Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-23, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. november 2012síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 23. november 2012 15 VIKUSKIFTI verkstovuni førdu fleiri fram, at einasti veruligi vegurin til føroyska ávirkan var ígjøgnum tætt samstarv við Grønland. Og her skuldu møguleikarnir verið góðir orsaka av søguliga sambandinum mill­um londini í felagsríkisfelagskapi. Útbúgving tryggjar kappingarførið Føroyar skulu eisini útbúgva fólk til kapp­ingina um virksemið í Arktis, helt fyri­lestra­haldarin Rasmus G. Bertelsen fyri á verkstovuni í Norður­ landa­húsinum. Sjálvur granskar hann í altjóða politikki á Arktiska Deplinum á Aalborg Uni­versi­teti í Dan­mark. Tí sum lítil aktørur í ovur­honds­stórari kapp­ ing, eru vitanar­førleikarnar av stórum týdningi skulu vit gera okkum vónir um, ikki at vera rend um koll av stórum aktørum. Talan kundi serliga verið um útbúgv­ ingar innanfyri shipping, organisatión og samskipan. Harumframt er, sambært honum, alneyðugt at Føroyar fyrireika seg til, at enn fleiri arbeiða uttanlands og hava bústað í Føroyum. Føroyar kunnu fáa stórar fyrimunir við at byggja sær eitt stórt netverk uttanlands, eins og Ís­land hevur, helt hann fyri. Tí er neyð­ugt at skapa neyðuga dynamikkin, so­leiðis at hetta letir seg gera. Í verandi løtu hava Føroyar Vinnu­ háskúlan, ið kundi verið ein nátúrligur miðdepil til útbúgvingar ið verða eftir­spurdar tá verulig gongd kemur á virksemið í Arktis. Í løtuni framleiðir vinnu­háskúlin nógvar kandidatar til størv ið eru knýtt at oljuvinnuni, so lopið til útbúgvingar innan shipping, tæn­astu og organisatión er ikki so langt. Ísakaldur stórpolitikkur? Føroyar eiga at troyta allar møguleikar, men samstundis stendur greitt, at stór lond og alskyns multinationalar fyri­ tøkur ætla sær ein rættuligan bita av køkuni. Og tey leggja nógv fyri. Terry Macalister, orkuritstjóri á enska blað­num The Guardian, vísti í einum sjón­varps­kjaki á, at hóast altjóða sam­ ráð­ingar um økið alment fara fram í sámi­ligum og vinsælum tóna, er politiski retorikkurin ofta nógv meiri áleypandi í heimlondunum tá umheimurin ikki rættuliga hevur eyguni opin. Arktis er nevn­liga eitt gott høvið hjá politikarum at tekkjast veljarum. Á heimafrontinum verður tí nógv tosað um at staðfesta sín suverenitet og áhugamál í økinum uttan at tos­að verður ov harðliga um hetta í al­tjóða saman­hangum. Hetta fer fram sam­ stundis, sum at nationalar fyritøkur í stórum keypa aðrar aktørar inn undir seg. Og hóast lond brúka nógva retoriska orku uppá at tosa um bleyt virðir, sum t.d. umhvørvisárin- og verju í økinum, snýr kjakið seg í seinasta enda um stórar nøgdir av pengum. Tí olja hevur, søguliga sæð, altíð elvt til nógv stríð, er boðskapurin frá Terry Macalister, ið sær fyri sær eitt rættuligt »kalt kríggj« í øk­inum. Hann mælir til, eins og aðrar kritiskar røddir gera, at hyggja afturum vinarliga diplomatiska tónan. Men hesa heldur pessimistisku tulk­ ing av serstøku støðuni vilja øll ikki taka und­ir við. Tí arktiska økið er regulera undir altjóða havrættar­sátt­málanum, tí talan er um havøkið, ikki landa­økið. Og hóast londini við landa­mørkum, ið eru partar av arktiska økinum, seta ymisk krøv fram um ræðis­rætt – so er karm­ urin fyri sámiligum og rættvísandi samráðingum greiður, nevnliga ST hav­rættarsáttmálin. Stjórin á danska forsvarsakadem­ inum Nils Christian Wang, hevur har­ næst alment víst á, at øll lond hava áhuga fyri friði og sóma í Arktis. Frá­ greið­ingin er, sambært honum, ein­ føld: Arktiska økið er ógvuliga trupult at sleppa til. Fortreytirnar fyri virk­ sem­inum har eru harðar og krevja ógvusligar íløgur, ið bert kunnu koma til sín rætt ígjøgnum samstarv millum lond. Men hann hevur lagt afturat, at Dan­mark heldur vakið eyga við møgu­ligum mótstríðandi áhugamálum millum Danmark og Grønland, eitt nú um ser­stakar jarðarartir. Og sum hann mál­ber seg, so er grundleggjandi upp­ gávan hjá donsku verjuni, at tryggja danska sjálvræðið í grønlendska øk­ inum. Arktiska økið bjóðar føroyskum vinnuaktørum stórar møguleikar. Umframt leitan eftir rávørum í undirgrundini, bera broyttu náttúrufortreytirnar við smeltandi ísi og broyttum hita við sær heilt nýggjar flutningsleiðir, har Føroyar kunnu gera vart við seg sum veitari av vørum og tænastum