Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Uni Arge Hvussu skulu vit skipa okk­ um í samfelagnum, so vit sleppa undan at gjalda ov nógv í skatti, men fáa sum mest av tryggleika? Hetta er høvuðs­spurn­ing­ ur­in, sum politikarar í flestu londum stríðast um. Borgar­ ligir flokkar vilja minka al­ men­na sektorin og lækka skatt­in, meðan vinstravendir flokk­ar vilja skapa tryggleika fyri øll umvegis tað almenna við høgum skatti. Hans Andrias Sølvar­á, søgufrøðingur og rithøvundur, greiddi á NORA-ráðstevnuni í Reykja­ vík 7. og 8. november frá, at samfeløg kunnu grund­leggj­ andi ganga tríggjar leiðir, tá tey skipa seg viðvíkjandi skatt­um og vælferð. Eitt samfelag kann strem­ ba eftir at gera statin so lítlan sum gjørligt og taka sum minst inn í skatti. Hetta hevur verið leisturin í USA og Onglandi. Bara tey fá­ tækas­tu kunnu vænta sær hjálp frá tí almenna. Hini mugu hjálpa sær sjálvum sum mest. Tann norðurlendski leist­ ur­in er, at skatturin er høg­ur, so tryggleiki verður skapt­ ur fyri øll. Hetta hevur við sær, at øll gjalda nógv fyri, at ongin skal detta niður­ímill­ um, hóast fá fáa brúk fyri al­ mennari hjálp. Loysnin ímillum ta amerikonsku og norður­ lendsku loysnina er tann evrope­iska. Har er staturin ikki høvuðsleikarin, tí vælferðarskipanir verða mest skaptar á arbeiðs­mark­ naði­num, og familjan hevur ein týðandi leiklut at hjálpa ein­stak­lingum. Almenna byrðan Á ráðstevnuni í Reykja­vík nevndu fleiri, at norð­ur­ lendska væl­ferðar­skipanin hev­ur við sær, at skatturin í Norður­londum er serstakliga høgur, men at fólk góðtaka hetta, um tænasturnar, tey fáa afturfyri, eru nøktandi. Kortini mugu samfeløgini norðan­fyri allatíðina vera til reiðar at tillaga sínar skip­ an­ir, tí verða færri at gjalda skatt og fleiri at forsyrgja, kann hetta tyngja almennu skipan­ir­nar so nógv, at tær hokna. Í Føroyum verða stórar broyt­ing­ar framdar ser­ liga á almannaøkinum, har Almannastovan og Nær­verk­ ið verða løgd saman. Talan er um stovnar við tilsamans 1.700 starvsfólkum, sum veita 14.000 borgarum stuðul og røkt. Á fíggjarlógini umfatar almannaøkið 1,7 mia. kr., sum svarar til 35 prosent av útreiðsl­unum hjá landinum. Petra Jónsdóttir Joensen stend­ur á odda fyri at fáa meira fyri minni á økinum. Eitt ódnartak í sjálvum sær, men er hetta neyðugt? Tólini flyta inn Spyrt tú ein borgarligan politikara, svarar hann bein­ a­n­vegin játtandi, og tann vinstravendi avvísir neyvan, at effektiviseringar mugu fremj­ast. Men sigur so onkur, at tól í framtíðini skulu veita heimarøkt heldur enn menniskju, stúrsa mong við. Tól fara heilt vist at verða nýtt í framtíðini. Jógvan Han­sen, heimspekingur, hug­leiddi á ráðstevnuni um, at tól kunnu fara at verða brúkt í eldrarøktini. Tólini kun­nu dustsúgva, vaska fólki og minna á, at t.d. heilivágur skal takast. Jógvan Hansen nevn­di, at hetta slagið av effektivi­s­er­ ing reisir fleiri etiskar spurn­ ingar. Skal eitt tól minna eitt eldri fólk á, at tað skal eta frukt fram um sjokulátu? Hvat við frælsa valinum hjá tí eldra fólkinum? Skal eitt tól geva sissandi ljóð frá sær og og á tann hátt veita fólki eina falska kenslu av tryggleika? Er hetta rætt at gera? Ella er hetta ikki júst tað, sum útvarp og sjón­ varp longu verða brúkt til í heimunum? Jógvan Hansen nevndi, at við ongari tøkni er menn­ iskjan veik, men við ong­um etikki er menniskjan prís­ giv­in. Hann hvørki talaði fyri ella ímóti tólunum, tá tal­an er um at effektivisera t.d. eldraøkið, men vísti á iva­ spur­n­ing­arnar­. Føroyar broytast Hans Andrias Sølvará stað­ festi, at tá talan er um vælferðarskipanir í Før­oy­ um, kann sigast, at tann evropeiska og tann norð­ur­ lendska eru vorð­nar alt meira blandaðar saman. Ein lítil partur av teirri amerikonsku samfelagsskipanini vinnur eisini frama. Fólkapensjón, heilsuverk, skúl­ar, barnaansing og eldra­ røkt eru øll undir tí almenna í Før­oyum. Norðurlendskari fær tað ikki verið. Men fyrst í 90’unum stovnaði ar­beiðs­ mark­naðurin Sam­halds­fas­ ta og ALS og í 2001 Barsils­ skipan­ina. Hesar loysnir eru loysn­ ir, sum líkjast evro­peiska tankanum um, at ar­beiðs­ marknaðurin skapar mestu vælferðina. Um familjan so tekur sær av rest, kann trýstið á almennar kassar minka heilt nógv. Á teirri amerikonsku tanka­kósini hava før­oy­ing­ ar ferðast lítið, tó at tank­in um, at privatar upp­spar­ ingar skulu avloysa fólka­ pensjónina, er sum drigin úr eini amerikanskari lærubók. So Føroyar taka loysnir úr øll­um trimum modellunum. Les eisini "Nýhugsan skal bjarga vælferðini í útnorðri" í Sosialinum 19. november 2012 Gjalda skatt fyri tryggleika Tríggir hættir eru at skipa vælferðina í samfeløgum. Tann amerikanski hátturin hevur við sær lægsta skattin og minsta tryggleikan. Tann norðurlendski kostar mest og skapar størsta tryggleikan. Tann evropeiski hátturin er ein millumleið, sum Føroyar flyta seg ímóti, greiddi Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, frá á NORA-ráðstevnuni í Reykjavík Nora