Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 øld. Kveikjari í máli og mentan og ansari í áhaldandi fólkaræðisligu prosessini. Soleiðis ganga bylgur­ nar sum sjóvarfallið í øllum manna­ skaptum verki. Materialisturin Pætur og hin im­ materielli Jesus eru komnir oman aftur av Tabor-fjallinum. Røddin, sum talaði úr bjarta skýnum tagnar í mun til so mangar aðrar, ongantíð. Megin í tí, sum prædikað varð framvið Geneseret vatninum, var so óvanliga magnfull, at hon vann sær veg upp um háu umskarandi fjøllini og út í ytstu krókar heimsins. Apostlarnir vallaðu um stóran part av tí tá kenda heiminum, sigst at Andreas einaferð var í útriðuna av Moskvu og hin legendariski Pætur gekk alla leiðina til Roma. Allur ivi hansara var foyktur burtur, táið hann avkláraður trein fram á torg, og gjørdi greiði fyri sínari støðu, sum skrivað stendur um í Apostlasøguni. Mangir mætir menn í heimssøguni eru bara úrslit av samtíðini teir liva í. Teir hava verið dyrkaðir sum guðar og hava í stóran mun dyrkað seg sjálvar sum guðar. Skurðguðar. Á døgum Katharinu hevði Lenin ikki verið annað enn íðin framherji hjá borgaraskapinum. Hevði José Martí verið uppi á døgum, táið bretar tóku Havanna, hevði hann helst farið í part við spaniólum, høvdu Napoléon, Mirabeau, Danton ella Robespierre livað, táið Karla Magnus ráddi fyri borgum, høvdu teir í mesta lagi gingið við einum haka á akrunum og velt eplir ella alternativt verið ignorantir húskallar á onkrum hissini feudalslátri og Cæsar var ongantíð farin um ánna Rubicon, um eldfimur klassakampur ikki hevði herjað Roma um hetta mundið. Hin ísakaldi filosoffurin og spinndoktarin Niccolo Machiavelli heldur, at Móses var av sama kalibri, at hann ikki hevði fingið fólk Ísraels at fylgt sær, um hann ikki møtti teimum sum trælum í Egyptalandi. Devisan hjá pragmatikaranum er, at uttan ónøgd var ongin Móses. Neyvan var tað kortini av tilvild, at júst teir tríggir hittust á Tabor- fjallinum hendan dagin, Móses, Elia og Jesus. Hin altvaldandi mundi hava meira enn ein fingur við í spælinum, og tá liggur alt í eini aðrari sferu enn hjá verðsligu maktmonnunum, sum eru komandi og farandi. Alt eftir hvussu politiskt og ideologiskt rák stjórnar heiminum annars. Omanfyri alt stendur glæman frá Honum, ið skapti alt, og frá Honum sum næstseinasta dagin í jarðarlívinum stóð á fjalsins brún og leit útyvir staðin. Yvir fólkið – sínar egnu brøður – sum vilst í døprum syndamyrkri var. Men Hann gekk kortini oman líðina, dvøldi í Getsemane áðrenn hann legði leiðina um Kedron dalin. Niðanaftur ígjøgnum brekkuna hinumegin løkin, ávegis ímóti borgini og fólkinum, ið ikki kendi vitjanartíð sína. Jarðiski deyðin var óundansleppandi, hóttanin frá byltingarmanninum og oddvitanum hjá grasrótunum, íblástur av Guði, var ov herskin biti hjá valsharrunum í Ísrael tá á døgum. Alt var kortini fullkomið. Og somu einglar, sum gingu Tróndi í Gøtu til handa fyri túsund árum síðani, halda framhaldandi sínar verndarveingir yvir okkum føroyingum - nú og um allar ævir. Ella sum vestmenningurin Martin Joensen tekur til í nýggjasta før­ oyska sálminum: Tá mítt berg mær gerst ov høgt, tá hvørt vitaljós er sløkt, Faðir, fylg mær tá á leið, Tú, sum eina troyttast ei. Tað er ikki spunnið úr ongum, at vit tosa um fyri og eftir. Vit elta tíðarrokningini, sum byrjaði, táið eitt barn var borið í heim í einum fjósi í Betlehem. Fyri hesa hending var vónloysi, myrkur, dómur og deyði og eftir hana kærleiki, náði, gleði og lív. Og allastaðni er meistarin, arkitekturin, sum stjórnar tí kosmiska hjólinum, tilstaðar. Ella sum gýðingurin Martin Buber orðar tað í hugleiðingini um, táið Guð opinberaði seg fyri Mósesi í tí brennandi tornarunninum, og segði honum navn sítt: “Eg vil vera til staðar.” Staðfestingin um, at Guð altíð og og stund er okkum nærri enn okkara egni skuggi. Alla tøkk veiti eg Theodor pastori og kirkjuráðnum í sóknini, fyri tann mikla og óvanliga heiður, at eg varð boðin higar á Kirkjuteig í dag, til tess at siga míni egnu orð og egnu fatan, - íblástur av ódeyði­ligu Heilagu skriftunum. Mátti sunnu­ dagurin verið tykkum happa­ drúgvur og dyggur. Latum okkum øll biðja: Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Guð, há­ lovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Vit biðja teg, Guð og faðir okkara, ver tú hjá okkum øllum við náði og hjálp tíni. Ver tú hjá øllum teimum, sum hava tað ringt, veit teimum hjálp. Troysta øll tey, ið syrgja: síggj í kærleika til faðirleys og móðurleys, ver hjálpin hjá øllum teimum, sum ongan góðan eiga. Ver við teimum ungu, varðveit tey, at tey ikki villast burtur av lívsins rættu og góðu gøtum. Styðja og styrk tey gomlu, gev teimum loyvi til í friði og náðum at leggja frá sær. Lýs fyri teimum, sum skulu síggja deyðan, gev tú teimum og okkum øllum á tínum degi eina gleðiliga uppreisn. Vælsigna og varðveit tú alt kirkjufólk títt víða um heimin og lat orð títt hava frítt at fara, hjálp okkum at goyma tað í góð­ um og reinum hjørtum. Halt tú tína sterku hond yvir landi og fólki, og lat eygu tíni vaka yvir okkum bæði á nátt og degi. Ver við sjófólki okkara, varðveit tú teir og før teir aftur í øllum góðum. Vælsigna og varðveit øll tey, sum eru sett til at stjórna og ráða. Stuðla teimum við skilvísi og rættlætiskenslu, morali og etikki íblástur av tær og Son­ inum, soleiðis, at fólkið í landin­ um kann kenna seg trygt við sín egna, valda og óvalda, myndug­ leika. Fylg okkum á øllum leiðum okk­ ara, og varðveit okkum øll alla tíð í lívsins samfelagi við teg, so at vit, annaðhvørt vit liva ella doyggja, mega hoyra tær til. Latum okkum so til seinast við ápostlinum ynskja hvør øðrum: Harrans Jesu Krists náði og kær­ leiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum! Amen. Tórbjørn Jacobsen og Theodor Olsen, prestur, heilsaðu upp á kirkjufólkið eftir gudstænastuna Mynd: Jens Kristian Vang Framhald av síðu 11