Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 bjørt sum ljósið.” Og hagar stevndi hann lærusveinunum til fundar við seg, eftir at hann var risin upp frá deyðum. Her var dýrdligt og ikki langt til himins. Ei undur í, at honum tókti ótolandi at koma niður aftur til mannanna, har illir andar kastaðu teimum í “eld og vatn””. Tað var ikki smávegis, tað sum hendi á hesum gitna tindi. Jesus umbroyttist, andlitið skein sum sólin, og klæði hansara vóru hvít sum ljósið. Móses og Elia vóru til sjónar eina løtu, tosaðu við Jesus, meðan hendan trojkan av apostlum eru áskoðarar í hesum løgna leiki. Hin ofta tortrúni materialisturin Pætur letur verðina fara við sær, og umhugsar í fullum álvara at gera búðir á tindinum til teir tríggjar Móses, Elia og Jesus. Hann trívist í hæddini eftir at vera sloppin úr vesældøminum á slættlendinum. Búkurin, sum stjórnar dastinum av livandi verum heimsins, tekur vitið frá høvdinum. Vegurin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin, sum ofta verður havt á munni. Men brádliga skuggar eitt bjart skýggj yvir teimum, og ein rødd mælir úr skýnum: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann !” Ræðsla kemur á, teir tveita seg fram eftir rommum, men táið teir so dánt eru komnir fyri seg aftur, er alt foykt burtur, horvið sum døgg fyri sól, nú stendur Jesus einsamallur hjá teimum, og hann letur teir vita: “Reisið tykkum upp og óttist ikki!” Ávegis oman líðurnar aftur fáa teir munnkurv, og skulu ikki lata frætta frá hendingini fyrrenn menniskjusonurin er risin upp frá deyðum aftur. Læran, kvintessensurin, av hesum sjaldsama stórfundi á Tabor-fjall­in­ um er eyðsýnd. Pallurin fyri stórar hendingar er fjallið, ið stendur óvikandi sum ein kastali. Móses kom oman av Sinai við steintalvunum eftir fundarhaldið við Guð, Elia fór til Himmals í eldvogni og røðan fram um allar aðrar, moralska og etiska manifestið, ið hevur hug­ kveikt størstu filosoffar í søguni, var eisini hildin á einum fjalli, Fjalla­ prædikan. Kirkja okkara kann sum onki samanberast við eitt fjall, sum vit ganga niðan á hvønn einasta sunnudag, fyri leggja oyra til Guðs orð og læruna um Son hansara, ið kom at gera so óvanliga stóran mun í menniskjans skiftandi støðum. Um allan heimin. Eisini her í Kví­ vík. Fólkakirkjubygdin sum ber av øllum í Føroyum. Og tey hava ikki verið mýruvongir, prestarnir á Kirkjuteigi. Tiknir úr leikum. Risar í anda og mentan, og hesin seinasti er onki undantak. Verið góð við prestin, hann er sum ein góður velamaður, hann fær cylindararnar at ganga smidliga, smyr við kannuni áðrenn stempulringarnir grava seg inn í fóðringina, sálarhirðin við yvir­skotinum og loftsnældusjónini, ein Vicarium Dei, ið kann greiða ringastu fløkjur. Røddin av prædikustólinum er ein av mongum í tíðini. Vit eru um at drukna í flóðalduni av røddum, sum ávarpa okkum við alskins til­boðum, sum eru uppi í tíðini. Vøkst­ur er lyklaorðið. Materian bólgnar. Búskaparskipanin tolir bara vøkstur, sum ein eldvognur drigin av eldhestum togar hon seg upp ímóti vælferðarhimmalinum. Tøknin fremur menning, hava vit hildið. Trupulleikin er bara, at hendan planetin, sum Guð setti menniskjuna at stjórna, er farin at skinkla í kongunum, er farin at troyttast av teimum, ið skuldu røkja hana, eftir at Skapanin var at enda komin. Í materiellu grádigheitini eru vit komin at fleiri mørkum. Uppdriftin fánar, tí vit hava gjørt okkum inn á stovnsfæið, skapanarfæið. Røddir, ið ávara um ovveiði á fiskimiðunum verða ikki hoyrdar, heldur ikki tær ið boða frá dómadegi, um manna­ skapta dálkingin heldur fram, og í fleiri londum er rot komið í, so tógvið, at niðurlaðing og trot ger enda á gomlum sivilisatiónum, eitt nú í gamla Hellas. Og í mið­ eystri liggja teir støðugt á loynum í royndini at foykja hvønn annan burtur av heimskortinum. Sam­ stundis sum mestu virðini liggja í pappírsrúgvum í keypsskálum, har ungir framherjar í keypi og sølu, í hesi yuppie-ítrótt, gerast múgv­andi ella fara niður við flagg­in­um, uttan at mannahond nakran­tíð hevur verið uppi í virðis­ skapanini. Sambandið ímillum manna­verk og virðir er fyri ein part fokið. Gini-koefficienturin - sum teir rópa mátið fyri ójavna í heiminum, er vaksandi, sjálvt í londum, har ráðandi verðsliga ideo­logiin annars rópar seg uppá loysunarorðini frá stóru fronsku koll­veltingini – frælsi, javnaður og brøðra­lag. Sambært nýggjastu tølum, er hitt kommunistiska Kina, and­sagnar­liga, tað landið í heimin­ u­m, sum hevur hin størsta sosiala ójavnaðin. Í Føroyum man hesin koefficientur eisini vera vaksandi, nú almennu skipaninar hava slept endanum og filantropiskir felagsskapir, skipaðir av vælvildarfólki, av øllum alvi royna at forða fyri, at fleiri hundrað av medborgarum okkara ikki sita svangir, táið vit um ein mánað fara at hátíðarhalda føðingardagin hjá honum, ið ongantíð ivaðist í at taka støðu fyri teimum, sum av ymsum orsøkum lógu í skugganum av mæti, fæi og valdi. Teimum sum vóru farin á botn við sosiala elevatorinum. Í 1855 var faðirin at føroyska skrift­ málinum settur inn sum prestur á Kirkjuteigi. V.U. Hammershaimb. Ein nýggj rødd rann brádliga upp sum runnur úr turrari jørð, tá hann gamlaárskvøld hetta sama árið prædikaði á føroyskum máli í Kvívíkar kirkju. Hetta var ikki hent áður, og tikið var illa ímóti hesi kollveltandi roynd. Hetta var at ganga Guði og Menniskjasoninum ov nær, teir skiltu bara danska tungu, hóast íslendingar longu tá høvdu tosað við Drottin og Jesus á íslendskum máli í 3 hundrað ár. Hóast royndin gjørdist ein einslig svala á hávetri, legðist hann tíbetur ikki á boðini, og gjørdist ein megindráttur í menningini av okkara alra samleika. Málinum. Før­oysku tunguni. Í hesum døg­ um liggur ein onnur rødd í tung­ um sjógvi. Kringvarp Føroya. Megin­stovnurin í tjóðarlaðing hjá okkum øllum í meira enn hálva øld. Kveikjari í máli og mentan og ansari í áhaldandi fólkaræðisligu prosessini. Soleiðis ganga bylgur­ nar sum sjóvarfallið í øllum manna­ Tórbjørn Jacobsen á prædikustólinum í Kvívíkar kirkju í gjár Mynd: Jens Kristian vang Framhald á næstu síðu