fríggjadagur 23. november 2012síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 23. november 2012 · Nr. 137
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað gerst meira og meira
kent,
at
heimsvirkisfeløg
skipa fyri sølum í ymsum
sambandi, og nú vit nærkast
hugnaligu jólatíðini, byrja
eisini jólasølurnar.
Í Nólsoy hava fólkini í
heimavirkisfelagnum skipað
fyri jólasølu nú í fleiri ár, og
eisini í ár verður traditiónin
hildin viðlíka.
Tað eru fyrst og fremst
luti úr ull, sum verða at síggja
á jólasøluni, tað veri seg
troyggjur, húgvur og onnur
ullarpløgg, men eisini onnur
handgjørd prýði verða við.
Jólasølan í ár verður sum
nevnt sunnudagin, 25. no
vember, frá klokkan 14 til 19.
Til ber sjávandi eisini at
keypa te, kaffi og okkurt at
bíta í eisini, meðan jólasølan
fer fram.
Og um fólk ynskja at
koma ein túr til Nólsoyar
at vitja jólasøluna, so ber
tað væl til. Ternan siglir av
Havnini klokkan 13, og úr
Nólsoy klokkan 19.25.
Jólasøla í skúla
num í Nólsoy
Aftur í ár skipa nólsoyingar fyri jólasølu, og hesaferð
verður hon sunnudagin frá klokkan 14 til 19
kjak
Hava Føroyar kós ímóti havsins dýpi
Var til ein áhugaverdan fyri
lestur
fríggjakvøldið
tann
17/11-12, har trupulleikin, sum
bleiv viðgjørdur, var tann stóra
fólkaflytingin av ungum fólki
árliga úr Føroyum. At bara
48.000 fólk búgva í Føroyum og
uml 150 fólk árliga í aldrinum
18-39 ár ikki velja at flyta upp
aftur at búgva eru sera døpur
tøl og ein reel katastrofa um
ikki vend kemur í nú.
Tað eru nógv fleiri ungir
føroydingar procentvís í mun
til okkara grannalond (60%)
sum velja at flyta av landinum
fyri at fáa sær eina hægri út
búgving og samstundis invest
erar tann føroyska politiska
skipanin nógv minni pening í
granskingarumráðið í mun til
tildømis hini skandinavisku
londini, sum vit jú elska at
samanbera okkum við.
Út frá tí kann mann nemt
konkludera, at okkara granna
lond hava eitt so stórt og
fjølbroytt úrval av útbúgv
ingarmøguleikum samlað í ein
um granskingarmidepli, sum
eitt nú, Ísland, Norra og Dk
jú hava á ein fyrimyndarligan
hátt, at teir ungu íbúgvarnir
ikki noyðast ella føla hug til
at flyta av landum og tískil
verða verandi, festa sær búgv
og brúka teirra kunnleika/eks
pertice í landinum og sostatt
menna og styrkja ein arbeiðs
marknað, sum soleiðis gerst
meira fleksibel, attraktivur
og kappingarførur í at halda
uppá og lokka ung til vid eini
hægri útbúgving.
At tað so eru uml 25.000 fólk
í Føroyum í aldrinum 40 ár og
uppeftur og til samanbering
uml 10.000 fólk í aldrinum 18-
39 ár, vísir bara, at tað er tór
ført at gera nógvar og stórar
revolutionerandi
samfelags
strukturellar
broytingar,
sum jú skal koma frá teimum
ungu fólkunum, sum hava
kreativitetin, unga energiska
ágrýtni og ein brennandi vilja
og hug til nýskapan.
– Sum nú er í landinum
eru tú alt ov fá ung fólk, sum
hava veri í nøkur ár í útlegd
og vent nøsina heimaftur, full
við inspiration, visjónum og
dirvi, sum mynda og eru ein
partur av tí politiska føroyska
landskapinum og tað er spell,
tí nú mugu okkara politikarar,
knappiliga byrja at hugsa og
taka stødðu til onnur mál, enn
fiskikvotur, makrel og undir
sjóvatunnlar.
Appropos nýhugsan, so
kundi tað verið gott, um Sjón
varpið byrjaði at borðreiða vid
politiskum sendingum (í dk
hava vit til dømis, Debatten
–
presselogen
-mogensen
og christiansen og annars
" nakað so fínt og haldi nú
fast: fjølmiðlafólk sum lesa
fíggjarlógina inn á bein og
eru væl fyrireikað og stilla
væl formuleradar og kritiskar
spurningar til polikaran og
sum skapar karmar um eina
spennandi og gevandi dialog og
ikki sum tað er mín uppfatan
uppi á klettunum, at fjølmiðla
fólk eittans seta leiðandi og
spyrjandi spurningar uttan
innihald av nøkrum politisk
um substansi og á henda hátt
svarar politikarin jú á ein
yvirfladiskan obligatoriskan
hátt, tí hann verður ikki út
fordraður - ljóðar tad kent?
Appropos nýhugsan: nær
ætlar verturin í sjónvarpinum
at standa uppi og greiða frá
veðrinum teir næstu 5 dag
arnar, sum mann ger og hevur
gjørt tað í mong mong ár úti í
tí stóra heiminum – uttan fyri
Føroyar.
Útvarpið kundi gott upp
datera skránna, tí sum eg dugi
at síggja tað, so er tað tann
sama skráin í dag sum fyri
í hvørt fall 20 árum síðani.
Nógvar
eru
sendingarnar,
sum kundi verið fluttar frá
útvarpsskránni og yvir til
sjónvarpsskránna, sum á tann
hátt vildi havt ein sokallaðan
minimum eksistensberettig
else.
Bløðini hava ein rímiligan
kvalitet, men ov ofta er talan
um kvantitet og líkagildigar
søgur sum bara er ífyll. Tað
kundi verið deiligt at fingið eitt
politiskt magasin í blaðformi.
Ja, hetta krevur at ung fólk
traðka og venda í nógv størri
mun heimaftur eftur lidna
útbúgving ella nøkur ár seinni
ella eisini kann tann føroyska
politiska skipanin velja at
satsa upp á immigratión/
granskning, sum tað nok endar
við og harvið fáa nógv ymisk
ressource sterk fólk við einum
øðrum opnum mentaliteti og
ágrýtni til landið, sum kann
avloysa tí stívu visiónsleysu
konservativismu, sum í alt
ov stóran mun avspeglar seg
í samfelagnum og forðar fyri
fleksibilitet og nýskapan og
nýhugsan og í staðin bara
stagnerar og hyggur eftur um
heiminum, meðan hann flytir
seg við tí rúkandi ferð.
Eg elski mítt land og eg havi
sera sera nógv gott at fortelja
um teg, men sum tað kundi
verið deiligt, um tú eisini inn
í millum flutti teg eitt vet, tí
eg flyti meg alla tíðina og so
líðandi tykist tú mær so langt
vekk, men tú hevur als ikki
flutt teg.
Livst so spyrst, hatta pro
jektið hevur deadline tann 1.
apríl-2013 og tá verða vit øll
vónandi klókari uppá, hvørjar
raðfestingar verða gjørdar
og um fólkið sum myndar og
stjórnar okkara land hava
hugflog og dirvi til at arbeida
út frá radfestinginum og
sostatt venda skutuni á lítla
skandinaviska Titanic sum
siglur við beinari kós ímóti
einum ísflaka.
e-mail add: runesean66@
hotmail.com
Karl Jóhan
Staksberg