fríggjadagur 23. november 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 23. november 2012
11
VIKUSKIFTI
Saudiarabia
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Í mai var tann 27 ára gamla Manar Saud
liðug at útbúgva seg innan umsiting og
leiðslu. Útbúgvingina tók hon á lærda
Shenandoah-háskúlanum í Winchester
í USA við útbúgvingarstuðuli frá saudi
arabisku myndugleikunum. Men seks
mánaðir eftir heimkomuna til Riyadh
hevur hon framvegis ikki fingið nakað
arbeiði.
– Hetta er sera harmiligt, sigur hon
út ígjøgnum tað svarta slørið, sum
fjalir meginpartin av andliti hennara.
Harafturat er hon í tí vanliga abaya-
búnanum, sum saudiarabiskar kvinnur
ganga í.
– Tú kemur væl fyrireikað heimaftur
og ert íðin eftir at sleppa at brúka tað,
tú hevur lært, men alla tíðina rennir tú
høvdið ímóti einum veggi, sigur Saud
við amerikanska blaðið Washington
Post.
Hon er ein av teimum ungu saudi
arabisku kvinnunum í einum støðugt
veksandi ættarliði, sum dettur niður
ímillum í samfelagnum: Øðrumegin
brúka myndugleikarnir milliardir uppá
at útbúgva kvinnurnar, og hinumegin er
eitt djúpt religiøst samfelag, sum undir
ongum umstøðum vil hava kvinnur á
arbeiðsmarknaðin.
Brúka bara helmingin
Hóast Saudiarabia hevur ovurstórt
oljuríkidømi, er landið bara nummar
40 á listanum við londum, sum hava ta
størstu bruttotjóðarframleiðsluna fyri
hvønn íbúgva. Men tað eru eisini mong,
sum hava víst á, at tjóðarbúskapurin
hevði verið munandi sterkari, um sam
felagið eisini brúkti hina helvtina av
sinari heilaorku.
– Brúkið meg! Latið meg arbeiða!
Hetta kann ikki vera rætt, sigur Saud
og ásannar, at tað er ikki bara hon, sum
er í hesari støðuni.
– Øll míni vinfólk eru í somu støðu.
Hvat bagir her, spyr hon.
Stórt arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið millum saudiarabiskar
kvinnur, sum vilja sleppa til arbeiðis,
er 34 prosent ella fimm ferðir størri enn
ímillum menninar, har tað sambært
teimum almennu tølunum er sjey
prosent.
Ein rættiliga stóur partur av teimum
arbeiðsleysu kvinnunum hava útbúgv
ing frá lærdum háskúla. Av teimum,
sum fáa arbeiðsloysisstuðul í Saudi
arabia, eru 86 prosent kvinnur, og 40
prosent av teimum hava útbúgving
frá lærdum háskúla. Tveir triðingar
av saudiarabiska fólkinum eru yngri
enn 30 ár, og teirra millum eru fleiri
túsund kvinnur við góðari útbúgving,
sum fegnar vilja sleppa út á arbeiðs
marknaðin, og sum eisini royna.
– Tað eru tær, sum eru næstan frá sær
sjálvum, tí tær vilja hava arbeiði, men
fáa einki, sigur rithøvundurin Samar
Fatany við Washington Post. Hon sigur,
at Abdullah kongur hevur brúkt nógvar
pengar uppá at fáa kvinnur at útbúgva
seg og at skapa arbeiðspláss til teirra,
og tað hevur gjørt, at nógvar kvinnur
vilja hava ein meiri virknan lut í sam
felagnum.
– Ungar kvinnur eru ikki so av
byrgdar nú sum fyrr. Tær duga at
síggja, at teimum nýtist ikki at gera
eftir hvørjum orði, sum teirra fedrar
koma við. Nú vendist ikki aftur. Vit eru
í ferð við at nútímansgera Saudiarabia,
sigur Samar Fatany.
Kongur undangongumaður
Abdullah kongur er undir stórum trýsti
fyri at minka tað stóra gloppið ímillum
kongsættina, har teir flestu eru eldri ella
gamlir menn, og tað unga fólkið, sum
vil hava broytingar. Sjálvur hevur hann
gingið undan í royndunum at útvega
kvinnunum rættindi til útbúgving og
arbeiði.
Søguliga sæð hevur Saudiarabia
verið aftan fyri hini londini við Persa
flógvan, tá tað snýr seg um at útbúgva
kvinnurnar. Men tey seinastu tíggju árini
hava munandi fleiri gentur og kvinn
ur lært at lesa og skriva, og sambært
Heimsbankanum er analfabetisman nú
útruddað millum tey ungu millum 15
og 24 ár.
Fyri tíggju árum síðani vóru 16 lærd
ir háskúlar í Saudiarabia. Nú eru 33.
Teirra millum er heimsins størsti lærdi
háskúli fyri kvinnur, Lærdi Priinsessu
Nora Bin Abdul Rahman-háskúlin, sum
er í Riyadh, og sum varð tikin i nýtslu í
fjør. Í løtuni eru 37.000 lesandi har, men
pláss er fyri 60.000.
Í 2005 stovnaði Abdullah kongur
eina stuðulsskipan, sum hevur sent
fleiri túsund saudiarabiskar kvinnur
sum Saud á lærdan háskúla í øðrum
londum. Í dag eru umleið 145.000 saudi
arabar, teirra millum 40.000 kvinnur,
sum lesa í 30 ymsum londum við stuð
uli frá tí almenna.
Um upprunan til útbúgvingarstuðulin
er at siga, at Abdullah kongur stovnaði
skipanina, eftir at hann hevði verið í
Texas og vitjað George W. Bush, tá
verandi forseta. Eins og forsetin vildi
kongur fegin bøta um viðurskiftini
millum tey bæði londini, sum versnaðu
nógv aftan á yvirgangin tann 11. sep
tember í 2011, har 15 av teimum 19
flogrænarunum vóru saudiarabar. Ein
avleiðing av yvirganginum var, at talið
á saudiarabiskum lesandi í USA mink
aði nógv og kom heilt niður á 4.000 eitt
skifti. Men tey seinnu árini er tað vaksið
sera nógv, og nú eru 71.000 saudiarabisk
lesandi í USA, harav 17.000 kvinnur.
– Hugsanin er, at hesi ungu fólkini
skulu koma heimaftur og loysa okkara
trupulleikar, sigur Fahad al-Fahad,
sum er handilsráðgevi í Jiddah, við
Washington Post.
Í Saudiarabia brúka myndugleikarnir nógvar milliardir krónur
fyri at hjálpa kvinnum at fáa sær eina útbúgving heima ella
uttanlands, men tær flestu sleppa ikki at brúka útbúgvingina,
tí í tí sera religiøsa landinum eiga kvinnur ikki at arbeiða
at brúka útbúgvingina
kvinnur sleppa ikki
Lærdi Prinsessu Nora Bin Abdul Rahman-háskúlin er
tann størsti av sínum slagi í heiminum
Abdullah
kongur hevur
gjørt eitt
stórt arbeiði
fyri at útvega
kvinnum møgu
leikar at fáa
sær útbúgving
í Saudiarabia
og uttanlands
Zainab Al Talib (vinstrumegin) er hjálparfólk hjá Tala Al Hejailan á sakføraraskrivstovuni
DLA Piper. Hejailan er útbúgvin sakførari, men fær ikki loyvi til at brúka útbúgvingina