fríggjadagur 23. november 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eg sigi tykkum, at ikki sjálvur Sálo
mon í allari dýrd síni var skrýddur
eins og ein teirra.
Her eru nú nevnd tey sjey grund
virðini, sum tilsamans umboða tað
hugtak, vit kunnu rópa tað góða
lívið. Heilsa, tryggleiki, virðing, per
sónleiki, samljóð við natúrina, vin
skapur, skapandi frítíð. Onkur spyr
nú kanska: Hvar er tað guddómliga
í øllum hesum?
Svarið er eftir mínum tykki
kanska treytað av, hvar tann ein
staki stendur í trúarspurningum.
Men fyri mongum menniskjum
um allan knøttin er tað guddómliga
grundin undir øllum virðum, ella,
kunnu vit siga: tað stendur yvir
øllum hesum virðum. Onkur annar,
ein eksistentialistur ella agnostik
ari, hevði kanska sagt, at tað gud
dómliga, meira neyvt skilmarkað,
er partur av tí, vit kunnu rópa skap
andi frítíð.
Meinbogar
Men hvørji livilíkindir hava hesi
sjey grundvirðini í heiminum í
dag? Ber til at peika á vøld ella
stovnar, ið verja ella varðveita hesi
virðir, og ber til at peika á maktir,
ið skerja tey ella leggja teimum
forðingar? Hyggja vit runt alla
havsbrúnna, so hava vit, í londum
við einaræði ella fámannaveldi, ilt
við at síggja, at fjálgað verður um
slík virðir.
Hinvegin er tað týðiligt, at
longsulin eftir teimum er univer
sellur og almennur, og tí hava vit
tey seinastu árini sæð uppreistrar,
kollveltingar ella demokratiskar
rembingar í londum sum Ukraina
og Georgia og nú seinast víðahvar
í tí arabiska heiminum.
Forðingarnar kunnu koma úr
erva, frá einum harðrendum valdi,
frá einum peningasterkum harka
liði ella einum grimum einaveldis
harra. Men tær kunnu eisini koma
úr neðra, frá fólkinum sjálvum, har
tær eru festar í gamlari mentan og
gomlum átrúna.
Er talan um ein tvídrátt, eiga
mentan og átrúni at víkja fyri virð
unum. Tí kann steining, framd
ímóti
verjuleysum
kvinnum
í
Saudiarabia ella Iran, ongantíð
góðtakast. Og somuleiðis kunnu
vit, heima hjá okkum, ikki góðtaka
happing, framda móti samkyndum,
og heldur ikki tey tekstbrot, har
mælt verður til slíka happing.
Tey glataðu
Halda vit okkum til vesturheimin,
so er ein meginhóttan móti teimum
sjey grundvirðunum at finna í
teirri vaksandi gjónni millum rík
og fátæk. Eg nevndi fyrst í hesum
fyrilestri, at í USA – sum er eitt
fyridømi hjá mongum – var hesin
ójavnaður í 1970 sum lutfallið 1 til
30, meðan hann í 2010 var sum lut
fallið 1 til 263.
Í fylgi við hesi gongd síggja vit
onnur rák, eitt nú hetta, at fak
feløgini verða nógv skerd, ella
stundum hálvavegna burturmáað,
at minstaløn, arbeiðaravernd og
brúkaravernd verða avtikin, og
heilsuskipanir ikki settar í verk ella
avtiknar.
Ein avleiðing av hesi armóð
er býir ella býarpartar, har fólk í
túsundatali lívbjarga sær í risa
stórum dungum av gomlum jarni,
konteynarum ella brotnum bilum,
búgva í skúrum av krússfineri,
eta blikkamat av papptallerkum
og annars fáa dagin at ganga vit
at skjóta eftir hvørjum øðrum. Í
hesum sambandi renna einum í
huga hesi orð, sum eru at finna í
Matteusar evangelium, 9. kapitli:
Men tá ið hann sá mannamúgvur
nar, tókti honum stórliga synd í
teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar
og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið
ongan hirða hava.
Tey tvey ríkini
Tað hugtak, sum her verður sett
fram, er samkensla ella samhugi.
Henda samkensla hevur ta seinastu
øldina ment seg og er í pørtum av
tí demokratiska, kristna heiminum
blivin ein drívmegi, sum enn í dag
tryggjar, at ikki fá lond í Europa
hava varðveitt tey sjey grundvirðini,
í meira ella minni fullkomnari vídd,
ella tað undirkervi, sum ger tey
møgulig.
Í hesum londum verður fjálgað
um heilsu og tryggleika og ansað
eftir, at ójavnaðurin ikki sleppur
at renna upp í slokk. Dømir um
slík lond eru Týskland, Frakland
og Niðurlond, men fyrst og fremst
Norðurlond.
Um okkara egna lítla land er at
siga, at vit enn so dánt eru partur
av tí norðurlendsku samfelags
myndini. Men vit reka nú so smátt
vestureftir, móti tí landi, har fólk í
vaksandi tali kroka, vanrøktað og
illa viðfarin, í tjald- og skarnbýum
sum »teir glataðu seyðir Ísraels«.
Um hesa fyrimynd hevur ein hug
at siga, sum revurin, tá leyvan beyð
honum inn í sína holu, at vestigia
terrent, t.e. »sporini ræða«.
Valið stendur tí ímillum hesi
bæði ríkini, marknaðarins ríki og
samhugans ríki. Í sínum slóðbrót
andi verki The Great Transforma
tion, frá 1944, vísir tann ungarski
búskaparfrøðingurin Karl Polanyi
á, at sleppur marknaðurin, t.e. kapi
talurin, ótálmaður inn at menniskj
ans nakna holdi og moyru sál, ferst
alt, heilsa, trygd, mentan, familja,
tjóðskapur og átrúni.
Men menniskjan, ið er sosialur
kapitalur, eigur at vera væl viðfarin,
eisini av vinnuni. Tí saman við væl
ferðini ferst eisini tann grund, sum
øll vinna í evstu syftu byggir á.
Samhugans ríki er tað fríholt ella
tann verja, sum ger, at menniskjan
og hennara samfelag, í einum
samskifti, har kapitalurin vil seta
treytirnar, kortini megnar at liva
hampuliga óskadd og ómeltað og
við atgongd til tey sjey ófrávíkiligu
grundvirðini. Hetta ríki hevur varð
veitt okkum og okkara mentan ta
seinastu heilu ella hálvu øldina.
Eftir mínum tykki eiga vit ikki at
lata hetta ríki fara, men at styrkja og
menna tað og at taka tað at okkum
sum eina ófrávíkiliga fyritreyt.
Robert Skidelsky & Edward
Skidelsky: How Much Is Enough?
The Love of Money, and the Case
for the Good Life. Allen Lane 2012.
eftir Hanus Kamban
Karl Polanyi.
Samhugans ríki trygd
móti kapitalinum