mánadagur 26. november 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
“Men trúgv er treyst í tí, sum
vónað verður, sannføring um
teir lutir, sum ikki eru at síggja.”
Hebr. 11. kap. Fyrsta ørindi. Hetta
er treystið og vónin, sum aftur
einaferð hevur savnað okkum í
Guðs húsi ein halgidag.
Givnir eru einglar góðir,
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
sær hann til mín lut at varða.
Amen
Hetta heilaga evangeliið seinasta
sunnudagin eftir tríeindardag
skrivar Matteus evngelistur, 17.
kap. 1-9 ørindi, soleiðis í Jesu
navni:
Og seks dagar aftaná tekur Jesus
Pætur og Jákup og Jóhannes,
bróðir hansara, við sær og fer
við teimum einsæris niðan á eitt
høgt fjall. Og hann umbroyttist
fyri eygum teirra, og andlit hans
ara skein sum sólin, og klæði
hansara vórðu hvít sum ljósið.
Og sí, Móses og Elia sýndu seg
fyri teimum í samtalu við hann.
Men Pætur tók til orða og segði
við Jesus: “Harri, tað er gott, at
vit eru her! Um tú vilt, skal eg her
gera tríggjar búðir, tær eina og
Mósesi eina og Elia eina.” Meðan
hann enn hevði hetta á máli, sí,
tá skuggaði eitt bjart skýggj yvir
teimum, og sí, ein rødd mælti út
úr skýnum: “Hesin er sonur mín,
hin elskaði, sum eg havi góðan
tokka til. Lýðið á hann!” Og táið
lærusveinarnir hoyrdu hetta,
fullu teir fram eftir rommum og
vórðu ógvuliga ræddir. Og Jesus
kom fram at teimum og nam
við teir og segði: “Reisið tykkum
upp og óttist ikki!” Men táið teir
hugdu upp, sóu teir ongan uttan
Jesus einsamallan. Og meðan teir
gingu oman av fjallinum, beyð
Jesus teimum og segði: “Tit skulu
ongum siga frá hesi sjón, fyrr enn
menniskjusonurin er risin upp
frá deyðum.”
Heilagi faðir! Vit takka tær fyri
títt heilaga orð til okkara í dag.
Orð títt er sannleiki, lat tað lýsa
okkum vegin til sannleika og til
sælu! Amen.
Sjái Guð hluta minn. Sær hann til
mín lut at varða. Soleiðis standa
orðini sjónsk, høgd í stein, omanfyri
høvuðsgrindina í Gøtu skúla. Hetta
er kreddan hjá Tróndi, hann letur
ongan iva vera um, at Drottur
himinsins er verndari hansara, og
tað er óhugsandi, at hetta er taktisk
íspinning hjá valdsmiklum manni
fyri einum millennium síðani. Kann
vera, at hann ikki fylgdi øllum
meginrákum av meginlandinum,
heldur hevur hann verið ein treisk
trúgvandi afturundirgerð, sum inni
í skemmu síni bað til faðir sín, sum
var og er í loyndum og sum sær í
loyndum og er førur fyri at løna og
bønarsvara tí biðjandi menniskj
anum.
Soleiðis hevur føroyingurin í tús
und ár verið partur av kristnu sið
menningini. Øll ávirkað og myndað
av læruni og tey flestu sannførd og
vorðin fræls í samfelagi við Guði og
Menniskjasoninum. Í dópinum og
við fermingini innlimað, og hóast
landafrøðiliga aspektið ongan mun
ger, tankin er væl hægri enn tað, í
evstu sferu, so var forsætisráðharri
Svítjóðar, Tage Erlander, rímiliga
beinrakin, táið hann eftir almenna
vitjan í Heilaga landinum, har hann
eitt nú hevði spákað í fjøruni kring
um Tiberias vatnið – Genesaret
vatnið – heimafturkomin segði tíð
indamonnum, at hann nú hevði
sæð Sunnudagsskúlasjógvin við
berum eygum.
Fyri sløkum trimum árum síðani
eydnaðist tað mær og konuni og
einum dalsaka av føroyingum ann
ars at vitja í Ísrael. At standa úti
á Betlehems fløtum á jólum var
fløvandi, mergurin ornaði, men par
exxelance var vitjanin norðuri við
Vatnið, ið gevur landinum mestu og
neyðugu vætuna, tað sum ávirkaði
sálina og sinnið mest av øllum.
Tað kendist sum at verða førkaður
aftur til sunnudagsskúlatíðina, og
mær kom til hugs, at Jesus kanska
átti sínar ríkastu løtur um hesar
leiðir, eitt nú í Kapernaum, har
hann framdi mestu stórverk síni,
flestu undrini, so magnfull, at hann
hevjaði staðin upp til Himins.
Nú er har øskukalt at kalla, “Steinar
og súlnastúvir liggja slongdir út um
vøllir, leivdir av hinum júdasam
kundarhúsi, sum hin hundraðs
høvdingin havdi bygt, sum helt
seg ikki vera verdan tess, at Jesus
skuldi stíga inn undir tak hans og
bað hann tí grøða tjónin með einum
orði.”
Viderø heldur fram: “Eg setist á ein
súlnastein at grunda yvir tað lív,
sum her fór fram, her sum menn
úr ymiskum heradum møttust
við tollbúðina hjá Matteusi til
at vixla pening. - - - Og táið Jesus
helt áfram haðan, sá hann mann
sita hjá tollbúðini, Matteus at
navni; og hann sigur við hann:
Fylg mær. Og hann fylgdi honum.
Mikil skari fylgdi honum. Har sum
hann var inni, slappst ikki inn fyrir
fólki; menn lutu at brjótast niður
gjøgnum takið. Men nú er her oydn
og gapandi tómleiki.....”
At dvølja í Kapernaum kendist sum
at verða sleipaður tvey millennium
aftur í tíð. Alt tóktist vera sum frá
tíðarinnar morgni. Mannahondin
er ikki sloppin at gera misbrot
á frumangan. Og her var tað, at
Jesus hitti Matteus, í tollbúðini.
Ein av fleiri, sum í evangelium sín
um áhaldandi minna okkum á tað
óvanliga og stórbæra við einum
timburmanni úr Nasaret, sum
brúkti stóran part av lívinum til at
vekja grasrøturnar um hesar leiðir,
djarvar røtur, sum gingu ímóti
okkupatiónsvaldinum í landinum.
Frelsulæran er eini parturin, men
ikki minni áhugaverd er søgan
um byltingarmannin Jesus, sum
akslar síni skinn við tey fátæku,
hjartareinu, veiku, sjúku, spaklyntu,
miskunnsomu, friðsomu, syrgjandi
og tey í andanum fátæku. Við salti
jarðarinnar.
Hann definerar valdið av nýggjum,
setir valdið í øvuta skrúgv, og við
Guði og monnum í ferðini við sær,
fer hann óræddur, sum ein ný
mótans óvápnaður hugkveiktur
guerillero upp ímóti falsi og valds
misnýtslu. Hann gongur beint
ímóti rómverska krossdeyðanum á
Golgata, har hann gevur upp anda
fyri okkara sakir. Bogin verður
spentur til ytstu mørk og brestur,
og hann átók sær alla ábyrgdina og
syndina. Líka so lítið sum riflukúlur
kann krossdeyðin gera enda á eini
legendu, serstakliga ikki honum,
sum reis aftur frá deyðum og
gjørdist livandi fyri hópin av fólki
um allan heimin - meira nú enn
nakrantíð.
Maðurin sum sat við tollbúðina í
Kapernaum eigur prædikutekstin í
dag. Menn eru ikki á einum máli, um
hendingin fór fram á Hermon ella á
Tabor fjallinum. Teir flestu ímynda
sær kortini, hóast tað er nógvar
ferðir lægri, at tað var á hesum
seinra fjallinum, at Jesus seks dagar
eftir hendingina í Kesarea Filippi,
táið Símun Pætur staðfesti, at: “Tú
ert Kristus, sonur hins livandi Guðs”,
gekk niðan líðurnar við Pæturi,
Jákupi og Jóhannesi einsæris niðan
á tindin. Vit akaðu í bussi framvið
hesi bulmiklu viggvaksnu túgvu,
sum hevjar seg úr láglendinum
niðanfyri. Ikki sørt at tað gjørdi
mun at síggja konturarnar í hædd
ini, har sum ein av stóru hend
ingunum í bíbliusøgunum fór fram.
Ongin er betri førur fyri í orðum at
myndgera fatanina av hesum enn
Kristian Osvald Viderø í sjaldsama
góðu ferðafrásøgnini: Ferð mín til
Jorsala.
“Sívalt og kúvótt, eins og veldugur
hválvdur bolli, stendur her Tabor-
fjallið á miðum Jisreel-slættanum,
eins og dottið niður frá himninum.
Og tað er av sonnum himneskt á at
líta, sólin glampar av steinunum
uppi í homrum tess, piltar og smá
gentur í marglitum tøtrum ganga
har syngjandi uppi í fjallabrekkuni
og goyma at seyðum og geitum, ið
klúgva har uppi í skriðum og hom
rum. Víðar grasfløtur, svá grønar, at
tað loypir glámlýsi í eyguni, liggja
niðri undir tí eins og glitrandi
ábreiður, breiddar út til heiðurs
handa tí.
»Eg vil vera til staðar«
Í gjár prædikaði Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, í Kvívíkar kirkju. Vit prenta prædikuna niðanfyri:
Nógv fólk var í kirkju í Kvívík í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang