fríggjadagur 23. november 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 23. november 2012
8
VIKUSKIFTI
Tónleikur
Jákup Mørk
post@sosialurin.fo
Tað var fyri trimum árum síðani, at
Lív Næs veruliga vann sær pláss í
føroyska tónlistaheiminum. Saman
við Niels Midjord var hon partur av
útgávuni, Tú skalt eiga morgin dagin,
har føroyskar týðingar av yrkingum
hjá norska Alf Proysen vórðu fram
førdar.
Fá vóru í iva um, at her var talan
um eina sjáldsama vakra rødd, og
framførslurnar hjá teimum báðum
vóru nógvar í tali. Og saman við Una
Debes og Tróndi Enni hevur Lív sein
astu tvey árini verið partur av eini
sera væl umtóktari trio, ið hevur spælt
til nógv tiltøk kring landið.
Ungur dreymur
Dreymurin um egna útgávu er ofta
drívmegin hjá ungum tónaspírum,
men sjálv sigur Lív, at hesin dreym
ur ikki er so gamal fyri sítt viðkom
andi.
– Tað er ikki so, at hetta er nakað,
ið hevur búð í mær í nógv ár. Tað var
bæði spennandi og stuttligt, at Niels
beyð mær upp í part á síni útgávu.
Nú skal eg sjálvandi vanda mær um
orðini, men tað var jú eisini soleiðis,
at eg visti, at eg mátti menna meg
enn meira, um eg veruliga skuldi gera
nakað við tónleikin. Tað var jú held
ur ikki so, at eg kundi vera partur av
Niels í allar ævir.
– Tí fór eg av álvara undir at venja
guitar-spæl. Eisini gjørdi eg nøkur løg
sjálv, men útgávan, sum nú er veru
leiki, birtist av álvara, tá Petur Martin
Petersen á bókasavninum tosaði um
yrkjaraevnini, sum eisini eru partur
av familjuni. Abbi mín, Johannes
Andreas Næs – Flóvin Flekk – hevur
gjørt hópin av yrkingum, og Petur
Martin vísti mær á eitt savn hjá
honum.
– Savnið fangaði meg veruliga
alt fyri eitt. Eg kendi meg veruliga
heima í flestu av yrkingunum, og eg
fór eisini undir at gera løg til fleiri av
yrkingunum. Og tað er hetta, sum nú
gevur úrslit í eini fløgu.
– Evnini í tekstunum spenna
víða; um kærleika, sorg og náttúru,
og málsliga haldi eg eisini, at tær
eru nakað fyri seg. Í fleiri førum eitt
sindur fyndugt, soleiðis at gomul orð
koma fram av nýggjum, og eg kann
ímynda mær, at hetta kann verða við
til at styrkja um málsliga førningin hjá
teimum, sum lurta eftir løgunum.
Seinkað gáva
Tá útgávan soleiðis hevur røtur í tí,
sum abbi Lív á sinni hevur skrivað, so
er einki forgjørt í, at Lív ber sterkar
kenslur til útgávuna.
– Abbi er framvegis millum okkum.
Hann er júst vorðin 92 ár, men hann
er væl fyri, og upprunaliga ætlaði eg,
at hetta skuldi vera føðingardagsgáva
hansara, tá hann fylti í september.
Sjálv var eg tó órógva av sjúku, og
onkrar aðrar seinkingar vóru eisini,
og so gjørdist talan um hálvt jólatrøll.
Men hóast seinkanina, so gleði eg
meg sera nógv til mánadagin, sigur
Lív, sum í fleiri førum hevur tikið
abban við upp á rað.
– Tað hevur jú sínar fyrimunir,
at tú hevur yrkjaran tøkan. Eg havi
roynt at verið trúgv móti tekstinum,
sum verður framborin, og onkra tíð
kunnu yrkingar tulkast ymiskt. Tá er
tað ein stórur lætti, at eg bara hava
kunna spurt, hvat hetta ella hatta
sipar til. Í onkrum førum hevur
yrkjarin kanska bara verið 16 ár, tá
reglurnar hava verið skrivaðar, og so
kann svarið hava verið: »Eg meinti
sum so einki. Hatta er bara nakað,
sum eg skrivaði«. Hinvegin kann
eisini vera, at hann meinti okkurt tá,
sum hann ikki vil viðganga í dag, men
tað má so vera, flennur Lív.
Væl kryddað
Um útgávuna sjálva sigur Lív, at hetta
er fólkatónleikur, sum í nøkrum støð
um er eitt sindur kryddaður. 11 sker
ingar eru á fløguni, og umframt at
hoyra Lív einsamalla eru eisini tvær
duettir á fløguni. Onnur við Tróndi
Enni og hin við Niels Midjord. Hartil
lesur Johannes Andreas Næs eisini
eina yrking upp sjálvur.
Lív hevur havt sera dugnaligar
tónleikarar afturat sær. Eitt nú hava
Uni Debes, Eyðun Nolsøe, Jákup
Zachariasen, Finnur Hansen og Rógvi
á Rógvu eisini sínar leiklutir á ymsu
løgunum, og sjálv tykist Lív vera væl
nøgd við úrslit. Eisini hóast hon ikki
hevur hóming av, hvussu úrslitið
verður móttikið av lurtarunum.
– Eg dugi slettis ikki at siga, um
útgávan miðar eftir ávísum málbólki.
Útgávan hjá Niels og mær haldi eg
rakti sera breitt – ikki minst millum
eldra ættarliðið, sum kanska kendu
norska Alf Proysen frá teirra barnaár
um. Eg vóni, at hendan útgávan eisini
verður væl móttikin, men tað kann
bara tíðin vísa.
Saman við Niels Midjord, Tróndi Enni og Una Debes hevur Lív
Næs í fleiri ár ríkað føroyingar við frálíka tónleikagávum
sínum. Intensiv venjing á guitara og yrkingar hjá abbanum
hava gjørt sítt til, at Lív nú stendur á egnum beinum, tá hon
sendir fyrstu solo-fløgu sína á marknaðin mánadagin
á egnum beinum
Lív
Í dagsins talgilda heimi er fløgan
sum miðil í stórari afturgongd.
Alt fleiri brúkarar velja at taka
ljóðfílur av netinum, heldur enn
at keypa heilar útgávur, men í
førinum við Lív gevur hetta ikki
meira enn helvtina av pakkanum.
– Samstundis, sum fløgan er
framleidd, hava vit eisini framleitt
ein heimildarfilm, sum snýr seg
um fløguna. Eitt nú kann hetta
geva fata av, hvussu ein slík
framleiðsla er, og sjálv haldi eg
tað vera stuttligt, at yrkjarin –
sum jú er abbi mín – eisini er við
í hesum.
– Hartil er so eisini ein lítil bók
lingur við. Har verður greitt eitt
sindur frá um høvundan, umframt
at allir tekstirnir kunnu lesast har,
sigur Lív.
Endamálið í hesum er ikki
endiliga at gera fløguna til nakað
serstakt. Men endurspeglar
hetta kanska veruleikan, har
Lív í gerandisdegnum gongur á
Læraraskúlanum.
– Sjálv havi eg so hugsað, at við
hesum kann fløgan eisini vera væl
egnað sum undirvísingartilfar.
Og í aðrar mátar kann hetta eisini
geva keyparanum nakað eyka, tá
talan soleiðis er um meira enn
»bara« eina fløgu, sigur hon.
Ikki »bara« ein fløga