Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Starvið Starvið fevnir um gransking og útbúgving við atliti at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum í føroyska samfelagnum. Lektarin skal virka fyri at menna eitt sterkt granskingar- umhvørvi, hvørs gransking skal vísa á burðardyggar møguleikar fyri at minka um nýtsluna av fossilum brennievnum. Somuleiðis skal lektarin virka fyri saman við øðrum at menna hægri útbúgvingartilboð í orku- og umhvørvisverkfrøði við serligum atliti at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum. Lektarastarvið er fast vísindastarv. Førleikar Umsøkjarar skulu hava ph.d. útbúgving og starvsroyndir, ið eru viðkomandi fyri starvið. Lektari í orkuverkfrøði Eitt lektarastarv í orkuverkfrøði á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi verður hervið lýst leyst at søkja. Starvið skal setast frá 1. mars 2013 ella e$ir avtalu. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini. Umsóknir skulu sendast til við telduposti til umsokn@setur.fo ella í fýra eintøkum til niðanfyristand- andi adressu Fróðskaparsetursins. Ynskiligt er at umsóknirnar eru orðaðar á enskum. Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum landsstýrið og Akademikarafelag Føroya. Freist Umsóknarfreist er 26.11.2012. Umsóknin skulu stílast til umsokn@setur.fo ella Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J. C. Svabos gøtu 14 Postrúm 272 110 Tórshavn Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar fáast hjá rektara Fróðskaparsetursins, Sigurði í Jákupsstovu, sigurdj@setur.fo og Hans Paula Joensen, hanspj@setur.fo, dekani á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo. Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo