Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Flokkarnir eru ymiskir á máli um uppskotið. Roknast kann við, at Tjóðveldi tekur und­ir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum, av tí at flokkurin sjálvur hev­ur havt eitt líknandi upp­skot fleiri ferðir áður. Í Sam­bands­ flokki­num hava tey ikki við­ gjørt málið enn, og tískil er ilt at siga, hvørja lagnu kring­ varps­gjaldið fær. Í farnu viku boð­aði formaðurin í Javn­að­ar­ flokkinum, Aksel V. Johann­ sen, frá, at flokkurin ar­beið­ir við upp­skoti, um at kring­ varps­gjaldið skal krevj­ast inn um skattin. Tað vil siga, at hvør skatta­borgari skal gjal­da um­leið 0,7 prosent í kring­varps­skatti. - Møguliga verður hetta pro­sentið lægri, tí út­rokn­ ing­ar vísa, at vit fáa meir enn 60 milliónir, um hvør skatta­ borgari rindar 0,7 prosent, sigur Aksel V. Johannesen. Gamalt uppskot Hetta er ikki fyrstu ferð, at uppskot um kring­varps­ gjaldið er frammi. Tjóðveldi hev­ur fleiri ferðir áður lagt fram um uppskot, um at kring­varps­gjaldið eigur at vera gold­ið umvegis skatta­ skipan­ina. - Síðani 2002 hava vit havt eitt líknandi uppskot fram­ mi. Tjóðveldi hevur havt tað frammi fýra ferdir, so tað er einki nýtt í hesum, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóð­veldi. Hann vísir á, at hvør­ja ferð er uppskotið blivið felt. Orsøkirnar til at Tjóð­veldi fleiri ferðir hevur víst á møguleikan við at kring­varps­gjaldið verður kravt inn umvegis skattin, eru fleiri. - Hetta er ein máti at trygg­ja Kringvarpinum, at inntøkurnar liggja fast­ar, soleiðis at tað ikki bara verð­ ur dúvað upp á lýs­ing­ar og spøl, sum ikki eru tryggar inntøkukeldur. Har­aftur­at hevði tað verið sosialt rætt­ vísari enn nú, tá øll hús­ar­ hald fáa somu rokn­ing. Vit hal­da, at kring­varps­gjal­d­ið eigur at verða goldið eft­ir sama leisti sum eitt nú kirk­ ju- og kommunuskattur, sig­ ur Høgni Hoydal. Hóast Tjóðveldi fleiri ferð­ir hevur havt frammi við uppskotinum, um at kring­varps­gjaldið skal rind­ast umvegis skatta­ skipan­ina, heldur Aksel V. Johannesen á ongan hátt, at Javnaðarflokkurin hev­ur stolið uppskotið frá Tjóð­ veldi. - Uppskotið er ikki nak­ að, sum vit hava tikið frá Tjóðveldi, tí vit hava havt hetta uppskotið við í val­ skrán­ni fleiri ferðir. Eru prinsipielt ímóti Fólkaflokkurin er ímóti upp­skotinum frá Javn­að­ar­ flokki­num, av tí at flokkurin held­ur tað sum heild vera skeivt at flyta gjøld inn í skatta­skipanina. - Tað er reint prinsipielt, at vit eru ímóti hesum upp­ skoti­num. Við at flyta gjøld inn í skattaskipanina missa vit so at siga stýringina við tí. Eisini er flokkurin ógvu­ liga ivasamur um upp­skotið, tí flytir mann gjøld yvir í skattaskipanina, hækk­ar skattatrýstið, sig­ur Bjarni Djur­holm úr Fólka­flokki­ num. Ein onnur orsøk til at flokkurin ikki tekur undir við uppskotinum er, at flokkurin heldur, at upp­skotið serliga rakar ungu barna­familjurnar. - Vit eru eisini ivasom um upp­skotið, soleiðis sum Aksel V. Johannesen hevur lagt tað fram, av tí at tað serliga rak­ ar tær ungu familjurnar, sum júst hava sett búgv, og straff­ ar harvið tey fólkini, sum eru hart sperd, sigur Bjarni Djur­ holm. Eisini Framsókn er ímóti, at kringvarpsgjaldið skal krevj­ast inn gjøgnum skatt­ in. - Sum flokkur halda vit ikki, at vit eiga at flyta meir yvir á skattin, tað sam­svarar ikki við liberalu hugsan­ina. Vansarnir eru fleiri við at kringvarpsgjaldið verð­ur goldið umvegis skatta­skipan­ ina. Tað kann hugsast, at fólk ikki fara at eftirmeta og geva konstruktivan kritik á sama hátt, sum tey gera nú, tá tey gjalda kringvarpsgjald. Sum nú er reagera fólk, tá gjaldið verður hækkað og lækkað, og tað fara tey møgu­liga ikki at gera í sama mun, um upp­ skotið hjá Javn­að­ar­flokki­ num kemur ígjøgnum. Tey fara ikki at síggja, hvat tey betala fyri, kann mann siga, sigur Poul Michelsen úr Fram­sókn. KVF skal privatiserast Í Miðflokkinum er mann eisini ímóti uppskotinum, men flokkurin heldur, at Kring­varpið átti at blivið privati­ser­að. - Vit eru ímóti upp­skoti­ num. Okkara hugsan er, at Kring­varpið skal lata dyrnar upp, soleiðis at øll kunnu koma inn við egnari fígging. Ikki tí, Kringvarpið skal fram­vegis veita tænastur sum tíðindi og veðurvánir, men restin skal vera upp til fólk­ið, sigur Bill Justinussen. Bill Justinussen heldur, at fólk eiga at betala til Kring­ varpið, alt eftir hvussu nógv tey lurta. - Tað verður allarhelst í framtíðini møguligt at spora, hvussu nógv fólk brúka Kring­varpið, soleiðis at tú fert at betala, alt eftir hvussu nógv tú lurtar. Tað vil siga, at ta løtuna, eg lurti eftir Lindini ella Rás2, so rin­di eg eina ávísa upphædd til tær rásirnar, sigur Bill Justinus­sen. Ivasamt við Kringvarps­ gjaldinum Ilt er at siga, um kringvarpsgjaldið í framtíðini verður kravt inn um skattin ella ikki. Í Sambandsflokkinum hava tey ikki tikið støðu til, hvat tey halda um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum