mánadagur 26. november 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óhapp
av fyls
skapi
Randi Jacobsen
Nógv fólk vóru í
býnum í Havn leyg
ardagin, og øll vóru
ikki líka stinn a
beinunum.
Politiið fekk eina
fráboðan um rok í
Vágsbotni, eftir at
dansistøðini
vóru
stongd, men tá ið
politistar komu á
staðið, var friður.
Aftaná meldaði
ein, at hann var slig
in, men sambært
vaktleiðaranum
á
politistøðini í Havn í
morgun, hevði tann
persónurin ongan
skaða fingið.
Óheft av tí datt
ein fullur maður
inn gjøgnum ein
rút í Vágsbotni og
skar seg.
Sleppa at
viðgera
viðkvæm
ar upp
lýsingar
Dátueftirlitið hevur
givið átakinum “Í
menniskjum góður
tokk”’ loyvi til at
viðgera viðkvæmar
persónsupplýsingar
í sambandi við jóla
hjálpina.
Átakið hevur til
endamáls at veita
fólki, sum eru í
fíggjarligari trong
støðu, peningaligan
stuðul til at halda
jól fyri. Átakið hev
ur kunnað Dátu
eftirlitið um, at allar
umsóknir
verða
skrivaðar
inn
á
teldu, og at pappírs
umsóknirnar síðani
verða burturbeind
ar. Øll nøvn verða
strikað og allir bú
staðir strikaðir, áðr
enn nevndin viðger
umsóknirnar. Tað er
bert átaksleiðarin/
dátuábyrgdarin,
sum
hevur
fult
innlit í innkomnu
upplýsingarnar.
Tá ið átakið er av,
fíggjarligi
stuðul
in latin og rokn
skapurin
gjørdur,
verða allar upplýs
ingar strikaðar.
Randi Jacobsen
Ein 39 ára gamal maður varð
í Føroya rætti sunnukvøldið
varðhaldsfongslaður í fýra
vikur, og hann skal eisini
mentalkannast.
Maðurin er skuldsettur
fyri harðskap av grovum slag
eftir eina hending í Smiðjuni
í Lítluvík seinnapartin leyg
ardagin.
Men áðrenn tað ætlaði
hann sær inn í eini hús í mið
býnum. Har fekk hann at vita,
at hann ikki var vælkomin,
og tá tók hann knív fram.
Hann fór tó víðari.
Aftaná tað fór hann til
eitt gistingarhús og royndi at
sparka hurðina upp, tí hann
var avvístur.
Síðan gekk leið hansara
oman í Smiðjuna í Lítluvík,
har hann ikki júst sýndi
vanligan atburð.
Har skonkti hann sær ein
kopp av kaffi, men í staðin
fyri at drekka løgin, slongdi
hann tað í høvdið á einum
øðrum manni.
Tíbetur var hesin maðurin
í brillum og fekk tí ongan
stórvegis skaða. Hann fór tó
á skaðastovnuna.
Skal mentalkannast
Maðurin, sum leygardagin tveitti heitt kaffi í andlitið á einum manni í
Smiðjuni í Lítluvík, er varðhaldsfongslaður og skal mentalkannast
Randi Jacobsen
Ein týðandi partur av út
flutningi Føroya hevur í
ártíggju verið saltfiskur, og
størsti parturin er farin til
Suðurevropa.
Men álvarsliga kreppan
í Suðurevropa nú ger út
flutningin av saltfiski til hesi
lond meira tvørligan.
Arbeiðsloysið í Spania
liggur um 25 prosent, og vit
hoyra javnan tíðindi um
minkandi keypiorku.
Vaðhorn á Strondum er
eitt av virkjunum, sum út
flytur saltfisk, umleið 4000
tons um árið.
– Jú, tað er ein trupul
leiki, og kreppan ger, at rá
fiskaprísurin verður trýstur
niður. Tað rakar tí fyrst og
fremst fiskimenninar, sigur
Jógvan Gregersen, stjóri á
Vaðhorn.
Hann er ikki bangin fyri,
at útflutningin dettur burtur,
tí mat mugu suðurevropearar
eins og onnur hava.
Jógvan Gregersen nevnir
møguleikan at fara at leita
eftir marknaði í øðrum pørt
um av heiminum, Í Suður
amerika og Afrika.
Páll Gregersen, stjóri á
Fiskavirkinum í Gøtu, letur
heldur ikki ov væl at.
Goymslurnar vaksa
Virkið hevði ikki ta nógvu
rávøruna til at salta, men
nú í heyst eru fiskað met
nógv av longu og brosmu.
Hetta hevur havt við sær, at
virkið hevur nógvan fisk á
goymslu.
Óvissan ger, at eingin tor
ir at geva kreppuraktu lond
unum stóran kreditt. Goymsl
urnar í Føroyum vaksa tí, og
tær vaksa skjótt.
Matstovurnar keypa ikki
tær stóru nøgdirnar, tí or
sakað av kreppuni fara færri
fólk á matstovurnar at eta.
Arbeiðsloysið í Suður
evropa er størst millum tey
ungu.
Keyparin av saltfiski í
handlunum eru tey í miðal
klassanum, sum ikki er so
hart raktur.
Páll Gregersen veit at siga
frá einum keypara, at nógv
av teimum ungu, sum eru
arbeiðsleys og eru flutt heim
anifrá, fara heim til foreldrini
at eta. Tey ungu finna ikki upp
á sjálv at eta saltfisk, men tá
ið tey fara heim til foreldrini,
syrgja
foreldrini
fyri,
at
børnini fáa gott í beinið. Og
foreldrini halda saltfisk vera
góðan mat.
Páll Gregersen hevur ikki
mist vónirnar um, at salt
fiskaútflutningurin
aftur
fer at vaksa. Men páskirnar
eru tíðliga næsta ár, og tað
gevur eisini óvissu. Føstan,
tá ið suðurevroperar ikki eta
kjøt, plagar tí annars at vera
besta tíð til at selja saltfisk til
Suðurevropa.
Útflutningurin av
saltfiski í mótvindi
Kreppan í Suðurevropa ger, at striltið gongur hjá føroysku
virkjunum at selja salfisk til Spania og Italia
Goymslurnar av saltfiski vaksa skjótt