mánadagur 26. november 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Leygardagin 24. november
fylti ein í Føroyum kendur
norskur oljumaður 70 ár.
Tað er Alex Buvik, sum mong
munnu kenna frá tí føroyska
oljuumhvørvinum.
Alex kom eins og fleiri
aðrir útlendskir oljuserfrøð
ingar til Føroya miðskeiðis
í 90-unum fyri at geva eina
hjálpandi hond í sambandi
við oljutilgongdina. Hann var
í Føroyum í nærum 10 ár.
Tá fyrstu stóru og krevj
andi fyrireikingarnar vórðu
gjørdar til eina føroyska
oljuvinnu og her ikki minst
leitiboring á landgrunninum,
vórðu boð eftir Alex. Við síni
stóru vitan og drúgvu roynd
um frá altjóða oljuverðini
skuldi Alex leggja nýggja og
unga ættarliðnum av før
oyskum oljufólki lag á.
Alex hevði tá arbeitt hjá
norskum oljumyndugleikum
og hjá einum amerikonkum
oljufelag í Norra í 17 ár og
hevði haðani fingið drúgvar
royndir og vitan frá sínum
arbeiði á norska landgrunn
inum,
serstakliga
innan
økini heilsa, umhvørvi og
trygd. Júst somu øki, sum
hann kom at arbeiða við í
Føroyum.
Hann varð settur í sátt
málabundið starv hjá Olju
fyrisitingini í 1996. Har var
hansara uppgáva at vera við
í tí partinum av tilrættalegg
ingini av oljuleitingini, sum
hevði við heilsu, umhvørvi
og trygd at gera. Ein kann
siga, at hansara týðandi
lutur í oljutilgongdini var
at gera eitt føroyskt HMS
(helse, miljø og sikkerhed)
lógar-
og
regulverk
fyri
komandi virksemið á land
grunninum. Her hevði hann
eisini ábyrgdina av undan
góðkenning av teimum olju
feløgunum, sum skuldu virka
á
landgrunninum.
Eisini
hevði hann ábyrgdina av at
góðkenna byrjan av boring.
Alex var eisini við til at seta á
stovn eitt eftirlit í sambandi
við at góðkenna boripallar.
Tað fevndi um allar viðkom
andi myndugleikar. Fyrstu
leitiloyvini vórðu latin í
2000. Alex helt fram í sínum
arbeiði á Oljufyrisitingini
fram til 2004, tá leiðin gekk
heimaftur til Noregs.
Tey, sum komu at kenna
Alex hesi árini, hava bara
gott at bera honum. Tað varð
eisini skjótt, at hann gjørdist
trúgvur Føroyavinur. Honum
dámdi fólkið og náttúruna
og framvegis vitjar hann
í Føroyum. Tað er sum at
koma ”heim” plagar frynt
ligi og lívsjáttandi norð
maðurin at taka til, tá
hann vitjar klettarnar úti
í Norðuratlantshavi.
Í
dag
nýtur
hann
pensionistatilveruna
í
Stavanger uttan stress,
samstundis sum hann eins
og allir føroyingar fylgir
við og spentur bíðar eftir
úrslitinum av Brugdan 2
boringini.
Vit eru mong í Føroyum,
sum hava henda norska
”gubban” í tonkunum á
føðingardegnum. Hevur tú
hitt hann bara tí einu ferðina,
so gloymir tú ongantíð henda
sera dámliga og smílandi
skeggvaksna
norðmannin
við tí so sermerktu røddini.
Ynskir onkur at heilsa
uppá Alex, so ber tað eisini
til.
Alex Buvik
Øvre Tastasjøen 3
4029 Stavanger
Norge
Mobil +47 93097818
Vinir
Nú eg seti meg at skriva,
havi eg ilt við at skilja, at
longu eitt ár er liðið síðani
vit fingu tey syrgiligu boðini,
at mamma ikki var ímillum
okkum meira. Hon varð tikin
frá okkum so knappliga, at
mann hevði ringt við at skilja
tað og enn minni góðtaka
tað. Seinasta árið hevur ver
ið sera tungt og merkt av
djúpari sorg. Mamma var eitt
deiligt menniskja, sum fylti
nógv, allastaðni har hon var.
Hon var altíð smílandi, glað
og uppmerksom. Tað týdn
ingarmesta fyri mammu var,
at familjan hevði tað gott.
Hon var altíð klár at hjálpa og
var sera áhuga í gerandisdeg
num hjá okkum øllum. Fleiri
ferðir um vikuna plagdu vit
at tosa saman í telefonini,
um stórt og smátt.
Vit hava altíð havt eitt
tætt samband, mamma og eg,
og vit skiltu hvønn annan á
ein heilt serligan hátt. Av
tí sama er saknurin eisini
ovurstórur, nú mín heita,
fjálga og trygga mamma ikki
er her meira. Tað góða og
trygga grundarlagið er broytt
fullkomiliga og tað er torført
at finna fótafestið aftur í
vanliga
gerandisdegnum.
Hvussu kann eg nakrantíð
liva eitt vanligt lív aftur? Tað
er hetta, sum hevur verið og
er tann stóra avbjóðingin fyri
okkum øll.
Eg gleðist tó yvir alt tað
góða, sum vit høvdu saman
og eri sera takksom fyri árini,
vit fingu. Mamma var ein
ómetaliga góð mamma og hon
lærdi meg nógv. Hon lærdi
meg hvat hevur týdning her
í lívinum og hvørji virðir eru
verd at byggja lívið á. Hesi
virðir og so tann treytaleysa
kærleikan, sum eg altíð fekk
frá henni, kann eg so nú geva
víðari til mína dóttur.
Eg fari altíð at goyma
mammu í hjartanum og
minnast hana sum eina
sterka,
kærleiksfulla
og
hjartagóða kvinnu. Hon er
mín fyrimynd.
Eg trúgvi fult og heilt
uppá, at mamma nú er
heima hjá Gudi og tí syrgi eg
ikki, sum eg onga vón havi
- eg sakni, men veit, at vit
einaferð skulu hittast aftur.
Og sum ein av yndissang
unum hjá mammu sigur so
vakurt:
”Jeg ved, at al min sidste tid
skal leves
Jeg ved, at tiden tæller
hjertets slag
At alt det vi har grædt
igennem livet, det svinder på
en forårsdag.”
Yngsta dóttir tín
Eivy
Minningarorð um elskaðu mammu mína,
Paulu Johannesen
* 3. mars 1947 † 23. november 2011
Alex Buvik 70 ár
Frelsunar-
herurin