Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Hon segði, at tað var ikki nøkur hugalig uppgáva at fara undir sum al­man­na­ráð­ harri at spara 200 milliónir krón­ur eftir fýra árum. Og í 2013 skuldu sparast heilar 52 millión­ir krónur, harav tær 33 skuldi fáast til vega við at hæk­ka pensjónsaldurin. Tað vísti seg tó skjótt, at ikki bar tikl at fara so drast­ iskt til verka við pen­sjóns­ aldrinum, og tí varð hendan hækk­anin skotin út. Reformar innan al­manna­ økið hava síðani merkt, at í staðin fyri at spara 200 milliónir krónur komandi fýra árini, skulu nú í staðin spar­ast 118 milliónir. Ein heilt ítøkiligur re­for­ mur, sum longu er framdur, er arbeiðs­mark­nað­ar­re­form­ ur­in, sum Annika Ol­sen sigur er størsti ar­beiðs­mark­nað­ar­ refor­mur í nýggjari tíð. Úrslitið av hesum re­form­ inum er lógin um arbeiðs­ fremjandi tiltøk sum skal tryggja, at fólk við av­mark­ að­um arbeiðsførleika skulu kunnu varðveita sítt arbeiði, sam­stundis sum fólk við av­ markaðum arbeiðsførleika lætt­ari skulu fáa atgongd til ar­beiðsmarknaðin. Arbeitt verður í løtuni við at seta á stovn eitt barna­hús, ikki sum ein ítøkiligur bygn­ ingur, men sum eitt forum, ið skal hjálpa børnum, sum eru út­sett fyri kynsligum ágangi. Talan er um eitt samstarv mill­um heilsusektorin, politi og aðrar viðkomandi in­ stans­ir. 500.000 krónur eru sett­ar av til hetta endamál. Eitt annað, sum hevur verið at arbeitt við, er at orða ein eldrapolitikk, og hetta arbeiði er nú liðugt og er klárt at leggja fyri Løgtingið fyrst í komandi ári. Endamálið hjá al­man­ na­mál­a­ráðharranum er, at eldraøkið kann leggjast út til kommunurnar í 2014. Hvørki Jógvan á Lakjuni , Jacob Vestergaard ella nakar annar stillaði upp til formansvalið móti Jørgen Niclasen, ið heldur fram sum formaður Mynd: Leo Poulsen Útreiðslu­ steðgur fyri fyrstu ferð í 20 ár LANDSFUNDUR - Við flatskattinum hava vit sett prísin niður fyri at arbeiða. Tað loysir seg at arbeiða, og serliga at arbeiða meir Leo Poulsen Tað segði Jørgen Nicla­ sen í for­mansfrágreiðing síni á lands­fundi Fólka­ floksins á Tekn­iska skúla í Klaks­vík í dag. - Haldi, at vt longu hava sæð úrslitið, tí vit før­oyi­ngar hava í ár tjent 275 milliónir krónur meira enn somu tíð í fjør, og meira týdningarmikið, arbeiðs­loysið minkar í lopum, segði Jørgen Nicla­sen. Hann vísti á, at sein­ asti átta mánaðirnar eru skapt 385 nýggj ar­beiðs­ pláss, og hetta er ikki inn­an almenna sektorin, men í tí privata. Serliga inn­an høvuðsvinnuna og tænastuvinnuna eru hesi nýggju arbeiðspláss skapt. Jørgen Niclasen segði, at hann sum fíggjar­mála­ ráðharri fer at arbeiða fyri, at broyta møgu­leik­ arnar hjá kommununum at áseta skatt. Hann ætlar at virka fyri, at botnfrádrátturin í kom­ munu­skattinum verð­ur hækkaður, og at hesin kann verða goldin út held­ur enn innroknaður í skattin. Hann nevndi, at oknun­tíð er neyðugt at taka minni populerar av­ ger­ðir. Útreiðslusteðgur - Eingin kann fiska uttan onkuntíð at sigla móti streym­inum. Eingin laks­ ur var til, um hann ikki við­hvørt svimur móti streym­inum niðan í áirnar at leggja síni rogn. Tað, sum bara flýtur við strey­m­inum, er slíkt sum rekaviður og tómar tunn­ ur, segði Jørgen Niclasen. Sum fíggjar­mála­ ráð­harri kom for­mað­ur Fólkafloksins sjálv­andi eisini inn á fíggj­ar­poli­ tikk­in. Hann vísti á, at fyri fyrstu ferð í hesari øld­ini er ein útreiðslu­ steðg­ur settur í verk. - Í fíggjar­lógar­upp­ skoti­num fyri 2013 er fyri fyrstu ferð síðani djúpu kreppuna í 90-un­ um gjøgnumførdur ein út­reiðslusteðgur. Fyri fyrs­tu ferð í 20 ár brúka vit sama tal av krónum tvey ár á rað, segði Jørgen Niclasen. At enda frøddist Jørgen Niclasen um, at friður valdar á arbeiðs­ mark­naði­num, í summum før­um fleiri ár inn í fram­ tíðina. Fyri fyrstu ferð í 20 ár verður samfelagið rikið við somu krónum sum árið fyri, segði Jørgen Niclasen Mynd: Leo Poulsen Annika Olsen fegnaðist um, at tað hevði eydnast at samtykkja lógina um ein rúmligari arbeiðsmarknað Mynd: Fólkaflokkurin Eldrapolitikkur orðaður LANDSFUNDUR Landsstýrismaðurin í Almannamálum, Annika Olsen, greiddi landsfundinum frá tí arbeiði, ið er farið fram síðani hendan samgongan tók við fyri einum ári síðani