mánadagur 26. november 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Ein musikkskúli uttan mál ella mið
Hornorkestur kring landið
eru ein sera stórur og týð
andi partur av okkara ment
anarlívi. Hornorkestrið her
suðuri er í miðal 12 til 14
ferðir úti og spælir um árið.
M.a verður spælt til tiltøk
sum grækarismessu haldið, í
kirkjum á jólum (jólatrø, sum
verða tendrað), Flaggdagin, á
Jóansøku o.s.fr.
Tá ein føroyskur musikk
skúli velur at skerja tímar,
sum eru lívsæðrin til eitt
lokalt orkestur, og sker tím
arnar so langt niður at tað
er vandi fyri, at hetta lokala
orkestrið dettur niðurfyri,
so
arbeiðir
musikkskúlin
beinleiðis ímóti § 1. í musikk
skúlalógini. Sum sigur:
Sambart §1í lógini er
endamál musikkskúlans í
samarbeiði við heim, skúla og
musikkfegsskapir at menna
musikalsku
gávur
næm
inganna og at leggja grund
arlag undir einum ríkum
musikklívi á staðnum.
Eisini arbeiður musikk
skúlin beinleiðis ímóti §16,
sum sigur:
§16 lærarar við musikk
skúlarnar
skulu
hava
musikkpedagogiskt
prógv
frá musikkkonservatorium
ella aðra hægri musikkút
búgving.
Seks ár eftir at Horn
orkestrið her suðuri var
sett á stovn, var Suðuroyar
Musikkskúli
stovnaður.
Nú var møguleiki at læra
at spæla øll ljóðføri, floytu,
klarinett, obo, fagott, violin,
bratch, cello o.s.fr. Man hevði
tað filosofi (grundhugsan),
at øll skuldu hava loyvi at
spæla tað ljóðføri, sum ein
hevði hug at spæla. Hetta er
jú ein fantastisur tanki, hvør
veit, kanska býr verðins besti
violinistur í Sumba. Altso
man byggir musikkskúlan
upp sum um man hevur
eitt harmoniorkestur og eitt
symphoniorkestur í lokal
samfelagnum.
Tað er her musikkskúlin
fer av sporinum, tí at vit hava
hvørki eitt harmuniorkestur
ella
symphoniorkestur
í
lokalsamfelagnum. Og ein
kann spyrja seg sjálvan, hví
so byggja ein musikkskúla
upp eftir nøkrum sum ikki
er í lokal samfelagnum.
Suðuroyggin hevur altíð
havt eitt sera ríkt tónleikalív
og kanska serliga innan tað
rytmiska, vit hava havt sera
nógv orkestur heilt frá Sumba
til Sandvíkar, vit kunnu
nevna Sumbiar dansifelag,
Ronnie
Nielsen,
Georg
Eystan á, Robert Mc Birnie,
Jákup Thomsen, Beatshots,
Sputnik
við
brøðrunum,
Jens & Marner Lisberg, Trio
við Jens Johannesen, Hans
J Hjelm, Hentzar Hammer,
Laðamenn, Fróða og Deiggj,
Júmenn, Guðrun Sólja Jakob
sen, Brandur Enni, hetta
einans fyri at nevna nøkur
fá nøvn sum eru sprotin
úr lokal samfelagnum her
suðuri. Frá tí kanska meira
klassisku síðuni hava vit
eisini
Kirkjukórið
Ljóm
(ljómur) úr Vági og Tvøroyrar
Hornorkestur. Hetta eru tveir
lokal bólkar, sum øll oyggin
er sera stolt av at eiga, bæði
ljómur og Hornorkestrið eru
mannað við tónlistarfólkið
úr allari oynnið.
Tá ið Suðuroyar Musikk
skúli velur at skjóta við so
spjaddum høglum, at hann
í síðsta enda einki treffur
og kemur heim uttan fong,
kann ein spyrja seg sjálvan
um hetta er rætt. Tvøroyrar
býrað letur uml. 300,000.00
Kr. Fyri hesar pengar hjá
skattaborgaranum haldi eg
gott at man kann forlanga,
at síggja okkurt aftur í
lokal samfelagnum, og at
musikkskúlin fylgir § 1. sum
sigur, at musikkskúlin skal
stimbra og stuðla lokalum
tónleikabólkum so sum t.d
sangkórum, Hornorkestrum,
og øðrum lokalum rytmiskum
bólkum.
Mitt
í
80,inum
var
Barnatalið í Vágs skúla uml.
350 og á Tvøroyra skúla beint
undir 350. Í dag, 30 ár seinni,
er barnatalið í suðuroynni
næstan hálverað, 250 børn
í Tvøroyrar skúla og beint
undir 200 í Vágs skúla og fyri
alla Suðuroynna er barnatalið
í skúlaaldri minka við 45% .
Hetta hevur eisini ein stóran
leiklut tá tað kemur til
musikkskúlaarbeiði.
Royndirnar seinastu 30
árini vísa, at tað letur seg
ikki gera, at fáa eitt har
moniorkestur upp at standa
í Suðuroynni. Fleiri royndir
hava verið gjørdar á økinum
t.d. í 1980inum, 1990-inum, og
í 2000 tá ið síðsta royndin hjá
Musikkskúlanum var gjørd.
Tvøroyrar Hornorkestur
var stovnað av tí orsøk,
at man meinti ikki, at tað
var grundarlag fyri einum
harmoniorkestri í Suður
oynni, grundað á fólkatalið
hetta tí at fagkunnleikin
mælti frá hesum. Nú skjótt
35 ár seinni, og einum næm-
ingatali í Suðuroynni sum er
hálvverað, fer musikkskúlin
aftur í gongd við at gera eitt
harmoniorkestur. Eitt er at
musikkskúlin ikki lítur aftur
um bak við skynsemi - altso
hvat síggja vit í samfelagnum
aftaná hesi gott 30 árini sum
eru farin. At musikkskúlin
nú fyri fjórðu ella fimtu ferð
roynir at starta eitt har
moniorkestur, so kann tað
ikki verða rætt, at verandi
orkestur - nevniliga Tvøroyar
Hornorkestur skal svíða fyri
hesum.
Tá ið musikkskúlin vel
ur at byrja eitt harmoni or
kestur skuldi ein trúð, at
man fór at hækka messing
tímarnar í oynni, tí nú eru
jú tvey orkestur at fylla, alt
so blásarar til eitt harmoni
orkestur og eitt hornorkestur.
Men so er ikki. Í staðin velur
musikkskúlin at skerja tím
arnar til messing undirvísing,
so at verandi orkestur kemur
at svíða fyri tað.
Tað at musikkskúlin her
suðuri arbeiðir ímóti § 1. í
Musikkskúlalógini og und
irgravar tað lokala fram
takið er ikki nakað nýtt.
Fyrrverandi og tá ófaglærdi
leiðarin Otniel Nygaard kom
ferð aftaná ferð og bað um
at fáa hornorkestrið gjørt
um til eitt harmoniorkestur,
nevndin
í
hornorkestri
num
saman
við
undir
ritaða, noktaðu, grundað á
royndirnar ið eru gjørdar tey
seinastu 30 árini og vælvit
andi um, at næmingagrund
arlagið til hetta ikki var til
staðar.
Eg gjørdi leiðsluni í Suð
uroyar Musikkskúla greitt,
at eg metti, at Musikkskúlin
setti sær skeivt mál við at
satsa uppá eitt tónleikaøki,
sum ikki hevur ein livandi
kjans,
samstundis
sum
Musikkskúlin
beinleiðis
mótarbeiddi lokalum ent
usiastum og lokalum tón
leikalívi. Hetta fall sjálvandi
ikki í góða jørð, og hvør veit,
kanska var hetta mín endi í
Musikkskúlanum í Suður
oynni.
Fyri at vísa á bert eitt av
nógvum dømum har Musikk
skúlin undirgravar tað lokala
átakið, ætli eg mær siga frá
Íslandsferðini hjá Tvøroyrar
Hornorkestrið
á
Páskum
2009.
Hornorkestrið
fór
við
Norrønu
til
Seyðisfjarar
tann 6/4 2009 og skuldi vera
á Havnini aftur tann 16/4.
Vit vóru tríggir lærarar við
á túrinum, Ovi Olsen sum er
ein pionerur innan føroyskan
Hornblástur,
starvsfelagin
hjá mær Jens Knudsen og
eg sjálvur. Ferðin passaði
soleiðis, at vit komu at missa
tveir undirvísingar dagar,
hetta góvu vit sjálvandi
leiðaranum Lars Mensonides
munnliga fráboðan um.
Páskaferian hetta árið
var ikki nøkur feria, vit
høvdu intensivar venjingar
seks tímar um dagin, felags
venjingar, venjingar í bólkum,
o.s.fr. Vit spældu konsertir
á Norðurlandinum og á
heimferðini við Norrønu. Í
orkestrinum vóru 10 musikk
skúlanæmingar sum fingu
undirvísing eina heila páska
feriu.
Takkarlønin fyri hetta
arbeiðið var, at leiðarin fyri
Suðuroyar
Musikkskúla
klagaði okkum til leiðaran
fyri
Musikkskúlaskipanini
Martin Mouritsen, sum er
setanarmyndugleiki í menta
málaráðnum. Hetta gjørdi
Lars Mensonides nevniliga
tí, at hann ikki hevði fingið
skrivliga fráboðan um okkara
fráveru (bara munnliga).
Eftir klaguna, kallaðu vit
musikkskúlaleiðaran
her
suðuri Lars Mesonides inn
til ein fund. Spurningarnir
á fundinum vóru: hvat var
meiningin við hesi klaguni?
hvørjar
framtíðarætlanir
vóru fyri Musikkskúlan? og
so vóru vit áhugaðir í hvussu
komandi árið fór at síggja
út. Vit báðir Jens Knudsen
og undirritaði høvdu eitt
fyrimindarligt samstarv um
messingtímarnar her í oynni.
Jens undirvísti grovmessing-
Trummir og eg trompetir-Es
Horn. Hetta vildu vit fegnir
halda á fram við.
Svarið
frá
leiðaranum
Lars Mensonides til støðuna
var: »Alting kommer at
fortsette på samme måde«.
Hetta vísti seg ikki at passa,
tveir mánaðir eftir fundin
við Lars Mensonides ringdi
eg til Martin Mouritsen,
setanarmyndugleika,
fyri
at vita hvussu var við kom
andi árið tí eg var í tíðarav
markaðum starvi. Setanar
myndugleikin svaraði mær
at eg var ikki settur aftur
og at hetta var ynski frá
leiðsluni í Suðuroynni –
altso Lars Mensonides og
musikkskúlanevndini. Hetta
kemur mær ikki av óvart tá
eg fyrr havi hoyrt leiðaran
úttala
seg
soleiðis
um
Hornorkestrið í Suðuroynnið
»jeg har ingen interesse i det
i holder på med«.
Eg var í tíðaravmarkaðum
starvi og var ikki settur aftur
í starv sum messinglærari.
Av tí at Jens var í føstum
starvið var kanska ikki eins
lætt at sleppa av við hann,
men Jens Knudsen misti
trummu
undirvísingina.
Messingtímarnir í Musikk
skúlanum
vóru
skornir
niður í einki, í dag eru 10
tímar, »so kann man siga at
vit undirvísa í messing her
suðuri«.
Eftir at Jens Knudsen
misti trummu undirvísingina,
setti man trummulærara í
staðin sum aldri áður hevði
undirvíst í trummum og
kanska heldur ikki spælt
trummu fyrr.
Aftaná man valdi ikki at
seta
messinglæraran
aft
ur sum hevði batchelor
útbúgving í messing, valdi
man at seta næmingar hjá
fyrrverandi leiðara og tá
ófaglærda
lærara
Otniel
Nygaard
at
undirvísa
í
staðin. »Hetta fyri at nøkta
tørvin á Floytuundirvísing«
samstundis sum man velur
at koyra faglærd fólk heim,
og skera tímarnar til messing
niður í einki.
Hetta er beinleiðis brot á
§16 í musikkskúlalógini sum
sigur: lærarar við musikk
skúlarnar
skulu
hava
musikkpedagogiskt
prógv
frá musikkkonservatorium
ella aðra hægri musikkút
búgving.
Fakfelagið
mótmælti
gongdini uttan at nakrar
broytingar vóru gjørdar frá
leiðsluni.
20 foreldur sendu skriv
inn til leiðsluna har tey
settu spurnartekin við hví
undirritaði ikki var settur
aftur, og hví teirra børn
ikki fingu undirritaða sum
venjara
aftur.
Tað
kom
einki svar frá leiðsluni. 16
Musikklærarar
mótmæltu
viðferðini av málinum.
einki svar. Mín starvsfelagi
Jens Knudsen sendi skriv til
leiðsluna - har kom heldur
einki svar. Eg havi eisini
sjálvur mótmælt við einum
skrivi til leiðsluna - uttan at
fáa nakað svar.
Fyrrverandi
leiðarin
í
Tvøroyrar kvøld og ung
dómsskúla Martin Eidisgaard
sáli tók soleiðis til um
støðuna. (Tróndur hetta er
persónsforfylging av ring
asta slag) eg má siga at eg
byrji at trúgva honum.
Í dag skriva vit 2012 og
eru tað nú trý ár liðin síðan
fagfelag, foreldur, og starvs
felagar sendu inn klagu
um
framferðarháttin
hjá
Suðuroyar
Musikkskúla!
Ongar broytingar eru gjørdar
enn! Nevndin og leiðslan
velur framvegis at satsa uppá
at hava ófaglærd fólk til at
undirvísa í træblástri heldur
enn at fáa fólk við hægri
útbúgving til at undirvísa í
messing, hóast hetta er hart
tiltrongt! at skattaborgarans
pengar verða sløsaðir vekk á
henda hátt, kann ein spyrja
seg sjálvan um tað er rætt?
Setanarmynduleikin Martin
Mouritsen er væl vitandi
um støðuna, men tváar sínar
hendur, tí hetta er eitt ynski
frá leiðsluni í Suðuroyar
Musikkskúla.
Nevndin fyri Suðuroyar
Musikkskúla er ein nevnd
sum er mannað soleiðis at
hvør kommuna velur eitt
umboð í nevndina - hetta
eru ofta fólk sum hava lítlar
fyritreytir fyri at úttala seg
um, hvussu ein musikkskúli
skal virka. Henda nevndin
skal so seta ein leiðara,
krøvini til leiðara eru eingi!
tað vil siga at ein kann gott
vera vindeygavaskari uttan
nakra útbúgving, ikki tí at
tad er nakað galið í tí, at vera
vindeygavaskari, so leingi
sum hann heldur seg til tað.
Tað hevði verið ynskiligt
um vit høvdu ein musikk
skúla sum virkaði sum ein
snúningsás um allan tón
leikin í Suðuroynnið. Ein
Musikkskúla sum legði seg
eftir tí sum virkar her suðuri
og eftir tí sum er her suðuri,
Tað var upplagt um man
velur at siga, vit undirvísa
í: (Her er eitt dømi uppá ein
Musikkskúla ið hevði egnað
seg til Suðuroynna).
15% Klassiskt & rytmiskt:
Sang (Kór)
18% Klassiskt & rytmiskt:
Guitar og Bass guitar.
18% Klassiskt & rytmiskt:
Klaver, Orgul og Harmoniku
Tróndur
Enni