mánadagur 26. november 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Millum tað sum søguligi toppskjútt
in á tí føroyska fótbóltslandsliðnum
upplivdi í síni fótbóltsyrkisleið, var
at spæla við Hødd í Ulsteinsvik
í Sunnmøre í Vestur-Noregi. Tað
eydnaðist Rógva at skjóta nøkur
mál í nøkrum dystum í næstbestu
norsku fótbóltsdeildini, áðrenn
leiðin gekk heimaftur til Føroya.
Nú hevur gamla felagið hjá
Rógva Jacobsen í Noregi vunnið sín
størsta sigur nakrantíð. Ulsteinsvik,
har
fótbóltsliðið
Hødd
hoyrir
heima, er annars ein býur, sum
er væl kendur millum føroyskar
sjómenn og føroyskar skipaeigarar.
Ikki so fá føroysk skip eru bygd í
just Ulsteinsvik, og hevur føroyska
flaggið mangan veittrað í býnum í
samband við skipsdóp.
Dramatisk steypafinala
Tað vóru ikki nógv, sum góvu
Hødd úr næstbestu norsku fót
bóltsdeildini nógvar møguleikar í
tí norsku steypafinaluni, sum varð
leikt á Ullevaal leikvøllinum í tí
norska høvuðsstaðnum, Oslo.
Mótstøðuliðið, Tromsø hevur
vunnið eitt fjórða pláss í bestu
norsku fótbóltsdeildini, og tí var
lítil ivi millum norskar fótbóltsser
frøðingar, at Tromsø fór at vinna
ta norsku steypakappingina. Lið
ið hjá Hødd var væl skipað, og
megnaði tað undirtippaði liðið av
vesturlandinum at halda Tromsø
frá tí mesta.
Áðrenn finaluna høvdu norskir
miðlar skýrt dystin at verða dystin
millum »Øskufíu av vesturlandinum,
og ísbjørnini frá norðurlandinum«,
men tað bleiv also ísbjørnin, sum
endaði í øskudunganum, tá saman
um kom. Tá ein góður tími var farin
legði Hødd seg á odda, men Tromsø
megnaði at javna stutt undan dyst
arenda.
Einki mál kom í longdu leik
tíðini, og so var farið í holt við
brotssparkskappingina.
Ørjan
Håskjold Nyland í málinum hjá
Hødd gjørdist tann stóra hetjan, tá
hann tók ta triðja brotssparkið hjá
Tromsø. Tá so Hødd kom uppá 5-3 í
tí næsta brotssparkinum var tíðar
innar størsta fótbóltssensasjón í
norskum fótbólti heima, og Ullevaal
leikvøllurin upplivdi eina sanna
og ektaða gleði, sum ikki er sædd
áður.
Størsti dagurin í søguni
Í Ulsteinsvik skýra tey dagin tann
størsta í býarinnar søgu, og tey
hótti við at feira sigurin alla vik
una. Seint í gjárakvødlið var skipað
fyri móttøku í býnum, og glæsiligt
fýrverk var skotið.
Ulsteinsvik minti um Havnina,
aftaná 1-0 sigurin á Eysturríki í
1990, so nógv fólk vóru úti í gøt
unum og feiraðu tann minniliga
steypasigurin.
Veteranurin hjá Tromsø, tann
38 ára gamli, Ole Martin Årst hevði
vónað, at steypafinalan skuldi krún
að eina langa fótbóltsyrkisleið, men
tað gjørdist eitt vánaligt punkt
um, sum Ole Martin Årst setti við
Tromsø.
Rógvi Jacobsen, sum í 2008 skeyt
trý mál fyri Hødd í 10 dystum kann
smílast um, at hann í 2008 spældi
við einum liði, sum bara fýra ár
seinni kom at fremja ta størstu fót
bóltssensasjónina í Noregi nakran
tíð.
heris@sosialurin.fo
B36-arar
vilja til HB
Fótbóltur Tveir av leikarunum
hjá B36 hava spurt seg fyri
hjá grannunum hjá HB
Pætur Albinus
Fíggjarliga støðan í B36 er einki
serlig í løtuni, og ætla leikarar at
halda fram í felagnum, mugu teir
somuleiðis velja at fara niður í
løn. Hetta plagar at merkja, at
nakrir leikarar fara úr felagnum,
og fyri langari tíð síðani gjørdist
greitt, at Atli Danielsen takkaði
fyri seg í felagnum og fór til
barndómsfelagið KÍ. Sum skilst,
so var talan ikki um fíggjarlig
viðurskifti, men heldur privat.
Sambært
væl
upplýstum
keldum
hjá
Sosialinum,
so
ætla Bárður Olsen og Gunnar
Zachariassen
sær
eisini
úr
felagnum.
Sambært
keldum
okkara, sum hava teir spurt
seg fyri hjá grannunum úr HB,
men framvegis er einki konkret
komið á borðið.
Gunnar Zachariassen kom
til B36 úr danska AB undan hes
um kappingarárinum, meðan
Bárður
Olsen
síðani
hann
veitraði farvæl við EB/Streym
í 2009, hevur verið tvey skifti
í B36, einaferð í AB og so eisini
heilsa uppá barndómsfelagið
EB/Streym aftur í 2011.
albinus@sosialurin.fo
Gamla felagið hjá Rógva
Jacobsen norskur steypavinnari
Fótbóltur Hødd
úr næstbestu norsku
fótbóltsdeildini
stóð fyri tí størstu
steypasensasjónini
í norskari fótbólts
søgu nakrantíð
Gunnar Zachariassen
Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Rógvi Jacobsen,
leikti 10 dystir fyri Hødd og skoraði 3 mál