Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 23. november 2012 5 VIKUSKIFTI – Onkuntíð er hart at síggja, at hann er aftanfyri, og eg eri greið yvir, at tað ikki verður lættari, eldri hann verður. Kanska tvørturímóti, sigur Helena, sum ikki tímir at hugsa alt ov nógv um, hvussu framtíðin hjá Immanuel fer at vera næsta dag, har hann skuldi leggjast undir skurð, fortelur Helena og heldur fram: – So segði hann, at tey høvdu sterk­ ar ábendingar, um at Immanuel hevði Downs Syndrom, sigur Helena, sum als ikki visti, hvussu hon skuldi reagera upp á hesi boðini. – Túsund tankar fóru at mala í høvd­ inum. Hvussu fer hann at klára seg sum vaksin? Hví hevur hann fingið hetta? Men samstundis royndi eg at ugga meg sjálva við at hugsa tankan, at Immanuel ikki var í lívsvanda, og at tað »bara« var Downs. Torført at fortelja Beint eftir at Helena og Rasmus høvdu fingið boðini, var vitjanartíð á føði­ deildini. – Eg minnist væl, at eg bað mammu um at fara út í gongina og steðga gest­unum har, tí eg orkaði ikki at skula práta við fólk beint tá, sigur Helena. Um náttina fóru Helena og Rasmus við ambulansuflogfari til Danmarkar, har Immanuel skuldi leggjast undir skurð. Skurðviðgerðin gekk væl, men tey skuldu verða á Ríkissjúkrahús- inum í heilar fimm vikur, áðrenn tey aftur kundu koma til Føroya. Heimk­ omin til Før­oya skuldi Immanuel vera innlagdur á Lands­sjúkrahúsinum í fýra vikur. Hesa tíðina, lítli Immanuel var inn­lagdur, vitjaðu fólk, nógv sendu sms-boð, og summi ringdu eisini fyri at ynskja tillukku við soninum og at vita, hvussu til stóð. – Eg bleiv serliga glað, tá ein mamma at einum barni við Downs Syndrom ringdi til mín. Tað var deiligt at vita, at eg ikki var einsamøll í hesi støð­uni, og at tað eru onnur, sum hava verið ígjøgnum júst tað sama sum eg, sigur Helena. Hon minnist væl, hvussu torført tað var at fortelja fólki, at nýføddi sonurin hevði Downs Syndrom. – Eg visti ikki reiðiliga, nær í sam­ røð­unum eg skuldi fortelja fólki tað. Sum oftast bíðaði eg, til vit høvdu prát­ að í eina løtu. Soleiðis er tað faktisk eis­ ini í dag. At Immanuel hevur Downs er ikki tað fyrsta, eg fortelji fólki, greiðir Helena frá, sum tó leggur afturat, at hon á ongan hátt roynir at goyma, at son­urin hevur Downs Syndrom. Lærir seg teknmál Stutt eftir at Helena var komin heim við lítla Immanuel, kom hon við í ein mammu­bólk, har børnini eru upp til fýra ára gomul og hava Downs Syn­ drom. Tey plaga at hittast triðja hvønn mánað. – Tað er ein góður stuðul at vera partur av hesum mammubólkinum, tí vit mammurnar kenna allar til teir trupul­leikar og avbjóðingar, sum nú eina­ferð eru, tá barnið hevur Downs, sigur Helena. Hon dugir væl at síggja ymsar munir, sum eru á Immanuel og øðrum lítl­um børnum, sum ikki hava Downs Syndrom. – Hann er rættiliga seinur at venda sær, at sita og orkar ikki so væl at halda høvdinum í mun til aðrir javnaldrar, greiðir Helena frá. At hann ikki er á sama støði sum onnur børn, er ikki alt­íð eins lætt at vera vitni til sum mamma. – Onkuntíð er hart at síggja, at hann er aftanfyri, og eg eri greið yvir, at tað ikki verður lættari, eldri hann verður. Kanska tvørturímóti, sigur Helena, sum ikki tímir at hugsa alt ov nógv um, hvussu framtíðin hjá Immanuel fer at vera. – Eg royni ikki at hugsa ov nógv um tað, tí eg síggi, at hann mennist og haldi sum allar aðrar mammur, at sonurin er øgiliga raskur og klárar seg væl, sigur Helena. Hon og pápi Immanuel eru ikki sam­ an longur, men tey royna bæði at stuðla Immanuel og hjálpa honum, soleiðis at hann kann klára seg best møguliga seinni í lívinum. – Vit gera alt tað vit kunnu, fyri at hann skal hava tað gott. Regluliga geri eg venj­ingar við honum, sum styrkja hann kroppsliga. Í næstum fari eg á eitt skeið í teknmáli á Sernámsdeplinum, so­ leiðis at tað verður lættari at samskifta við Immanuel, sigur Helena og leggur afturat: – Líka mikið hvat, so er hann mítt perfekta barn. Hann hevur bara eitt menn­ingartarn. mynd: álvur haraldsen – Um náttina fóru Helena og Rasmus við ambulansu flogfari til Danmarkar, har Immanuel skuldi leggjast undir skurð. Skurðviðgerðin gekk væl, men tey skuldu verða á Ríkissjúkrahúsinum í heilar fimm vikur, áðrenn tey aftur kundu koma til Føroya