mánadagur 26. november 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Hin føroyski eftirskúlin: Ein
grundarsteinur undir fólkavøkstri
Í summar vóru vit í Danmark
og fylgdu miðlinginum á
ítróttareftiskúla
á
Fjóni.
Vænti mær ein nógv mentan
17 ára gamlan ungling aftur
komandi summar, við fullari
skjáttu
av
sjálvsáliti
og
minniligum
upplivingum.
Saman við kveikjandi lærar
um og nýggjum vinum tek
ur hann eitt avgerandi stig
frá barndóminum og inn í
vaksna lívið hetta árið. Hann
hevur fingið fult av anda
ligum og kropsligum av
bjóðingum og í felagsskapi
við onnur hevur hann lært at
taka ábyrgd av sær sjálvum.
Fyri fyrstu ferð merkir hann
titrandi kensluna av frælsi,
og at standa á egnum bein
um. Alt virði, ið fara at koma
honum til góðar í framtíðini –
í útbúgvingini og í familju- og
arbeiðslívinum.
Eg gleðist um drongin og
hinar yvir 130 ungu føroying
arnar, ið fáa somu góðu upp
living á donskum eftirskúlum
hvørt ár. Men eg kann ikki
annað enn stúra fyri, hvat
hetta merkir fyri Føroyar
og fyri komandi ættarlið, ið
skulu bera førningin víðari.
Tí allar hesar kenslur og upp
livingar – øll hendan menn
ing – fer fram í einum fremm
andum umhvørvi. Harvið
eru stór sannlíkindi fyri, at
unglingurin festir sínar røtur
í útlendska jørð, og at hann
sær sína framtíð at vera aðra
staðni enn her heima.
Fyri nøkrum árum síðan
var elsta dótturin eitt ár á
sama skúla, og eyguni glógva
enn, tá hon minnist aftur á
hetta eydnuríka ár. Og yngsta
kelivættið tosar longu um, tá
hon um 6 ár skal á eftirskúla
í Danmark ”eins og øll hini”.
Hon er tó heldur bivandi við
tankan, tí ólík av lyndi sum
hon er frá hinum systkjunum,
so trívist hon best í tí trygga
og heimliga.
Men henni nýtist ikki
at stúra, tí tá hon verður 16,
hevur hon møguleika fyri at
fara á eftirskúla í Suðuroy. Tá
kann hennara dreymur eisini
gerast veruleiki, og hon kann,
eins og eldri systkini, fáa
eitt spennandi og mennandi
eftirskúlaár í Føroyum. Hon
fær kensluna av at royna sítt
flog, men tó ikki so ræðandi
langt heimanifrá.
------
Í 2018 ferðist eg so við tí
yngstu við Smyrli suður til
Hin Føroyska Eftirskúlan. Tá
hevur skúlin fýra ár á baki,
og eftirspurningurin eftir
at sleppa inn er vaksandi.
Fyrstu árini hevði skúlin
ein flokk við 25 næmingum,
flestir úr Føroyum, men eisini
eru fleiri børn hjá føroyskum
útisetum, umframt einstakir
næmingar úr øðrum Norður
londum. Orsaka av longum
bíðirøðum, er ætlanin at taka
tveir flokkar inn í 2018. Skúlin
hevur víst seg at vera sera
lokkandi fyri útisetabørn,
sum gjarna vilja styrkja sítt
tilknýti til Føroya og longu
sæst, at fleiri teirra velja eisini
at taka miðnám og hægri
lestur her. Harfrá er tankin
um at gerast fastbúgvandi
ikki fjarur.
Eftirskúlin hevur fingið
umdømi sum ein spennandi
og øðrvísi møguleiki í 10.
flokki. Eitt sindur bygdasligur,
men uppá tann kula og skeiva
mátan. Innihaldið er støðugt
ment og megnar at lokka tey
ungu til oynna. Skúlin húsast
í einum av tómu skúlunum og
kostaði lítið at gera í hóskandi
stand. Virksemið á skúlanum
er tætt samskipað við tí hjá
Miðnámsskúlanum, soleiðis
at full nýtsla verður av høl
um, lærarum og útgerð. Ein
asta, sum er nýbygt, er eitt
snøgt og nýmótans næm
ingaheim, ið virkar sum bú
staður fyri næmingar og
lærarar
á
Eftirskúlanum,
Miðnámsskúlanum og Heilsu
skúlanum.
Grundsúlur skúlans hvíla
á somu tankar og hugsjónir
sum Grundtvíg hevði um
Fólkaháskúlan:
Upplýsing,
fólkaræði, siðsemi og at kjø
lfesta ungdómin í fosturland
inum. Hin føroyski Eftirskúlin
leggur dent á søgu og samtíð,
samstundis sum tey ungu fáa
kunnleika og tokka til okkara
móðurmál og skaldskap.
Innihaldið er býtt upp í
valfak og breytir. Næming
arnir kunnu velja millum
nøkur ástøðilig valfak, ma
føroyskt, enskt, støddfrøði og
samfelagsfak. Haraftrat er
møguleiki fyri at velja ímillum
tvær breytir: Eina listabreyt
við myndlist, skriving, tón- og
sjónleiki og eina natúrubreyt,
sum umfatar tilfeingi og upp
livingar. Íverksetan er felags
fak hjá báðum breytunum, tí
eitt av endamálum skúlans
er at stimbra tey skapandi
evnini og geva næmingunum
sjálvsálit og hug til at brúka
hesi evni. Skúlin setir høg
krøv til næmingarnar og tey
vera støðugt stimbrað til at
flyta egin mørk.
Á natúru- og upplivingar
breytini eru næmingarnir
sjálvsagt nógv úti. Til fjals, í
fjøru og á sjónum. Tey læra
sjómanskap ígjøgnum verk
ligar royndir umborð á skipi
og báti, har tey hava lært
at arbeiða við reiðskapi og
duga at skyna á veðri. Hesir
næmingar hava fingið eina
grundleggjandi
fatan
av
natúruni, og av hugtakinum
burðardygd. Tey hava skilt
samanhangin millum menn
iskju og náttúru, og hvussu
hetta samspæl kann gerast
við virðing.
Á listabreytini sleppa
næmingar,
við
skapandi
áhuga og evnum, í djúpdina
við hesum fakum. Lærararnir
eru lærdir innan sítt fak, sum
umfatar myndlist og undir
vísing í skriving. Tónleikur
og drama er eisini partur
av breytini, og verkevni og
sangleikir verða skipað í
samstarvi við musikkskúl
an og Saltsiluna, hvørs tón
leikavirksemið nú er komið
væl í gongd. Mangir av næm
ingunum tosa um, at tey hava
fingið eitt slag av listarligari
veking, og tey brenna fyri at
arbeiða innan tað kreativa
fakið.
Fakið íverksetan verður
samantvinnað við lista- og
náttúrubreytina, soleiðis at
næmingurin fær íblástur og
hug til kreativt ella vinnuligt
virksemi. Okkurt hugskot
til smáídnað er sprottið úr
hesum umhvørvi og tey
hava havt góðar royndir av,
at næmingar samstarva við
Kunningarstovurnar
um
at koma við hugskotum til
nýggj ferðavinnutilboð. Tað
er ein serlig uppliving bæði
hjá teimum ungu og hjá ferða
fólki, at næmingarnir eru við
sum hjálpar-ferðaleiðarar á
gongutúrum í fjøllunum og í
fjørðinum á floti. Allastaðni
leita ferðafólk eftir sonnum
upplivingum, og hetta kunnu
Føroyar bjóða í ríkiligt mát.
Lærarar við royndum sum
íverksetarar kveikja áhugan
hjá teimum ungu til at seta
ting í gongd við støði í egnum
evnum og okkara tilfeingi
og natúru. Fyri at verða ein
góður íverksetari mást tú
hava okkurt uppá hjartað.
Hesir næmingar finna eina
meining
og
hava
fingið
fatan av møguleikunum í
okkara mentan og natúru,
samstundis sum íverksetara
andin mennist. Hetta sam
spæl vísir seg longu at hava
verið ein góð íløga í framtíðar
vinnumenning.
Eftirskúlin verður fíggj
aður lutvíst við almennum
og kommunalum stuðli og
lutvíst við næmingagjaldið
og privatum stuðli.
------
Eg siti við einari góðari
kenslu á veg norðuraftur
hetta sunnukvøld umborð á
Smyrli. Dótturin, sum hevur
valt tónleik og list, fór spent
inn í hetta nýggja umhvørvið.
Kenslan er ikki bara góð fyri
hana, men eg gleðist yvir
alt tað ýðandi lív og øll tey
tekin um framburð, eg sá í
Suðuroynni hendan dagin.
Eg tori nú at trúgva uppá,
at vit hava vent rákinum
og hugburðinum til, at tað
saktans er møguligt at fáa
ungdómin at støðast og
mennast í Føroyum.
Eg sá ein Skúladepil í
Suðuroy – umfatandi Eftir
skúla,
Miðnámsskúla
og
Heilsuskúla – sum er í støð
ugari menning og sum skapar
eitt
blómandi
ungdóms
virksemi kring alla oynna.
Lærarar kappast um at fáa
starv á Deplinum, og saman
við sterka vinnulívinum í
oynni hevur Suðuroyggin
endurvunnið sítt pláss sum
ein av kraftdeplunum í land
inum.
Og kenslan er góð, tí eg
gleðist um, at vit politikkarar í
tingsetuni 2012/13 megnaðu at
finna breiða semju um at seta
á stovn Eftirskúlan í Suðuroy,
soleiðis at hann var klárur at
taka teir fyrstu næmingarnar
inn í 2014. Og hetta var gjørt
uttan at stórar íløgur vóru
neyðugar, men tí politiski
viljin var til staðar til at fáa
eitt føroyskt eftirskúlatilboð,
sum er ein av fortreytunum
fyri at unga fólkið støðist í
landinum.
Gunnvør
balle
Tingkvinna
Tjóðveldi
Í dag frættust tíðindi um,
at studningurin til lesandi
verður skorin við 800.000
kr.. Orsøkin er, at lands
bókasavnið
vil
talgilda
gomlu bløðini. Av tí, at sam
gongan heldur fast um, at
útreiðslurnar
skulu
vera
útreiðsluneutralar,
hevur
fíggjarnevndini
funnið
pengarnar hjá Studna, sum
rindar studningin hjá les
andi. Nú standa lesandi púr
asta spyrjandi. Merkir broyt
ingin, at studningurin verður
lækkaður? Fáa tey færri
pengar um mánaðin?
Svarið er nei
Broytingin
ávirkar
ikki
studningin. Heldur ikki kom
andi ár. Ella árið eftir tað.
Broytingin kemur ikki at
ávirka lesandi uppá nakran
sum helst máta. Spuringurin
er, hví skerir fíggjarnevndin
játtanina.
Svarið er ógvuliga einfalt:
Studni metir á hvørjum
ári, hvussu nógvir næmingar
verða tiknir inn. Út frá hesum
verður mett, hvussu nógv fáa
studning. Í ár eru tað færri
næmingar, ið fáa studning,
enn Studni metti.
Tískil hava teir “avlop” á
800.000 kr.
Ávirkast játtanin
í 2013?
Tað var mín fyrsti spurningur.
Merkir broytingin, at játtanin
til Studna verður 800.000 kr.
minni í 2013?
Svarið er eisini nei.
Broytingin hevur við sær,
at 800.000 kr. verða flutt
ar frá kontoini hjá Studna
til kontoina hjá Landsbóka
savninum. Ein einstøk flyting
við einstakari upphædd. Tískil
verður játtanin hjá Studna
akkurát tann sama í 2013, sum
hon var í 2012. Íroknað hesar
800.000 krónurnar.
Sama
er
galdandi
fyri
landsbókasavnið.
Játtanin
verður akkurát tann sama í
2013, sum hon var í 2012. Uttan
hesar 800.000 krónurnar.
Sostatt verður studningurin
til lesandi tann sami.
Studningurin verður tann sami!
Hanus
Samró
Løgtingsmaður
fyri fólkaflokkin