Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftir fund í Evropa-Parla­ menti­num sein­ astu viku er gøtan við at verða greidd til eitt felags ES-patent Vilmund Jacobsen Broytingar í patentreglum í Evropa gera tað munandi bíligari og einfaldari at fáa patentverju í megin­part­ inum av Evropa. Sam­stund­ is, sum mannagongdirnar gerast einfaldari, gerst tað eisini bíligari hjá fyritøkum at fáa størri trygd fyri pat­ ent­rættindunum. Tað sigur Vinnuhúsið í dag og vísir til www.di.dk sum keldu. Lagt verður aftrat, at av hes­um verður væntað, at spar­ingin bara fyri donsk virk­ir verður millum 110 og 130 miljónir krónur fyrstu ár­ini og 160 miljónir krónur fylgj­andi ár. Harafturat koma spar­ ing­ar, tí fyritøkur sleppa und­an kostnaðum av paralell­um sakarmálum í Evropa orsaka av, at ein felags evropeiskur patent­ dóm­s­tólur verður stovn­ sett­ur. Vinnuhúsið sigur eisi­ ni, at tá broytingarnar eru gjøgnumførdar, fáa evro­ pe­iskar fyritøkur somu for­ treyt­ir, sum fyritøkur í USA, Kina, Japan og Korea. Vilmund Jacobsen - Fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Tey flestu koma síðst í vikuni, men møguliga kemur onkur inn í dag. Fleiri línuskip fiska brosmu og longu, og nøk­ur fiska tosk og hýsu. Eitt línuskip er á Rygginum og fiskar svartkalva og blá­ longu. Tað sigur Fiska­mark­ nað­ur Føroya í sínum met­ ing­um um línuskipini fyri hesa vikuna. Streymurin harðnar, men veðurlíkindini síggja út til at gerast hampilig. Tí verð­ur roknað við, at nak­að verð­ur av útróðri og útróðr­ ar­fiski, mest hýsu og toski. Lagt verður aftrat, at fýra djúpvatnstrolarar eru til vanliga ísfiskaveiði. Teir fáa mest av upsa, men fiski­ skap­urin er smáligur. Vænt­ andi koma hesi skip inn at landa í dag. Aðrir djúp­ vatns­trolarar eru eisini til fiski­skap. Hesir partrola og frysta veiðina umborð. Flestu partrolarar eru úti og fiska upsa. Fiskiskapurin er smáligur, men skipini koma inn, sum vikan líður. Fríggjadagin, tá Fiska­ mark­naður Føroya gjørdi sínar metingar, vóru allir trol­bát­arnir inni, men teir fara útaftur, tá tað viðrar. Trol­bátarnir fara helst út á Skeiva­banka at royna eftir hav­tasku. Trý garnaskip eru til fiski­skap í løtuni. Ein fiskar svart­kalva eystan fyri og land­ar helst síðst í hesi viku­ni. Ein fiskar havtasku og landar væntandi mið­ skeið­is í hesi vikuni. - Triðja garnaskipið fisk­ ar svartkalva og frystir veiði­na umborð, sigur Fiska­mark­nað­ur Føroya um út­lit­ini hesa vikuna. Fiskamarknaður Føroya kemur við sínum metingum um tilfeingið hvønn fríggjadag – fyri vikuna, sum kemur Mynd: FMF Vilmund Jacobsen Í fyrstani trúði Heini Weihe, at hetta var ein ordans "bas­ si" og annar bátur, sum royn­ di eftir hemara um somu leið, kom Heina til hjálp­ar. - Av tí, at húkurin sat í síðu­finnuni, kom hemarin tvør­ur upp og føldist tískil nógv tyngri, enn hann í veru­ leika­num var. www.fiska.fo skriv­ar, at hem­arin varð dis­kvali­fis­er­ að­u­r, tí eftir altjóða reglum skal húkurin sita framman fyri táknurnar fyri at telja við í eini kapping. Hemarin vigaði umleið 100 kilo, og tað tók Heina og hjálp­ar­fólki tveir tímar at fáa hann inn. - Tríggir bátar royndu eftir hemara eystan fyri Nóls­oyn­na sunnudagin, skriv­ar www.fiska.fo Línuskip við ymiskum fiskasløgum Streymurin harðnar, og fleiri línuskip koma inn at landa hesa vikuna. Veðurútlitini eru hampilig, og tí verður væntandi nakað av útróðri og útróðrarfiski á marknaðinum Felags ES- patent ávegis Hemari á 100 kilo diskvalifiseraður Heini Weihe fekk ein hemara á tráðuna, tá hann royn­di eystur úr Borðuni í Nólsoy sunnudagin. Tí­verri var húkurin fastur í síðufinnuni, og tað góðtaka altjóða reglur ikki