fríggjadagur 23. november 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 23. november 2012
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Krambakvinna í Kallkyn.
Hvat er tað besta við starvinum?
Tá kundi fer glaður útaftur og tað ger tað ikki
verri, um konan eisini fer glað útaftur.
Hvussu er vetrarmótin 2012 fyri mannfólk?
Veturin 2012/2013 er rættuliga casual og maskulinur.
Mynstir og litir hava íblástur frá traditionellum
etniskum klæðum, við lutum frá army og active
wear. Skjúrtir og buksur eru ofta »work wear« líkar
og eru at síggja stríputar, puntutar og denim við
spennandi detaljum og toymiks. Vit síggja litaðar
jeans, úlpukendir jakkar, jakkar við vintage detaljum,
dýnuvestar, neonlittar T-shirts og sweatshirts.
Toyið er bummull, ull, flannel, canvas og denim.
Tídningarmest er at seta títt egna eyðkenni á stýlin.
Hvat er eitt no-go henda veturin?
Eisini hendan veturin eru hvítar hosir til
eitt hvørt dress, absolut eitt »no go«.
Nær er ein maður
vælklæddur?
Eitt sunt sjálvsálit
klæðir øllum
monnum. Men
ein vælsitandi
klædningur er
ikki at forsmáa.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Lurti eftir øllum sløgið av tóleiki. Frá Opera til Techno.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
Dugi slett ikki at velja.
Hvussu eru tínir matvanar?
Hampuliga sunnir haldi.
Hvør er tín fyrimynd?
Ringt, at velja ein burturúr, tí tað eru nógv góð
fólk við nógvum eginleikum, sum eg beundri.
Hvat gert tú í frítíðini?
Eri farin at dáma væl at rokast í havanum og so venji eg.
Hvat dámar
tær at ferðast
í egnum landi?
Mær dámar væl at
ferðast kring okkara
vakra land, men geri
ikki nokk við tað.
Hvør er tín lívrættur?
Alt sum maðurin ger – tí eg elski, at sleppa undan
at gera mat og tað letur hann meg ofta sleppa
undan, so tað er lívrættur næstan hvønn dag.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Tími ikki so væl at hyggja í sjónvarp
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Bíblian og En kvindes pris.
Skilji ikki rættiliga fólk og eri
harafturat púra ósamdur við tey,
sum gremja seg illa um, at tey
noyðast at bíða so øgiliga leingi
eftir matinum, tá tey eta á mat
stovum. Forrætturin er vorðin
fortíð, tá hann kemur. Og omaná
er langt aftaná.
Hví hava fólk slíkan skund?
Hví ikki njóta løtuna, hóast hon
viðhvørt, verri enn altíð, gerst
long?
Tá fólk fara út at eta inni,
eiga tey geva sær stundir til tess,
nakrar tímar. Tí tað er ikki løtu
verk at eta á matstovu. Og tað
eigur tað heldur ikki at vera. Og
tað lættir ikki um at umrokna til
tímaløn.
Nei, ein góð uppliving eigur
at vara leingi. Tað er logiskt. Tær
eru ikki óteljandi, góðu løturnar.
Tað veldst um, sjálvandi, at
maturin er góður og heitur – tá
hann kemur. Og ikki kólnar,
meðan tænarin heldur sín uttan
atlærda fyrilestur um, hvat er á
borðiskinum.
Men tíðin, sum fer til at bíða
eftir matinum, kann brúkast
skilagott. Til dømis til at eygleiða
hini, sum bíða ella longu hava
fingið at eta. Ella koma ella fara.
Tí tað er serstakliga áhugavert
og spennnandi at eygleiða fólk
eitt nú á matstovum. Bæði fólk,
sum eru einsamøll, sum oftast
eldri menn, sum tosa og skála við
seg sjálvar. Tíma ikki onnur fólk.
Ella fólk, sum eru farin nógv
saman út at eta. Teimum er eisini
stuttligt at lurta eftir. Og fródligt.
Tí altíð er ein í hópinum, sum
tosar so hart, at øll hini, sum inni
eru, ikki sleppa undan at vera við
í vísdóminum.
Ella hyggið út, sita tit við
vindeygað. Tað gjørdi eg.
Og Fellini hevði elskað hann.
Lágvaksni og tættbygdi maðurin,
pensjónistur í tvitjakka og
floyalsbuksum, sum so snotiliga
og snórabeint setur bilin uttan
fyri matstovuvindeygað. Ein
gamal, lítil og gráur Opel. Hann
kemur út, steðgar á okkurt um
tríggjar metrar frá bilinum og
læsir hurðarnar við at trýsta á
lykilin. Blunkljósini blunka og
heilt inn í matstovuna hoyrist
tjú, tjú.
Maðurin, sum, skulu vit døma
eftir útsjóndini, er úr Miðeystri
onkrastaðni, gongur yvir í ein
kjallara. Løtu seinni kemur hann
upp aftur haðani.
Kjallarin er felagshøli hjá
fólki, monnum, úr einum arab
iskum landi, síggi eg á lítla skelt
inum yvir útinnhurðini.
Okkara maður gongur, fram
vegis ongan skund, yvir til bilin.
Trýstir á lykilin, fjarstøðan tríggir
metrar, hábærsliga, so tað minnir
um onkran aldagamlan sið.
Hann trýstir á billykilin, somu
blunk, somu tjú, tjú. Letur aðra
hurðina har afturi upp og tekur
tveir stólar av hesum slagnum,
sum kunnu leggjast saman,
úr bilinum. Læsir aftur og ber
stólarnar niður í kjallaran. Og
hesin tilburður endurtekur seg
tvær ferðir. Hann hevur seks
stólar í bilinum. Hvørja ferð
neyvt sama seremoniin við lykl
inum og stólunum, tveir í senn.
Ongan skund hevur hann. Tá
hann fer við teimum seinastu
stólunum niður í kjallaran, kemur
maturin hjá mær á borðið. Tað
var ikki so ringt at bíða. Heldur
ikki so leingi.
Tíverri gerast tey góðu verts
húsini færri og færri. Í staðin
fyri koma allar hasar trendy
(keðiligar) caféir.
Í teimum er leingi at bíða eftir
øli, hevur tann undan tær biðið
um okkurt fisufornemt kaffi.
Gev mær tá heldur eitt stað,
sum bara selur bjór og brennivín.
Tað kann eisini vera stuttligt
at keypa øl. Var herfyri í einari
café í Helsinki. Hóast spennandi
býur er langt millum tær góðu
ølirnar, tær sterku, í Helsinki.
Spurdi, um hon hevði okkurt
sterkt øl. Nei, tað visti hon ikki
rættiliga. Jú, segði hon so, og
vakra andlit hennara lýsti av
gleði, jú, segði hon, vit hava
Heineken. Forget it.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Laila Jacobsen
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Hvítar hosur
eru eitt no-go!
Mannfólk skulu ikki vera í hvítum hosum, og tað
besta er, tá kundin fer væl nøgdur úr handlinum
– og ikki er verri, um konan tá eisini er glað. Tað
sigur Laila Jacobsen, sum umframt at selja mann
fólkaklæðir dámar væl at fáast við urtagarðin
Bíðilist