mánadagur 26. november 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Sosialistar eru hildnir
uppat at vera sosialistar
Sosialisman
er
ein
tóm
fløska. Óbrúkilig eins og ein
baklummi á skjúrtu. Ferdig.
Og tað sigi eg sum sosialistur.
Ella, um eg ajourføri meg
sjálvan, núverandi liberalist
ur.
Eg sigi tað sum ein teirra,
ið roknar sosialismuna sum
ein frágera týðandi og játt
andi framvøkstur í søguni,
men sum samtíðis eisini
roknar hana sum verandi
steindeyða.
“Men hvat við kommunu
valinum?” Nei. At Heðin
buldraði
Javnaðarflokkin
inn í Havnina, hevur onki við
sosialismu at gera. Javnaðar
flokkurin ger ikki sosialismu,
men politiska korrektheit,
opportunistiskt sálarporno,
bíligan feel-good politikk og
ryggleyst elituklemmarí. Ikki
sosialismu. Flest teirra kenna
ikki Marx, hvaðna minni
sitera hann!
Tað eru fleiri grundir til,
at sosialisman datt burtur.
Megingrundin er tó, at hon
sveik sítt etos og vrakaði
síni kjarnuvirði. Gev gætur
tey stóru framstigini, hatta
hugspennandi
og
ikono
klastiska lyndið, og skjótari
enn tú klárar at siga “Ráðið
fyri Ferðslutrygd spolerar
jólafrokostar”, sært tú, at
hasin
ideologiski
nervin,
hatta frælsisloysandi innlitið,
langtsíðani er sloknað.
Og hatta innlitið er minst
av øllum til í politiskum
flokkum, ið kalla seg sosial
istar
ella
sosial-“okkurt”.
Javnaðarflokkar hava, um
nakar, tveitt av sær alt sosial
istiskt innlit.
Nøkur dømi. Sosialisman
vísti fýrisliga á, at allir
trupulleikar,
menniskjan
stendur fyri, hava sosialt
skap. Tað veri seg hungur ella
arbeiðsloysi, tí grundliggj
andi er her talan um sosialar
trupulleikar voldaðir av sam
felagsins samanseyming. Og
nettupp í tí skili lata trupul
leikarnir seg ávirka av sosial
um loysnum.
Hetta,
at
problemini
kunnu
fiksast,
var
eitt
fatanarligt nýbrot. Hetta,
tí
sosialistar
nú
vitvíst
havnaðu
hatta
agggamla
hugskotið, at allir verðsins
trupulleikar,
Armageddon
og onkur nýfikin vanlukku
profeti, skyldast Natúruni
ella mannagírni, og fór at
gera tað av við órættvorðna
menniskjað.
Áðrenn sosialismuna og
tað, Upplýsingartíðin ann
ars borðreiddi við, vístu
politikarir og prestar á, at
orsøkin til, at nøkur ganga
svong, hevur at gera við
náttúrinnar
“innaru”
av
marking: at har barasta ikki
var nóg mikið av mati at
metta øll. Og var tað ikki tað,
tá hevði tað nakað við gírig
heit og moralskt forfall, í síni
heild, at gera.
Men, hali-halo, so kom
sosialisman og segði: “Nei,
okkara trupulleikar eru ikki
natúrligir, teir hava einki við
náttúruna at gera og eru so
bestemt ikki eitt úrslit av
møguligum ómoraliteti. Teir
eru sosialir. Tí kunnu teir
ordnast. So lat okkum ordna
teir.”
Slík tankagongd er niður
løgd. Serliga av teimum, sum
framhaldandi halda fast uppá
at vera sosialistar. Soleiðis
sum umhvørvisverndarisma
er komin upp í rasshaft við
idéini um, at ónda manna
ættin støvsukar Móður Jørð,
og at hon nú straffar okkum,
okkara oyðsl og forbrúk, við
eini natúrkatastrofu fyri og
aðrari eftir, síggja vit eina
sólarklára afturkoming til ta
“naturalistisku
forkláring
ina”.
Sosialistiska uppáhaldið,
at allir trupulleikar eru
sosialir, ikki moralistiskir, og
enntá minni naturalistiskir,
er farið í ommuna.
Eitt annað dømi. Sosial
isman vísti á, at menniskju
vóru før fyri at bestemma
og standa til svars fyri sína
egnu lagnu, at liva sítt lív,
uttan at verða leidd av einum
kongi,
góðseigara,
presti
ella stati. Sosialisma trúði
einaferð uppá menniskjað,
uppá mannavirkni, og at tað
einsamalt klárar at skapa nóg
skikkaðar umstøður hjá tí at
koma út úr kontrollskápinum
og blóma.
Eitt fekst dømi um hvussu
sosialstýrandi elitan roynir
at avmarka okkara persón
og moralitet til at vera ein
kulturellur
signalberi,
er
hvussu vaksnir menn lata
seg lumpa av hasum “mans
liga” yvirskegginum, tá ið
Movember bara handlar um
at umforma stavnar til syrgi
ligan, edrúiligan og fjákutan
rekavið. Tað er so mann
minkandi, at tað ikki eingong
er eitt sindur stuttligt!
Presiss sum tá ið tú ert í
svartari blusu við ljósareyð
ari silkisloyfu á bringuni
fyri at vísa øðrum, at tú
hugsar ordiliga nógv um
bróstkrabba.
Ella
hvussu
“barnaváttanin”, grundað á
eina
kenslupornografiska
David-kampanju,
er
eitt
upplýsingar-amboð so at
“signalera”, at tað er skeivt
hjá vaksnum at hava sam
legu við børn. No shit.
Men
seinastu
øldina
hevur
sosialisman
mist
allan stoltleika og endað
sum ørindreki fyri statin.
Hon hevur hoppað útí og
undirgivið seg stýrisvaldið.
Sosialistar hava mist álitið á
menniskjað, á hvat tað egin
liga er ført fyri, til nú at halda,
at staturin hevur ábyrgdina
av at verja øll fólk frá “ar
móð”, at gera samfelagið
meiri “rættvíst” og “upplýst”.
Og nú eisini hvussu okkara
matpakki, ella hann hjá okk
ara børnum, skal síggja út. Í
grundini, frelsa fólk frá sær
sjálvum.
Vit tosa ræðukampanjur
og stats-sponsoreraða altru
ismu av tí ófrívilliga slagnum,
hvat er á leið tað sama, ið
KRIS hevur gongd í og “Í
menniskjum góður tokki”
ynskir at fáa gongd í við at
fáa fatur á okkara pengum
at geva øðrum... og soleiðis,
voila!, sjálvi liva av at geva
øðrum okkara pengar.
Men
yvirhøvur
hava
sosialistar gloymt søguna,
og við henni hvussu ofta
vanlukkufólk, bæði skilaleys
vísindafólk
og
svakligir
interessufelagsskapir, hava
lovað hóttandi undirgang,
og altíð fara skeiv.
Tú sært hetta undirgivni í
nýligum kjaki um vælferðar
statin. Nýmótans sosialistar
trúgva,
í
bumburámasta
álvara, at vanlig fólk fara
at følna og fjara burtur utt
an vælgerð frá statinum.
Sosialistar trúgva ikki long
ur uppá, at tað ber til at
stýra sítt lív og vera við til
at broyta samfelagið, teir
búleikast í, men uppá borg
arans ómynduggerð og hans
ara systematisku avdemo
kratisering. Ístaðin bíða teir
altíð eftir statinum... at gera
okkurt, bara okkurt.
Har er serliga eitt problem
við hasum tankanum, at væ
lferðarstaturin er so heilag
ur, at vit aldri mugu tosa
um hann, fyri ikki at siga re
formera hann. Tí tann mest
sum allergiska reaksjónin til
eitt álvarakjak um støddina
á
vælferðarstatinum
og
hansara skiftandi eginleikar
merkir, at hasi óteljandi pro
blemini knýtt at almanna
umsorgan ongantíð gerast
greiðari og blíva fiksað.
Vælferðarstaturin er í holt
við at verða avviklaður. Eingin
ivi. Tað er bara stórt spell, at
tað er av demografiskum
ávum, ella sparing, og ikki
ideologiskum ávum, at vit
skifta
vælferðarstatin
út
við
vælferðarsamfelagið.
Veruliga motivasjónin fyri
einum
reformi
av
væl
ferðarstatinum eigur tí vera
humanistisk — ein viður
kenning av, at intensiv væl
ferð, har ansandi staturin
otar seg inn í títt privatlív,
og serstakliga hjá teimum
‘ressursufátæku” (sum má
vera tað mest mannminkandi
hugtakið nakrantíð), hevur
oyðilagt
einstaklingar
og
samfeløg.
Nú, tá ið sosialistar eru
fyri hissini avbjóðingum,
er eittans at gera: einvegis
stuðulsgongu til statin! Nak
að, ið sæst aftur í okkara,
til tíðir, rímiliga góðu, men
yvirvurderaðu tónleikarum,
ið ikki ‘meyka tað’ (antin tí
teir ikki eru so góðir sum teir
sjálvir og Felagið Interrós
vilja vera við, vegna leti ella
vantandi sjálvsálit), og tí
knarra um “stuðul” og hvussu
forbiið fólkaflokslig tey í, ja,
Fólkaflokkinum eru.
Ídag síggja vit altso statin
sum tann einasta megin, ið
kann fremja broytingar. Og
sum fylgja av hesum havnar
menniskjans møguliga megi
í spennitroyggju heldur enn
at verða frígjørd.
Og enn eitt dømi. Einaferð
var tað, at sosialisman helt,
at bert við at skapa eina ríka
verð, bert við at framleiða
fleiri og fleiri ting, bert við
alt ógvusligari búskapar
vøksturi, fleiri hentleikum
og meiri vælveru, eta búffar,
drekka okkum skít og út
levera telefonnummarið til
tilfeldigar damur, blíva vit
trúliga lukkulig og frí — frí
frá neyð og vónloysi.
Sosialisman stóð fyri nóg
mikið av øllum fyri øll. Hon
prædikaði ikki sparsemi og
trot, men yvirflóð.
Men eisini handa sann
føringin er eins livandi og
fiskur á flakavirki. Tú hevði
aldri í verðini hoyrt ein javn
aðarmann anno 2012 brell
ast eftir ótálmandi vøksturi,
størri framleiðslu, fleiri ting
og menniskju. Beint øvut.
Ein miðal hampa javnaðar
flokkur er nú meiri illviljaður
enn nakar annar ímóti einum
lívi í yvirflóð fyri øll.
Hann stunar og venur seg
um óreinar sølumiðstøðir
og stórar sjálvtøkuhandlar,
eymkar seg um retarderaða
ynskið hjá Bjarna og Per at
gerast ríkir, og um problemat
isku dálkingina, sum stendst
av framburði. Sosialisman er
farin frá idealinum um frælsi
og yvirflóð til at fordøma
fólk at liva í trongd, at góð
taka sín lut í tilveruni og at
liva í vónini um at kunna
endurnýta eina av tveimum
ommum.
Tað eru nútímans sosial
istar, ið ikki vilja broyt
ingar. Tað er aktuelli vinstri
vongurin,
ið
forlangar
“ongar broytingar”. Hetta
er als ikki progressivt, hvat
tey annars erpa sær av at
vera... fyri hvørjum øðrum.
Annarhvør setningur er á
kjaft við avmarkandi og
misantropiskum slagorðum
sum “ásetingar”, “reglar” og
“forboð”, og restin við stakk
ala umhvørvið, ovfólking,
burðardygga heilsu og sálar
sjúku at gera.
Nei, í mun til sosialismuna
fyrr, er alt nú fullvegis fæst
læst. Úrslitið er null kritisk
hugsan, líka frá akademik
arum — sum nú bara eru
tað á pappírinum — til rit
høvundar og træklemmandi
aktivistar. Tað eru tí ikki
tey borgarligu, men reyð-
grøn javnaðarfólk, sosial
istar nú á døgum, ið eru “tey
stokkkonservativu”.
Kom
iskt, tí tað vóru annars tey,
teir góðu sosialistarnir fyrr
flentu at.
Sosialisman
var
ófør.
Hon var deiliga ósmæðin
og djørv. Hon var radikal
og hugkveikjandi. Hon var
sexut. Men tað er hon ikki
longur. Ídag, soleiðis sum vit
lata okkum mikrostýra av
valdum sum óvaldum, hava
vit fólk, ið kalla seg sosial
istar, men sum vamlast við
njóting
og
menniskjaligt
sjálvræði.
So, yvir og út við sosial
ismuni, og inn og inn við
liberalismuni.
Sosialisman stóð fyri nóg mikið av øllum fyri øll. Hon prædikaði ikki sparsemi og trot, men yvirflóð
Agga
Niclasen
meining@meyl.fo