hósdagur 1. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 64 - 1. apríl 2004
Nr. 64 - 1. apríl 2004
7
Heini hevur álit á skrivaranum
Jacob Vestergaard,
fyrrvernadi lands-
stýrismaður við fiski-
vinnumálum, sigur, at
hann handlaði rætt
politiskt, tá loyvið til
Jógvan S varð tikið
aftur
DÓMURIN
Edvard Joensen
Tað var rætt politiskt at
taka loyvið til Jógvan S aft-
ur, sigur Jacob Vestergaard,
fyrrverandi
landsstýrs-
maður við fiskivinnumál-
um. men hann ivaðist í, um
tað var umsitingaliga rætt,
og hann hevur nú fingið
váttað frá Føroya rætti, at
tað var tað ikki.
Sum politikari hevði eina
greiða fatan av, hvat ynski
var, sigur Jacob Vester-
gaard. Har var eingin ivi
um, at hann suldi taka loyv-
ið aftur.
Tað sma kann sigast út
frá teirri niðurstøðu, lands-
stýrismálanevndin
kom
við.
Men hann sigur greitt, at
hann hevur ikki veirð undir
poltiiskum trýsti, soleiðis
at skilja, at hann varð
trýstur
av
samgongumonnum at taka
ta støðu, hann tók, men helt
sjálvur, at tað var rætt at
fylgja løgtingsins vilja.
Aftan á er lætt at siga, at
tað átti at verið øðrvísi.
Men støðan var tann, at líka
mikið hvat landsstýrismað-
urin hevði gjørt í hasum
málinum, hevði tað verið
sagt at verið skeivt.
Jacob Vestergaard heldur,
at landsstýrismálanevndin
ehvur spælt sín leiklut
lidnan.
Hann ehldur ikki, at tað
er brúk fyri hesi nevndini
meira, nú vit hava fingið
Løgtingsins umboðsmann.
Har kunnu slík mál við-
gerast, sigur hann.
Hinvegin er ikki so nógv
at seta fingurin á,av tí, han
gjørdi, sigur jacob Vester-
gaard. Har er týðuliga stað-
fest, at mannagongdin hjá
Fiskimálaraðnum, tá upp-
runaloyvið varð givið í
2002, var røtt.
Jacob Vestergaard kennir
seg ikki tyngdan av málin-
um. Hann sigur, at hann
hevur gjørt eitt mistak, men
einki ólógligt.
– Tá tú arbeiðir, hendir
tað, at tú gerst okkur
mistak. Men tað er stórur
munur á at gera eitt mistaks
og at gera nakað ólógligt,
sigur hann.
Heini O. Heinesen,
fyrrverandi formaður
í landsstýrismála-
nevnini, hevur fult
álit á skrivaranum og
løgfrøðinginum hjá
nevndini, hóast Før-
oya Rættur leggur av-
gerðina hjá nevndini
til grund fyri avgerð-
ini um at lata Jógvani
S veiðiloyvið aftur
DÓMURIN
Edvard Joensen
Tað er skeivt av rættinum at
blanda landsstýrismanna-
nevndina upp í úrskurðin,
sum rætturin hevur gjørt,
sigur Heini O. Heinesen,
fyrrverandi
formaður
í
landsstýrismálanevndini.
Rætturin blandar ting sam-
an, sum einki hava við hvørt
annað at gera, sigur hann.
Tað, sum landsstýris-
málanevndin hevur gjørt, er
í lagi. Vit hava gjørt eitt jur-
idiskt tilmæli við ráðgeving
frá skrivara okkara, og tað
haldi eg framvegis vera
rætt. Eg sovi væl, og fari
fegin í fongsul restina av
lívinum fyri eitt slíkt mál.
So vísur eri eg í, at tað, sum
nevndin gjørdi, er rætt.
Fiskimálaráðið bað um at
verða dømt í hesum málin-
um, sigur Heini O. Heine-
sen, og tað er rættiliga álv-
arsligt heldur hann.
Landsstýrismálanevndin
hevur ikki givið nøkrum
boð um nakað sum helst.
Hon hevur bara gjørt eitt
tilmæli um, hvussu hon
heldur, at málið var um-
sitið.
Tað er eingin ivi um, at at
tað var skeivt av landsstýr-
ismanninum at taka loyvi
aftur frá skipinum, sum
framman undan var altið tí.
Tað, sum var skeivt, var at
lovyið nakrantíð varð latið,
staðfestir Heini O. Heine-
sen.
Tað var tað, sum málið
snúði seg um. Nú blandar
rætturin fleiri ting saman
við at blanda landsstýris-
málanevndina upp í eitt mál
um at taka eitt loyvi aftur
–
Jacob
Vestergaard
handlaði undir politiskum
trýsti, sigur Heini O. Heine-
sen, og heldur, at hansara
politisku partamenn, Høgni
Hoydal og Tórbjørn Jacob-
sen, avgjørt ikki eru uttan
skuld í, at málið er komið
hertil. Teir søgdu greitt við
landsstýrismanin, at um
hann ikki gjørdi, sum hann
gjørdi, so varð hann frá-
koyrdur.
Nú skapar hetta málið
eitt fyridømi, og nú er
avgjørt væntandi, at fleiri
fara at koma aftur um aftur
og vilja hava fiskilolyvi á
hesum grundarlagnum, sig-
ur Heini O. Heinesen. Hann
hugsar sær til allar teir, sum
hava fingið avslag upp á
umóknir um fiskiloyvir.
– Vit kunnu gott rokna
við, at nú fer línuskipaflot-
in upp á eini 30 skip, og so
verður einki til nakran,
sigur hann.
Hann harmast um, at
tann stýring, hesi árini hev-
ur verið á fiskivinnuni, nú
fer fyri einki. Nú er tað
gjørt lógligt at flyta skip
millum bólkarnar, og so
hava vit sagað greinina, vit
sita á, av, sigur Heini O.
Heinesen.
Føroya Rættur blandar ting
saman, sum einki hava við
hvørt annað at gera, sigu
Heini O. Heinsen,
fyrrverandi formaður í
landsstýrismálanevndini,
sum hevur fult álit á tí,
skrivarin hjá nevndini hevur
rætt henni til
Tað var politiskt rætt
Jacob Vestergaard, fyrr-
verandi landsstýrismaður,
ásannar, at hann gjørdi eitt
fyrisitingarligt mistak, men
handlaði politiskt rætt
Fiskimálaráðið vil
ikki gera viðmerking-
ar til dómin í Føroya
Rætti, fyrr enn
avgerð er tikin um,
um málið skal kærast
til Landsrættin
Dómurin
Edvard Joensen
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður við fiskivinnumál-
um, vil ikki gera viðmerk-
ingar til dómin í málinum
um fiskiloyvið hjá Jógvani
S.
Landsstýrismaðurin sig-
ur seg hava gjørt sær nakrar
tankar um málið, meðan
tað hevur verið ávegis í
rættinum, men hann vil
ikki siga, hvat hann hugsar,
fyrr enn hann saman við
sínum løgfrøðingum hevur
gjørt av, hvussu farið
verður
víðari
fram
fyrisitingarliga.
Hann sigur seg hava
fingið dómin og lisið hann
saman við viðmerking-
unum. Nú verður so
umhugsað, hvønn av teim-
um tveimum møguleik-
unum, ið eru, Fiski-
málaráðið skal velja. Ann-
aðhvørt at taka við dóm-
inum ella at kæra hann til
Landsrættin.
Tað eydnaðist ikki, áðr-
enn blaðið fór til prent-
ingar, at fáa viðmerking
frá reiðarínum. Men sak-
førarin hjá reiðarínum
hevur áður sagt við Sosi-
alin, at um úrslitið av sak-
armálinum verður, at reið-
aríið fær viðhald, verður
farið at arbeiða við at
krevja endurgjald fyri
mista inntøku.
Nú hevur reiðaríið fing-
ið viðhald í Føroya Rætti.
Partarnir hava tvær vikur
til at umhugsa dómin.
Fiskimálaráðið tigandi
Rætturin hevur talað og sagt, at Jógvan S skal hava fiskiloyvið aftur frá Fiskimálaráðnum
Mynd: Edvard Joensen
- Tað eru bæði russisk
og norsk skip, sum
fiska, avhøvda og
heilfrysta fiskin í
blokk. Tá ið túrurin
er av, senda reiðaríini
fiskin til virkingar í
Kina og selja hann
virkaðan á bretska
marknaðinum. Hóast
langa flutningin og
tað, at fiskurin verður
seldur bíligari í Bret-
landi, loysir hetta seg
betur fyri russisku og
norsku reiðaríini enn
at virka fiskin um-
borð, sigur Mortan
Johannesen, reiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri kom flakatrolarin,
Enniberg, aftur úr Barents-
havinum við 850 tonsum av
flaki. Hesin túrurin hevur
vart í hálvan triðja mánaða.
Teir byrjaðu at fiska í
norskum sjógvi og endaðu í
russiskum sjógvi.
Enniberg hevur seinastu
dagarnar ligið við molan í
Havn, men í dag loysa teir
aftur og fara niður til Bret-
lands at selja. Mánadagin
byrja teir at lossa í Grims-
by.
Skipari hendan túrin hev-
ur verið Sonny Johannesen,
sum saman við stýri-mann-
inum,
Jógvani
Líggjas
Gregersen og 36 øðrum
monnum, hevur ført hesa
stóru lastina til lands.
Mortan Johannesen, reið-
ari, sigur, at fiskiskapurin
hendan túrin hevur verið
góður.
Lágir prísir
Tað hevur ljóðað, at mann-
ingarparturin
er
einar
250.000 krónur, men tað vil
reiðarin ikki vátta.
Spurdur,
hvussu
tað
gongur at sleppa av við
flakið í Bretlandi, sigur
hann, at tað ongantíð er
nakar trupulleiki at selja
veiðina, men prísirnir eru
einki at reypa av.
- Prísirnir á flaki eru
nevniliga skramblaðir niður
í ár og hava ikki verið so
lágir í langa tíð, sigur Mort-
an Johannesen.
Fara vit eini átta ár aftur í
tíðina, var prísurin á flaki tó
væl lægri, enn hann er í
dag.
Bílig framleiðsla
Reiðarin vísir á, at ein or-
søkin til stóra prísfallið
seinasta árið, er, at nógvur
russarafiskur og norskur
fiskur er á marknaðinum,
og hesin fiskurin fer fyri
minni prís enn tað, sum
føroysku reiðaríini vilja
hava.
- Tað eru bæði russisk og
norsk skip, sum fiska, av-
høvda og heilfrysta fiskin í
blokk. Tá ið túrurin er av,
senda reiðaríini fiskin til
virkingar í Kina. Í Kina er
bílig arbeiðsmegi. Fiskurin
verður arbeiddur við hond,
og hvørt einstakt bein
verður pilkað úr flakinum.
Úr Kina verður fiskurin
fraktaður á bretska markn-
aðin, og hóast hann verður
seldur bíligari enn eitt nú
fiskurin, sum vit koma við,
liggur meira eftir hjá norð-
monnum og russum enn hjá
okkum.
Mortan Johannesen sig-
ur, at ilt er at spáa um,
hvussu gongdin verður.
Færri mans
Sonny Johannesen, skipari
á Ennibergi, veit at siga, at
færri mans eru við teimum
skipum, sum fiska, av-
høvda og frysta í blokk, og
tí verða eisini færri um
býtið.
- Eg havi skilt, at tað
loysir seg væl fyri reiðaríini
at senda fiskin til virkingar
í Kina, og eg havi eisini
skilt, at manningin fær væl
burtur úr, sigur hann í eini
stuttari viðmerking.
Bílig arbeiðsmegi í Kina:
Minkar um inntøkuna hjá
føroyskum flakamonnum
Grót er
dagligur
kostur
FERÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
-
Umframt
tungu
ferðsluna, sum koyrir
við gróti, koyra bilar
við ruski gjøgnum
bygdina og bilar, sum
koma við høvdum og
eftir
høvdum
av
Høvdavirkinum, sigur
leirvíkingur.
Eftir greinina, vit
høvdu í Sosialinum í
gjár um tungu ferðsl-
una
gjøgnum
Lei-
rvíksbygd, hevur ein
lesari í Leirvík vent
sær til blaðið.
- Tit skriva um tað
eina óhappið, har grót
datt av einum lastbili
og á vegin. Men tað er
dagligur kostur, at
størri og smærri grót
dettur av bilunum, sum
koyra gjøgnum bygd-
ina.
Umrødda
greinin
var ein samrøða við
bygdarráðsformannin í
Leirvík, Sjúrð Eliasen.
Somuleiðis skiftu vit
orð við sýslumannin í
Eysturoy,
Kristian
Martin Joensen.
Sjúrður
helt,
at
ferðslan eftir umstøð-
unum hevur gingið
hampiliga væl, og at
koyringin av gróti úr
undirsjóvartunlinum
fer fram í neyvum
samstarvi millum teir,
sum hava ábyrgdina av
koyringini og ferðslu-
nevndina hjá Leirvíkar
bygdarráði.
Sýslumaðurin stað-
festi, at løgreglan ikki
hevur verið boðsend í
samband
við
hesa
koyring, men vísti á, at
nú tunga ferðslan í
oynni er so nógv økt,
heldur løgreglan sjálv-
sagt eyguni eftir, at alt
gongur forsvarliga fyri
seg.
Lesarin í Leirvík
vísir á, at tað er ikki
bara koyringin úr und-
irsjóvartunlinum, sum
órógvar leirvíkingar,
sum búgva við vegin,
har tann nógva ferðsl-
an gongur.
- Umframt tungu
ferðsluna, sum koyrir
við gróti, koyra bilar
við ruski gjøgnum
bygdina og bilar, sum
koma við høvdum og
eftir
høvdum
av
høvdavirkinum.
Lesarin sigur seg
ivast í, um allir bilfør-
arar halda seg til há-
marksferðina,
sum
sambært ferðsluskelt-
inum er 30 kilometrar
um tíman.
- Eg havi ongantíð
áður upplivað, at
fiskiskapurin eystan
fyri hevur verið so
góður í so langa tíð
sum hesaferð. Á øll-
um túrinum var eing-
in dagur miseydnað-
ur, sigur skiparin á
Ennibergi, Sonny
Johannesen
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyri eini tíð síðan skrivaðu
norsk bløð um eitt av
størstu hálum í søguni, tá ið
Enniberg fekk eini 60 tons
av ráfiski í einum háli,
meðan teir royndu í norsk-
um sjógvi. Norsk bløð
skrivaðu, at hetta var eitt
miljónahál – eitt hál, sum í
ráfiski var vert eina heila
miljón!
Fleiri miljónahál
Sonny Johannesen, skipari
á Ennibergi, sigur, at hann
frætti um umrøðuna, hetta
eina hálið fekk, men vísir á,
at teir høvdu onnur hál,
sum vóru á leið líka so stór.
Eitt av hesum var seinasta
hálið, teir høvdu á túrinum.
Hetta var í russiskum
sjógvi.
- Eg havi ongantíð upp-
livað, at fiskiskapurin eyst-
an fyri hevur verið so góður
í so langa tíð. Um hesa tíð-
ina í fjør var nógvur fiskur
at fáa í russiskum sjógvi,
men í ár hevur bara verið so
nógv meira at fingið.
Skiparin sigur, at á øllum
túrinum var eingin dagur
miseydnaður.
Yvirvaksin toskur
- Vit høvdu góðan fiskiskap
í norskum sjógvi, og tá ið
vit komu í russiskan sjógv,
29. februar, komu vit í
rættiligan rokfiskiskap.
Hann vísir á, at hetta er
góð fiskitíð, bæði í norsk-
um og russiskum sjógvi.
- Áðrenn vit fóru í russ-
iskan sjógv at royna, vóru
vit á Røstbankanum, sum
er gýtingarleið, og har var
bara yvirvaksin toskur at
fáa.
Skiparin sigur, at fisk-
urin, teir fingu í russiskum
sjógvi, serliga í byrjanini
var ógvuliga góður.
Upp til Bjarnoynna
Sonny Johannesen, sum
eisini verður skipari á Enni-
bergi komandi túr, veit at
siga, at teir væntandi fara
ein stuttan túr upp til
Bjarnoynna eftir páskir.
- Har kunnu vit fiska eini
100 tons av flaki, sigur
hann.
Tá ið Enniberg kemur
aftur undan Bjarnoynni,
fara teir í Irmingarhavið at
royna eftir kongafiski.
Enniberg hevði fleiri miljónahál á túrinum
Enniberg við bryggju í Havn. Ein stór last, sum verður seld í Bretlandi – í kapping við eitt nú russiskan og norskan fisk, sum reiðaríini senda til virkingar í Kina.
Mynd: Terji Nielsen
C
M
Y
K
7
6