Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-11-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. november 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 8% Klassiskt & rytmiskt: Trummir (Percussion), 8% Klassiskt & rytmiskt: Saxofon, 18% Klassiskt & rytmiskt: Messingljóðføri (Trompet, Trombone, tuba osf.) 15% Til samanspæl, hetta er mest týðandi parturin av einum Musikkskúla! Á henda hátt høvdu vit fingið ein musikkskúla sum stuðlaði undir ver­andi lokalar bólkar so sum sangkórið Ljóm, Horn­orkestrið, og aðrar rytm­iskar bólkar og kanska haft eitt big band í Musikk­ skúlanum. Ein Musikkskúla sum passaði til Suðuroynna og teir lokalu bólkarnar, íð eru her í Suðuroynni. Tað gevur snøgt sagt onga meining um ein Sumbingur situr í einum kjallara í Sumba við einari fagott, um hann ikki sleppur at spæla við í einum orkestri. Aftaná at undirritaði ikki var settur aftur í starv sum musikklærari í Suðuroyar Musikkskúla havi eg nú ferðast til Suðuroynna eina ferð um vikuna í tvey ár, bara fyri at halda lív í okkara lokala hornorkestri, vit hava í dag eitt ungt og gott orkestur hetta eru heilt nógvir av teimum næm­ ingunum sum byrjaðu at spæla hjá Jens Knudsen og undirritaða sjálvum fyri gott fýra árum síðani, og eru hesir næmingar skjótt floygdir og farnir á flog. Tað stutta av tí langa er, at um musikkskúlin ikki spælir við, so gongur tað ikki í longdini, musikkskúlin er okkara smoltstøð og okkara føðiketa. Eftir lokna skúlagongd í 2003 frá Reykjavik College Of Musik við einum bache­ lor of arts prógvi sum tón­leikalærari, valdi eg at venda heim aftur til Føroya at undirvísa, heim til mín føðistað Tvøroyri og Suðuroynna, sum skaldið sigur: »Tí urtin trívist best har rótin rann«. Eg vil staðiliga heita á Martin Mouritsen Musikk­ skúlaleiðara og leiðsluna í Suðuroyar Musikkskúla um at yvirhalda §1 og §16 í Musikkskúlalógini. Skera í gjøgnum og hækka messing tímarnar í suðuroynni so at vit ikki missa hornorkestri í oynnið. Dettur orkestrið niður­fyri reisist tað neyvan aft­ur. Hetta okkum øllum at frama. kjak Ein megnar kvinna Hjartanemandi og ikki sørt beinreikin var sam­røð­ an ið Kringvarpi hevði við stigtakarin av "Í menn­iskj­ um góður tokki ". Tað verður trupult við fáum orðum, at seta orð á eitt menniskja, ið av næstra kærleika og sjálv­ boðin, tekur sakina í egnar hendur. Eina sak sum hon brennur fyri, har hon setur fokus á tey á niðastu rók í okkara samfelagi. Heilar 500 familjur søktu nevnda felagsskap, um ein fíggjarligan fløva í fjør upp undir jóltíðir. Hes­ ar familjur og helst ein­ stak­lingar eisini, sum ikki høvdu tann fíggjarliga før­ leikan ið var neyðugur, til fáa eini hugnalig jól, hjá sær og sínum. At henda megn­ar­kvinna hevði tað menniskjaligu orku, til at samskipa eina innsavnan, frá einstaklingum og vinnu­ fyritøkum, soleiðis at enda­ liga úrsliti gjørdist 1,2 milli­ ónur krónur, ja ein hevur ikki orð fyri tí. Ikki minni einastandandi er, tá hugsa verður um tí heilsuligu støðu hon er og hevur verið í. Aftur í ár hevur hon tikið stig til sama tiltak, eins og hon hevur upp raðfest tað innsavnan sum fer fram nú upp til jólar. Í millum annað kemur bóklingur í hvørt hús, har familjur greiða frá tí syndarligu fíggjarligu støðu, tey vóru í, tá tey søktu um nevnda stuðul. Eis­ini verður sett ljós á við hesa innsavnan, við at lyst verður á mjólkapakkum fr áMBM, sum verða seldir upp til jóla, o.s.fr. Spurd av Kringvarpinum, um støðan hjá nevndu fólk­ um var batna síðan í fjør, so ásannaði hon, at tað metti hon ikki. Tað má sigast verða lagn­ unar speisemi, at samstundis sum nevnda innsavnan er farin av barkastokki, so er dómur fallin í einum málið, har partaeiganir í einum felagi ikki eiga at gjalda skatt av út við 200 millionum krónur. Peningur sum teir hava tikið út úr felagnum, og aftaná flutt peningin í eitt holdingsfelag, sum tað fínt eitur. Eg havi fulla respekt yvur fyri hesum monnum, sum við ágrytni og treysti hava givið okkara samfelagi so nógv. Teir góvust ikki á hondum tá ið kreppan var í hæddini fyrst í hálvfemsunum, til dagin í dag. Hesir partaeigarar hava ikki gjørt tað í duldum ella við óreglusemi, men við kapitalskattalógini í hond­ ini, hevur sakførari teirra vun­n­ið sakina. Sostatt kunna teir við rent­um fáa útgoldið úr lands­kassanum einar 65 milli­ónir skattafríar krón­ur. Og advokaturin, haldi tykk­ um fast, hann fær 4.500.000 krónur fyri ómakin. Sig so tað, um ikki vit hava ein stætta­mun í okk­ara sam­ felagi. Ikki nokk við tí, so greiddi teirra sakførari herfyri í fjølmiðli, at hetta er bert toppurin av ísfjallinum. Tí tað koma fleiri onnur felag, at gera sær dælt av holunum í kapitalskattalógini, so lands­ kassin kemur helst, at bløða fyri eitt ótal av milliónum, um ikki holini verða typt í kapitalskattalógini. So kann ein spyrja, hvar marki er í millum ein lóg­ ar­tekst, og hinvegin totalt anarki, á skatta og kapi­tal­ pen­siónaøkinum. Eitt er, at fáa fólksins ogn ókeypis, við áræði og hepni, byggja upp eina stóra vinnufyritøkuíð ið hevur eitt milliarda virði, og sum gevur hvørjum ein­ stakum í hesi fyritøku árs­ lønir sum liggja um eina millión. At so eigarnir har afturat, við lógini í hondini kunna drena út við 200 milliónir út úr fyritøkuni, uttan at gjald eitt oyra í skatti, tað er einki minni enn ein gøla. Eingin ivi er um hvør ið fíggjarliga kemur at bløða fyri tær nógvu milliónirnar. Tað verður sum vanligt a-skattagjaldarin, sum eisini hongur uppá allar mvg eftirstøðurnar,, sum á hvørjum ári høvdu muna gott í tann slunkna lands­ kassa. Eg haldi tað er skeivt, at geva Taks alla ábyrgdina, tá teirra serfrøði metti, at partaeigarnir eiga at gjalda skatt. Og tað hevði verið upp aftur skeivari um skatt ikki royndií rættarliga vegin, til tess at finna út hvør orsøkin er, at 10-15 partaeigarar, ístaðin fyr at gjalda skatt, stinga yvur hálvt hundrað milliónir niður í lumman skattafrítt. Er ikki okkurt spinnandi galið í okkara samfelag, tá tey sum hava ráð at gjalda skatt, bara soleiðis uttan víðari kunna sleppa sær undan at gjalda skatt, meðan tann láglønti og miðallønti skattaborgarin skulu fylla upp í aftur landskassan. USA sum teir mest høgra­ vendu hava sum sítt ideo­ logi­skt poltiska paradís, har eru tey múgvandi, millióning og milliararderarnir mest sum friðaðir skattatekniskt, men for hundin, teir gjalda hóast alt 13-15 % í skatti. Tá íð Óli Breckmann var í velmaktini, var hann forsprákari fyri, at gera Føroyar til eitt skattaparadís, soleiðis sum Isle of Man, og onnur skattaparadís. Tað er als ikki neyðugt, tí Føroyar er við hesum dømi, eitt tað fúlasta skattaparadís í heim­ inum, væl at merkja, fyri tey múgvandi. Í meðan er omanfyri nevndi felagsskapurin ein­ asta trygdin fyri, at 4-500 familjur og einstaklingar fáa ein fíggjarligan fløva til jólar. Frank Davidsen Føroyska fátækradømi! Í hesum døgum, hvar flett hevur verið um alt landið og kjøt í stórum mongdum er fingin til høldar, verð­ur klagað um neyð og hung­ urs­mark, tað verður klagað um manglandi tilfongi, her er eitt veldugt tilfar av góðum mati, bæði til fólk og djór, um tað verður tikið hond um á annan hátt, enn tað, ið fjølmiðlar lýsa við, at koyra avroðini í brenni­ ovnanar. Kanska nakað fyri íverksetarar? Hvat við klæðum? Farið ein túr í ítróttarhallir, skúlar, svimjihallir og síggið, hvat har liggur av jakkum, troyggjum, húgvum, hand­ klæði sum ikki verður av­ heint­að, sjálvt um sagt verð­ ur frá. Farið verður fleiri ferðir við bilum fullum av klæðum sum neyðhjálp, takk fyri tað. Men er tað tekn upp á fátakradømi? Leikutól: Súkklur við stúttuhjólum, súkklur við 3 hjólum og fleiri uppeftir, síðan trampolinir. Innandura, sjónvarp, dvd, exboks, nintenda, fartelefon við meira. Hvat manglar. At gera nakað sjálvi og síggja allar møguleikarnar, vit hava fyri at liva væl í hesum landi og gera brúk av møguleikunum. Elin K. Jacobsen J Ó L F Y R I Ø L L Ke n d i r f ø roys k i r j ó l a s a n g i r 169 kr. F æ s t u m a l t l a n d i ð