fríggjadagur 23. november 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 23. november 2012
4
VIKUSKIFTI
downs syndrom
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Í juni mánaði í ár fingu Helena
Jørmundsson og Rasmus Johannesen
ein son. Tíðina, Helena gekk við son
inum, hevði hon havt tað gott og hevði
ein vanligan gerandisdag við skúla og
arbeiði.
– Alt gekk væl, og eg merkti ongan
tíð, at nakað var, sum tað ikki átti at
vera, sigur Helena Jørmundssen, ið er
ættað úr Fuglafirði og býr á Kambs
dali.
Alt vísti seg tó ikki at vera heilt sum
vanligt, tí tá sonurin Immanuel bleiv
føddur, vísti tað seg, at hann hevði
Downs Syndrom. Ein kromosomfeilur,
sum ger, at hann ikki mennist eins og
onnur børn.
– Eg og Rasmus hugsa nógv um
hansara framtíð, og hvussu hann fer at
klára seg, sum árini ganga. Men í løtuni
kann eg ikki gera annað enn at vera ein
góð mamma og hjálpa og stimbra hann
sum frægast, sigur Helena Jørmunds
son.
Átti ov tíðliga
Tá Helena var komin í sjeynda mánað,
hevði hon tað framvegis gott og fór sum
vanligt til próvtøkurnar hetta summarið
á Handilskúlanum á Kambsdali.
– Rektarin spurdi meg, um eg
kendi meg føra fyri at fara til allar
próvtøkurnar. Eg hevði tað fínt, so eg
ivaðist onga løtu í, at tað fór eg at klára,
tí enn vóru eisini tveir mánaðir eftir,
til eg var sett at eiga, greiðir Helena
frá.
Mikudagin 30. Mai fór Helena til
skrivliga próvtøku á skúlanum og
aftaná fór hon til arbeiðis í venjingar
miðstøðini, har hon stóð í móttøkuni og
fekst eisini við nakað av reinerð.
– Eg minnist væl, at eg hevði rætt
iliga ilt í lendunum, og tí lat eg vera við
at dustsúgva stóru gólvini á arbeiðs
plássinum. Eg hugsaði ikki stórvegis
um hesa pínuna, men helt bara, at eg
ivaleyst var troytt og trongdi til at hvíla
meg, sigur Helena.
Seinni um kvøldið, tá hon og mamma
hennara sótu í stovuni og seymaðu,
gjørdist pínan nakað ógvusligari, og
Helena fór at bløða.
– Tá merkti eg, at okkurt var galið,
og vit valdu at fara á Landssjúkrahúsið
alt fyri eitt. Í bilinum suður merkti eg,
at eg hevði verkir, sigur Helena.
Á Landssjúkrahúsinum royndu tey
at steðga verkjunum, men tað riggaði
bert í hálvtannað samdøgur.
– Tey tóku meg av droppinum, ið
skuldi steðga mær, og tað gingu ikki
meira enn 2 tímar, og so hevði eg átt,
sigur Helena og leggur afturat:
– Læknarnir søgdu, at eg allarhelst
hevði gingið við verkjum tað mesta av
degnum, tá eg hevði havt ilt í lend
unum.
Fekk sjokkerandi boð
Lítli drongurin, sum Helena føddi, vig
aði bara 1600 gram, av tí at hann var
føddur tveir mánaðir ov tíðliga.
– Tá tann fyrsta kanningin bleiv
gjørd, beint eftir at hann var føddur,
fekk hann toppkarakter, minnist
Helena.
Men eftir eini løtu byrjaði lítli
drongurin at blána.
– Lunguni vóru ikki fullment, og
tískil bleiv hann lagdur í kuvøsu og
fekk cpap, sum skuldi hjálpa honum
við andadráttinum, sigur Helena. Pápi
Immanuel, Rasmus, var allatíðina
saman við Helenu og nýfødda soninum
á sjúkrahúsinum.
Longu fyrstu ferð, Helena helt
í Immanuel, helt hon seg síggja, at
hann hevði trekk, sum nýðføðingar við
Downs Syndromi hava. Ein tanki hon
tó skjótt kveistraði burtur.
– Eg havi ofta fyrr hildið, at onkrir
nýføðingar hava havt andlitstekin, sum
børn við Downs hava, uttan at tey hava
havt tað. Tí hugsaði eg, at tað nokk bara
var eg, sum sá tað, fortelur Helena.
Seinni um kvøldið, beint áðrenn
vitjanartíð var, kom læknin inn á
stovuna, har Helena og Rasmus vóru.
Helena minnist væl, hvussu tey fingu
boðini, um at nýføddi sonurin hevði
Downs Syndrom.
– Læknin kom inn og segði fyrst, at
ofta var okkurt galið, tá børn verða fødd
ov tíðliga. Hann greiddi okkum frá, at
Immanuel hevði trupulleikar við tarm
unum, og tí máttu vit til Danmarkar
– Tú ímyndar tær altíð, at tú fært eitt perfekt barn. Hóast
Immanuel ikki er sum flest onnur børn, er hann eitt perfekt
barn í mínari verð. Soleiðis sigur 21 ára gamla Helena
Jørmundsson um sonin Immanuel, ið hevur Downs syndrom
skal hava
eitt gott lív
Immanuel
– Eg minnist væl, at eg hevði rættiliga ilt í
lendunum, og tí lat eg vera við at dustsúgva
stóru gólvini á arbeiðsplássinum. Eg hugsaði ikki
stórvegis um hesa pínuna, men helt bara, at eg
ivaleyst var troytt og trongdi til at hvíla meg