mánadagur 26. november 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Reglurnar fyri steypakappingina
siga, at hjá kvinnum vinnur tað liðið,
sum er nummar eitt eftir fyrsta
umfarið, sær sæti í steypafinaluni,
so greitt er, at har hevur Mjølnir nú
tryggja sær annað finaluplássið.
Tað vil siga, at Mjølnir ikki verður
við í Mjølnir-kappingini, har hin
finalisturin
møguliga
verður
funnin.
Í hesum fyrsta umfarinum hev
ur tað gingið sum eftir ánni hjá
klaksvíkskvinnum, ið ongan dyst
hava tapt, men hava vunnið á øllum
hinum liðunum. Tað gevur eina
sannførandi leiðslu á stigatalvuni,
har Mjølnir hevur 21 stig, meðan
seks stig eru niður til SÍ, ið er næst
fremst, men tó hevur spælt ein dyst
minni.
At Mjølnir eisini má metast sum
stórfavorittur, sást í dystinum á
Giljanesi leygardagin, tá Dráttur
tók ímóti. Longu í fyrsta setti setti
Mjølnir tingini upp á pláss og var
nógv betri, og hóast munurin á
stigatalvuni ikki sá so ógvusligur út
tey bæði seinnu settini, var ongan
tíð nakar ivi um, at Mjølnir fór at
vinna greitt. Dráttur slapp onkra
løtu at nærkast, men heldur ikki
meira, og Mjølnir vann trygt 3-0.
Fleyr góðan sigur
Eitt av liðunum, ið saktans kann
gerast FM-finalistur, tá kappingin
er komin so langt, er Fleyr, sum í
gjár vann ein greiðan 3-0 sigur á ÍF.
Dysturin á Kambsdali bleiv ongan
tíð ordiliga spennandi, burtursæð
frá øðrum setti, tí til tað var Fleyr
greitt betra liðið, meðan ÍF ikki fekk
so nógv at hanga saman.
Eftir greiðan sigur í fyrsta setti,
blivu fleiri av stuðulsspælarunum á
Fleyr-liðnum spardir í øðrum setti,
og tað sást eisini aftur, tí spælið var
ikki líka sannførandi, sum tað hevði
verið tað í fyrsta setti. ÍF var enntá
á odda nakað upp, men so tók Fleyr
sær um reiggj og avgjørdi, so hesin
dysturin ikki brádliga skuldi gerast
havnarkvinnunum
óneyðuga
spennandi.
Í triðja setti var tað serliga
Simonika Djurhuus hjá Fleyr, ið
gjørdi vart við seg, tí tá Fleyr var
komið á odda 9-4, fór hon aftur á
baklinjuna at serva, og hon helmaði
ikki í, fyrr enn settið var vunnið
25-4 og dysturin 3-0.
Talan var um harðar servur, sum
um allan vøllin løgdu trýst á ÍF, og
tá bólturin onkra hendinga ferð
varð fingin uppaftur, stríddust
hinar á Fleyr-liðnum sum úlvur á
skóg fyri at vinna bóltin, so góða
servuumfarið hjá Simoniku kundi
halda fram.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
At fuglfirðingar eru so langt á odda,
sum teir eru, er einki at siga til, tí
teir eru so nógv tað besta liðið í
vetur. Longu nú eru teir níggju stig
fremst, og hóast tað kann minka
niður í seks stig, tá SÍ og Mjølnir
spæla dystin, ið leygardagin varð
útsettur, eru ongar sum helst
ábendingar um, at ÍF fer av kósini,
ið peikar beint uppeftir.
Munurin á ÍF og hinum er fyri
ein part, at ÍF hevur neyðuga yvir
skotið, ið skal til, tá talan er um
avgerandi støður í settunum og
dystunum sum heild, og besta dømi
um hetta fekst fyri so vítt longu í
fyrsta setti í gjár, tá Fleyr annars
hevði lagt fult so væl frá landi og
var á odda 20-18 ímóti endanum.
Men brádliga fór ÍF bara framum
og vann setti 25-21.
Sama gongdin var í øðrum setti,
men tá var ÍF bara allan vegin
framman fyri við einum ella tveim
um bóltum, og Fleyr slapp líkasum
ongantíð ordiliga framat. Uppaftur
størri bleiv so munurin í triðja
setti, tá ÍF setti eina tjúkka striku
undir sínar dygdir og førleikar, og
tá megnaði Fleyr slett ikki at fylgja
við, men fekk ein ordans avsmurn
ing.
Mansliðið hjá ÍF í Eikliguni er ein
góð blanding av ungum og roynd
um spælarum, og eitt nú kundi
Boban Ilic í gjár skifta seg sjálvan
út, uttan at tað merktist á spæl
inum, tí hinir koyrdu bara á víðari,
sum var einki hent.
hilmarjan@sosialurin.fo
eik-ligan kvinnur/menn
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
7
7
0
20
2
18
21
2 SÍ
6
5
1
16
3
13
15
3 TB
6
5
1
15
7
8
13
4 Fleyr
7
4
3
15
11
4
13
5 Dráttur
7
3
4
10
12
-2
9
6 Ternan
7
2
5
9
17
-8
6
7 KÍF
7
1
6
5
19
-14
4
8 ÍF
7
0
7
1
21
-20
0
Dráttur - Mjølnir 0-3
(13-25, 21-25, 22-25)
ÍF - Fleyr 0-3
(16-25, 22-25, 4-25)
ÍF - Fleyr 0-3
(25-21, 25-21, 25-11)
SÍ - Mjølnir útsettur
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
6
6
0
18
1
17
18
2 SÍ
5
3
2
10
7
3
9
3 Fleyr
6
2
4
7
12
-5
6
4 Mjølnir
5
0
5
0
15
-15
0
Mjølnir vann allar
Flogbóltur Nú fyrsta umfar í Eikliguni hjá kvinnum er spælt, gongur sjón fyri søgn, at
meistarakvinnurnar hjá Mjølni standa seg best, og tær hava eisini vunnið seg í steypafinaluna
ÍF í serklassa
Flogbóltur Einki av hinum mansliðunum hevur verið í nánd av at gjørt nakað við ÍF í vetur, og
Fleyr fekk heldur einki gjørt við fuglfirðingar í dystinum teirra millum á Kambsdali í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen