einum øðrum meginvirði. Og tey eru ófrá­víkilig, tað merkir, at eitt menniskja, sum ikki hevur eitt av hesum grundvirðum, má metast at vera fyri onkrum missi. Tað fyrsta grundvirðið er heilsa. Tað næsta er tryggleiki. Tað triðja grundvirðið er virðing ella tign. Hetta triðja virðið er lutvís treytað av borgaraligum rættindum og lut­ vís av, at eitt menniskja, maður ella kvinna, dugir eitt arbeiði ella ein kunst – tað kann vera seyðahald, matgerð, smíð, orðabókagerð, sjó­ mansskapur ella hegni til at fáast við maskinur – sum gevur tí sjálvs­ virð­ing og umdømi. Tað fjórða grundvirðið er per­ són­leiki, t.e. eitt lív, har eitt menn­ iskja, eftir sínum lyndi, formar sína individuellu mentan, við áhuga­ mál­um, lívsstíli, smakki og ítriv­ um. Ein partur av hesum fjórða virð­in­um er tað, sum Michel de Mon­taigne rópaði »eitt rúm aftan fyri handilin«, tann privati klivin, har eitt menniskja í friði og náðum putl­ast við sítt egna. Tað fimta grundvirðið er samljóð við natúrina. Fatanin er tann, at sálar­lig heilsubót er at finna í natúr­ini, og hetta er sjálvsagt ein grund til, at vit eisini í risastórum, fjøl­bygdum býum hava viðalundir ella vøtn, ið eru býarins grøðimiklu poknur. Náttúran kann opna dyrn­ ar inn í tað guddómliga, og fyri hundr­að árum síðani setti ein ung­ ur, vakur yrkjari, beint tá komin til Sanda­vágs, hesi orð á blað um hetta: Tú finnur hann í lotunum, sum svalliga anda, tú finnur hann í blómunum, sum áarbakkan randa. Tí fari eg til fjals, tá ið mørkin gerst grøn. Skapandi frítíð Tað sætta grundvirðið er vinskapur, eitt hugtak, sum fatar um bæði tann tokka og tann trúskap, sum eru óbundin av sjálvsøkni ella privatum egin­áhugamálum. Tað sjeynda og seinasta grund­ virðið er tað, sum bretar rópa leisure. Hetta hugtak kann umsetast til frítíð, men beinari hevði helst verið at rópt tað skapandi frítíð. Tað merkir kanska tað sama sum tað grikska hugtakið scholé, ið sip_ ar bæði til frítíð og til filosofiskt orða­skifti, og sum í uppruna er tað sama sum okkara orð skúli. Hetta slagið av skapandi frítíð andar uttan fyri vinnunnar og ídn­ aðarins krøv og somuleiðis tey krøv, sum tað reglubundna, slitkenda ar­beiðið setir. Menniskjan kýtir seg, men ikki fyri at tæna nøkrum kravboði uttanífrá. Allir møguleikar hava her eins gildi, at binda, baka breyð, telgja, smíða, røkja sín urta­ garð, fáast við ættarfrøði, hugsa ella lesa. Um hetta siga feðgarnir Skidelsky: Skapandi frítíð er keldan til hægri hugsan og mentan, tí ikki fyrr enn vit eru frísett frá tørvsins trýsti megna vit at hyggja at verðini og grunda yvir hana í sínum neyva eyðkenni og síni vídd. Og teir endurgeva tann týska katólska heimspekingin Josef Piep­ er, sum tekur soleiðis til: Tá ið vit av sonnum lata okkara huga dvølja grundandi hjá eini rósu, ið setir knubbar, hjá ein­um spæl­andi barni, hjá einum gud­dóm­ ligum loyndarmáli, fáa vit hvíld og kveikjan sum úr einum dreyma­ leysum svøvni. Tað guddómliga Í hesum løtum, sigur Josef Pieper, hendir tað stundum, at mannasálin »fær vitjan av einum medviti um, hvat tað er sum skapar samanhang í heiminum«. Orðini eru vøkur og djúp, men at kalla tað sama varð sagt, eftir mínum tykki vakrari, fyri sløkum tjúgu øldum síðani: Og hví stúra tit fyri klæðunum? Gevið tykkum far um liljurnar á mark­ini, hvussu tær vaksa; ikki tær arbeiða, ei heldur tær spinna; men Tað góða lívið Kronikk – seinni partur Vøkstur og ræðandi ójavni eru tíðarinnar tekin. Men hvat var málið? Hava vit gloymt ein lærdóm, sum var ein sjálvfylgja í forn- og miðøld? Robert Skidelsky