fríggjadagur 23. november 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 23. november 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
At geva jólagávur kann mangan tykjast heldur eintáttað.
Ein hevur kanska ikki stundir ella hugflog til at gera nakað
øðrvísi, og tí vera tey vanligu tingini so sum skjúrtur,
blusur, troyggjur og annað keypt á hvørjum ári. Men
tað ber til at gera jólagávurnar stuttligari, og gera
okkurt, sum kanska er eitt sindur øðrvísi. Her eru nøkur
boð uppá jólagávur, sum bróta eitt sindur frá tí vanliga
Myndir
Vit eru í tí hepnu og løgnu støðu, at flest allar myndir okkara liggja á
netinum so ella so. Tað merkir samstundis, at nógv okkara ikki nýta
orku uppá at framkallað myndir, og hongja tær uppá veggin. Men
veruleikin er, at einki er so stuttligt sum persónligar myndir, sum
ein kann ganga framvið og síggja hvønn dag. Eitt hugskot er at velja
júst tær røttu myndirnar út til tann, sum tú ynskir at gleða, og síðani
prenta tær út frá Facebook ella aðrastaðni. Keyp eina vakra rammu,
og tú hevur eina persónliga og stuttliga gávu, sum onkursvegna
vísur, at tú hevur tikið tær stundir til at gleða viðkomandi.
Eitt læruríkt kvøld
Tað finnast ein ørgrynna av kvøldskeiðum – bæði
longri og styttri, og allarhelst er okkurt fyri
øll at finna í Føroyum. Um tað verður seg eitt
skeið, har ein lærir at hekla, at sminka sær, at
byggja eitt hvørt, at skriva rætt føroyskt ella
okkurt annað, so er tað eisini ein stuttlig gáva
at fáa. Eitt nú kann nevnast, at MakeUp Store
í Havn bjóðar javnan kvøldskeið, har kvinnur
fáa møguleikan at læra seg at nýta smyrsl,
og er hetta eitt sera vælumtókt skeið. Men
einans hugflogið setur markið, so hevur tú
hug at geva eina læruríka gávu, so er at leita
eftir kvøldskeiðum kring landið, sum hóska
júst til tann persónin, sum tú ynskir at gleða.
Eitt friðsælt vikuskifti
Í øllum rokanum í okkara gerandislívið
gloyma vit mangan at kobla úr. At sløkkja
telefonirnar, teldurnar og sjónvørpini, og lata
okkum koma í samband við náttúruna ella
tey, sum vit eru best við. Kring alt landið ber
til at leiga hús eitt vikuskifti fyri ein bíligan
penga. Tak tann tú vilt gleða undir armin, og
leiga eitt hús frá onkrari kunningarstovu í
Føroyum, og hugni tykkum eitt heilt vikuskiftið
uttan ófrið, tøknina og arbeiðslívið.
Eina serstaka uppliving
Mong okkara hava altíð ætlað okkum okkurt, sum
vit tó ongantíð hava roynt. Tað verður seg alt frá síging til at vitja
í Mykinesi, koyra í ATV'arum, vitja Vestmanna Bjørgini, sigla við
Norðlýsinum til Kolturs ella okkurt heilt annað. Tú kanst gera tær nakrar tankar um hvat tann
persónurin tú ynskir at gleða hevði dámt væl, og síðani givið viðkomandi eitt gávubræv uppá
eina serstaka uppliving í jólagávu. Heilt avgjørt ein jólagáva, sum ongantíð fer í gloymibókina.
Eina vælveruuppliving
Um tú keypir gávur til mann ella kvinnu, so er vælveran altíð góð at hava í huga.
Kring landið hava vit vælverustovur, sum bjóða alt frá serstøkum massagum til
neglaáseting. Eg kenni frá mær sjálvari, at eg ikki altíð hugsi um at keypa mær
sjálvari ein massagutíma, men hvørja ferð eg fari til slíkar viðgerðir, er tað balsam
fyri sálina. Eitt hugskot er Thai-massagan, sum er í miðbýnum í Havn. Hendan
viðgerðin sigst vera ógvuliga góð fyri kropp og sál, og er ikki so kostnaðarmikil.
Eisini hevur eitt nú Cosmeto nógvar viðgerðir, sum kunnu síggjast á netinum.
mynd: Kasper Solberg
Øðrvísi
jólagávuhugskot