Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 23. november 2012 14 VIKUSKIFTI Arktis Janus á Ryggi post@sosialurin.fo Sløk 25 prosentir av heimsins ótroyttu olju- og gasskeldum eru at finna í arktiska økinum, og við vaksandi rá­ vøru­prísum kring allan heim hevur einki land ráð til at hyggja burtur frá økinum, eru boðini frá eygleiðarum. Mill­um annað snýr stríðið seg um, hvør skal hava ræðið á sjálvari fram­ leiðsl­uni umframt áseta prísin av møgu­ligari olju og gassframleiðslu. Alt kjakið um Arktis, bráðnandi ísin og áhuga­málini í økinum byggir sostatt á verulig stórpolitisk og búskaparlig egin áhuga­mál. Kinserarar teljast millum tey stór­ veldi, ið sýna økinum alstóran áhuga. Og seinastu tíðina hava fleiri royndir ver­ið gjørdar spakuliga at keypa seg inn í Grønland, umframt at søkja fullan lima­skap í arktiska ráðnum, sum í dag telir átta limalond við landaøki inni í arktiska sirklinum. Fyri Kina er Arktis um­ráð­andi, tí landið hevur ein nærum ómettandi tørv á rávørum við sínum 1,3 milliardum íbúgvum og ekspansiva handils­politikki. Men tá Føroyar eru ein nátúrligur part­ur av leiðini til Arktis, kunnu tær ikki bíða á síðulinjuni longur. Og skulu Føroyar fáa nakrar búskaparligar fyri­ munir, er alneyðugt at fremja ítøkilig stig til at fyrireika Føroyar at taka ímóti øllum tí avleidda virkseminum, ið kann væntast í økinum. Hetta var boðskapurin á verkstovu í Norðurlandahúsinum, sum uttanríkistænastan skipaði fyri fyrr í vikuni. Á verkstovuni vóru um­boð fyri tað almenna, vinnuna og arktisku serfrøðina. Verkstovan var lið­ ur í arbeiðinum hjá einum strategisk­ um arbeiðsbólki, ið skal undir at greina føroysku avbjóðingarnar og møgu­leik­ ar­nar í Arktis. Vinnulívið má samstarva Arktiska økið bjóðar føroyskum vinnu­ aktørum stórar møguleikar. Umframt leitan eftir rávørum í undirgrundini, bera broyttu náttúrufortreytirnar við smeltandi ísi og broyttum hita við sær heilt nýggjar flutningsleiðir, har Føroyar kunnu gera vart við seg sum veitari av vør­um og tænastum. Talan kann vera um alt frá bunkring og provianti til mekaniska afturgerð av skipum ið sigla fram­við Føroyar. Umframt supply koma ferðavinnutænastur, ið bæði kunnu flyta fólk og taka ímóti fólki. Og á ferðavinnuøkinum er grundarlagið fyri meiri virksemið til staðar, tí í verandi løtu standa nógv hotellir hálvtóm um veturin og nógvir hálvtómir flúgvarar lætta sær í vágunum. Hesi vóru nøkur av boðunum frá vinnulívinum á verk­ stovuni. Men føroyska vinnulívið er ikki búgvið til at taka ímóti stórum av­leidd­ um virksemið í arktiska økinum í løt­uni. Tvørturímóti kappast føroyskir vinnu­ aktørar sínamillum um hvønn møgu­ leika sum kemur um føroyskan keikant, heldur enn at standa saman, var kritiski boðskapurin frá umboðum úr føroysku supplyvinnuni. Umboðini hildu fyri, at loysnin er ein sonevnd vinnulig paraply organisatión, ið skal umboða allar áhugaðar føroyskar vinnuaktørar, tá boð verða eftir føroyskum vørum og tæn­astum. Eggja var til samstarv framm­um kapping, tí Føroyar eru so smáar var ført fram. Paraplyorganisatiónin skal veita ein felags platform, ið kann veita skjót­asta og bestu loysnina til einhvønn fyri­ spurn­ing, sum kemur inn. Talan skal vera um eina sonevnda »one stop« loysn, har kundin bert nýtist at ringja til eitt nummar, ið síðani samskipar allar undir­veit­arar av vørum og tænastum. Í hesum sambandi verður sum heild neyð­ugt at menna eitt føroyskt sølulið, ið aktivt kann umboða vinnuna í øk­ inum. Men verkstovan eftirlýsti eisini politisk­an vilja. Skulu Føroyar gera sær vónir um at fáa ein lítlan part av eini ovur­hondsstórari búskaparligari køku, er neyðugt at gerast sjónligur í Grøn­ landi. Og Ísland er møgulig fyrimynd á øk­inum, tí landið hevur ætlanir um at opna eina serliga íslendska um­ boð­an í Grøn­landi. Og ein møgulig føroysk um­boðan kundi virka sum tættur millum­liður millum føroyskt vinnu­lív og almennar myndugleikar. Á Stórir møguleikar lúra í Arktis. Veðurlagsbroytingarnar bera við sær, at ovurhondsstóra náttúruríkidømi, sum áður lá undir ísi verður atkomiligt. Flestu lond hava egin áhugamál í Arktis og tað kann bera bókstaviligt »kalt kríggj« við sær um stóra tilfeingið í økinum. Tí leggur føroyska landstýrið nú eina ætlan fyri Føroyar í kappingini um ríkidømi í Arktis í køldum kríggi Føroyar Hóast altjóða samráðingar um økið alment fara fram í sámiligum og vinsælum tóna, er politiski retorikkurin ofta nógv meiri áleypandi í heimlondunum, tá umheimurin ikki rættuliga hevur eyguni opin. Arktis er nevnliga eitt gott høvið hjá politikarum at tekkjast veljarum