Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 50

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 23. november 2012 10 VIKUSKIFTI kríggj Árni Joensen arni@sosialurin.fo 265 sovjetskir hermenn, sum vóru við í krígnum í Afghanistan, sum vardi frá 1979 til 1989, komu ongantíð heim­aftur. Myndugleikarnir í Moskva leita enn, men viðganga, at fleiri av her­monn­ unum hava helst valt at búseta seg í Afghan­istan ella grannalandinum Pakistan. Bottom of Form 1 Alexander Lavrentijev er næstformaður í felagnum hjá fyrrverandi russiskum her­monnum, og fyri nøkrum døgum síðani var hann í afghanska høvuðs­ stað­num, Kabul, har hann bað fólk um hjálp til at finna teir sovjetsku her­menn­inar, sum ongantíð komu heimaftur. – Eg eri vísur í, at nakrir av teimum eru á lívi enn, men trupulleikin er, at teir tora ikki at seta seg í samband við okkum. Teir vita helst ikki, at Russland og tey flestu av teimum gomlu sovjet­ lýð­veldunum hava samtykt lógir, sum geva hermonnunum grið, sjálvt um teir valdu at rýma úr herinum og at búseta seg í Afghanistan. Teir halda, at teir verða drignir fyri rættin, men so er ikki. Og so vita teir helst heldur ikki, at teir hava rætt til alla læknahjálp, koma teir heim­aftur, segði Alexander Lavrentijev á tíðinda­fundi í Kabul. Avvarandi í óvissu Sovjetsamveldið misti umleið 15.000 her­menn í tí tíggju ára langa krígnum í Afghanistan. Teir flestu doyðu í bar­ daga, nakrir vórðu tiknir til fanga, með­an uppaftur aðrir doyðu av kulda og sjúku. Á tíðindafundinum segði Lavrentijev, at tann fremsta uppgávan nú er hjálpa teimum avvarandi hjá teim­um horvnu hermonnunum, so tey kunnu fáa at vita, hvat hendi monn­ unum. – Teirra kæru bíða framvegis eftir teim­um. Teirra avvarandi fáa ikki lagt bókina saman, tí tann seinasti kapitt­ ulin restar í: Er beiggi ella sonur okkara deyður, ella kann tað hugsast, at hann byrjaði eitt nýtt lív. – Tað er umráðandi, at nakað verð­ ur gjørt við hetta nú. Tey her, sum minn­ast kríggið, eru farin at eldast, tí í Afghanistan er meðal livialdurin bara 50 ár. 29 funnir á lívi Á tíðindafundinum í Kabul greiddi Lavrentijev frá, at av teimum umleið 300 sovjetsku hermonnunum, sum ikku komu heimaftur, tá kríggið endaði í 1989, eru 29 funnir á lívi. Av teimum valdu 22 at fara aftur til Russlands, men hinir sjey valdu at vera verandi í Afghanistan. Í samráð við afghonsku myndug­ leikarnar eru 15 gravir við sovjetskum hermonnum grivnar uppaftur, men higartil erru bara fimm av teimum 15 eyð­merktir. Hesir fimm vístu seg at vera tríggir úr Russlandi og tveir úr Kasakhstan. Eyðmerkingin er gjørd við dna-royndum, og nú verður roynt at eyðmerkja leivdirnar av hinum 10. Sjálvur heldur Alexander Lavrentijev, at millum 30 og 40 fyrrverandi hermenn úr gamla Sovjetsamveldinum eru á lívi enn í Afghanistan ella Pakistan. Russar leita framvegis eftir teimum sovjetsku hermonnunum, sum ikki komu heim aftur aftan á kríggið í Afghanistan sum ikki komu heimaftur Hermenninir Sovjetskir stríðsvognar á veg úr Afghanistan í 1989, tá Sovjetsamveldið gjørdi av at taka seg aftur Myndin vísir ein sovjetskan stríðsvogn á varðhaldi í Kabul miðskeiðis í áttatiárunum