mánadagur 26. november 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Tað var ikki meir enn at Stjørnan
megnaði at manna lið, tá tær
sunnudagin fóru til vágs. Bára
Klakstein, Eyvør Klakstein, Edith
Hansen, Jóan M. Joensen, Simona
Petersen, Annika Ljósstein og
Durita Christophersen manglaðu
allar.
Stjørnan legði hart út, og var á
odda 5-1, men tá farið var til hálv
leiks var heimliðið á odda 11-9. Men
tá samanumkom, so vann Stjørnan
við fimm málum.
– Vit standa eitt sindur spyrjandi
um hvat tað er, sum hendir í seinna
hálvleiki. Eg føli á mær, at vit
kanska ikki hava orku til at spæla
ein heilan dyst. Vit gera ov nógvar
tekniskar feilir, og gera tað í nógvar
mátar ov torført fyri okkum sjálvar.
Vit brenna eisini for illa, sigur Gurið
Mortensen.
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein,
venjari hjá Stjørnuni, metti ikki at
avrikið í fyrra hálvleiki var vána
ligt.
– Eg segði bara við tær í hálv
leikinum, at tær skuldu halda tær
avtalur vit høvdu gjørt undan dyst
inum. Tað er eisini deiligt at verða
komin aftur í aftur í einum dysti
sum hesum, sigur Svein Rógvi
Fyri Stjørnuna var tað Ema
Bezanovic, sum var toppskjútti
við átta málum, meðan Gurið
Mortensen og Marijana Trbojevic
skoraðu hvør síni fimm mál fyri
VB.
Kyndil á øðrum plássi
Kyndil styrkti um støðuna hjá sær
á øðrum plássi, tá tær í gjár vunnu
24-20 á StÍF á Skála. Talan var
gjøgnumgangandi um ein javnan
dyst frá fyrsta til seinsta minutt.
StÍF var fyri tað mesta á odda við
einum máli í fyrra hálvleiki, men
beint fyri hálvleik fekk Kyndil lagt
seg á odda.
Í seinna hálvleiki økir Kyndil
um leiðsluna upp í fýra mál, og er
á odda restina av dystinum. Tó so,
so er StÍF við í dystinum líka til tað
seinasta.
Fyri StÍF var tað serliga ein spæl
ari, sum skaraði framúr. Rebekka
Justinussen skoraði ikki færri enn
11 av teimum tjúgu málunum.
– Vit høvdu trupulleikar við
Rebekku, tá hon slapp upp til skot,
og vit bara fáa hálv-blokkað og bólt
urin endar í málinum. Annars haldi
vit hava tamarhald á teimum, sigur
Randi Wardum, spælari hjá Kyndli.
Fyri Kyndil vóru ikki færri enn
11 málskjúttar um at skjóta tey 24
málini. Simona Jacob gekk á odda
og skoraði átta mál. Heili sjey spæl
arar skutu eitt mál í part fyri Kyndil,
sum nú hevur níggju stig á øðrum
plássi.
trondur@sosialurin.fo
atlantic airways deildin / fremsta deildin kvinnur
Fremsta deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
7
229
166
63
14
2 Kyndil
8
179
193
-14
9
3 VÍF/Tjaldur
6
154
145
9
6
4 VB
7
162
175
-13
5
5 Stjørnan
7
145
166
-21
4
6 StÍF
5
117
141
-24
2
VB - Stjørnan 18-23 (11-9)
VB: Gurið Mortensen 5, Marijana Trbojevic 5, Rannvá Johannesen 4,
Helga Eyðunsdóttir 3, Tamara Radic 1
Stjørnan: Ema Bezanovic 8, Alina Anghel 6, Ella Petersen 4, Lovisa Lassen 4,
Durita Thomsen 1
Dómarar: Regin Petersen og Ragnar Simonsen
StÍF - Kyndil 20-24 (10-12)
StÍF. Rebekka Justinussen 11, Paula Høgnesen 3, Oddrún Danielsen 2,
Birna Tummasardóttir 2, Fríðrún Danielsen 1, Irena Dam 1
Kyndil: Simona Iacob 8, Jórun Ludvig 3, Ásleyg Súnadóttir 3, Anja Heinadóttir 3,
Guðrið G. Eystberg 1, Bára K. Hansen 1, Anna Brimnes 1, Turið Arge 1,
Annika Sigurdsdóttir 1, Sára Sondum 1, Randi S. Wardum 1
Dómarar: Arnar Dam og Tummas Juul Thomsen
Tróndur Arge
Kyndil misti tvey stig um vikuskift
ið. Hóast tað aldrin er lætt at spæla
á Skála, so iðra teir seg í Kyndil um
22-22 javnleiki móti StÍF í gjár.
Kyndil var á odda 21-16, tá fimm
minuttur vóru eftir. Tá tveir min
uttir vóru eftir var munurin heili
fýra mál, men alíkavæl megnaði
Kyndil ikki at vinna dystin.
Tjúgu sekund fyri tíð verður
strikuspælarin hjá Kyndil koyrdur
umkoll, og Kyndil kann avgera
dystin við brotskasti, men Eyðfinn
Poulsen
bjargar
skotinum
frá
Finni Hansson. StÍF fer í mótálop
og Jógvan G. Joensen tryggjar StÍF
eitt stig.
– Hetta er ikki so stuttligt. Vit
halda vit hava tamarhald á støðuni,
og eru fimm mál frammanfyri. Men
so fáa vit nøkur mál móti okkum,
serliga upp á mótálop, Vit skora
ikki í álopspartinum og tað er har
trupulleikin hjá okkum er, sigur
Frank Askildsen.
Kyndlamenn vóru í øðini aftaná
dystin, tí teir mettu at StÍF átti
at fáa onkran mann útvístan,
meðan teir fingu Hans Áka Dahl
Christiansen útvístan.
Nøgdir og ónøgdir
Levi Nybo, málverji hjá StÍF, var feg
in um eina stigi tá samanumkom,
men sæð yvir allan dystin er hann
als ikki nøgdur við avrikið hjá
strandingum.
– Sum dysturin gekk, so eru vit
nøgdir við stigið, tí vit hála eina
fimm mál inn á teir móti endanum.
Men sæð yvir allan dystin, so eru vit
ikki nøgdir við avrikið. Vit smida alt
ov nógvar bóltar vekk, og brenna
ov illa. Verjan er sterk og málmans
spælið hjá okkum er hinvegin gott.
Tað er í álopinum tað er galið, sigur
Levi.
Levi er heldur ikki í iva um nær
dysturin vendir. Tað er tá Levi
sjálvur fer út á bonkin, og Eyðfinn
Poulsen kemur á vøllin.
– Vit smida nógvar bóltar vekk í
fyrra hálvleiki. Vit eru heldur ikki
neyvir, tá vit skjóta og Erlendur
Johannesen tekur nógvar bóltar.
Skilið er tað sama eina løtu í seinna
hálvleiki, til vit skifta Eyðfinn
Poulsen inn í málið til eitt brots
kast. Hann bjargar og lukkar av í
einar tíggju minuttir. Vit koma inn
aftur í dystin, og tá ein minuttir er
eftir hava teir aftur brotskast, og
kunnu avgera dystin. Tá hyggi eg
út á bonkin, og vit skifta og Eyðfinn
bjargar aftur. Hann stóð ótrúliga
væl í seinna hálvleiki, sigur Levi
Nybo.
StÍF hevur eitt lokalt lið í ár.
Levi er einasti tilflutti spælarin á
liðnum
– Hetta er eitt spennandi lið. Vit
hava fleiri ungar spælarar blanda
við nøkrum eldri spælarum. Tað,
sum eisini er spennandi við hesum
liðnum er, at allir eru lokalir uttan
eg – eisini venjarin, sigur Levi
Nybo.
Úrslitið merkir, at hvørki StÍF
ella Kyndil nærkast oddinum, og
eru í vanda saman við H71 at missa
sambandið við KÍF og VÍF, sum í
løtuni tykjast verða bestu boðini
upp á FM finalistar.
Eyðfinn bjargaði StÍF eitt stig
Atlantic Airways Deildin menn
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 KÍF
9
267
204
63
15
2 VÍF
8
219
188
31
12
3 H71
9
247
233
14
10
4 StÍF
9
237
213
24
9
5 Kyndil
9
229
226
3
8
6 Neistin
8
194
205
-11
6
7 Team Klaksvík
8
146
270
-124
0
Hondbóltur Kyndil var á odda allan dystin, og kundi
tjúgu sekund fyri tíð avgera alt við einum brotskastið.
Eyðfinn Poulsen vildi tað tó øðrvísi. Hann bjargaði
brotskastinum, StÍF fór í mótálop og javnaði
StÍF - Kyndil 22-22 (7-12)
StÍF: Sveinur Justinussen 7, Pætur Joensen 5, Steinar Prestá 5, Marius Joensen 3,
Jógvan G. Joensen 2
Kyndil: Finnur Hansson 5, Høgni Klein Olsen 4, Josef Abrahamsen 3,
Ludvík Súnason 3, Hørdur F. Sigtórsson 3, Fransk Askildsen 2, Andrias Sólsker 1,
Hans Áki Dal Christiansen 1
Dómarar: Arnar Dam og Thomas Juul Thomsen
Skert Stjørnulið vann í Vági
Stjørnan var uttan sjey spælarar, og var aftanfyri í hálvleikinum.
Hóast tað, so vann Stjørnan móti VB. Kyndil vann á StÍF á Skála.