mánadagur 26. november 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic airways deildin
hvørja ferð eitt mál verður tikið av
leiðsluni. Kollfirðingar díkja á sín
ar menn, sum einki fáa at rigga. Í
einar tíggju minuttir er talan um
ein javnan dyst, sum báðir partar
kunnu vinna.
– Eg vónaði, at vit kunnu arga
teir nakað. Vit brenna millum annað
eitt brotsspark, tá munurin bara er
tvey mál. Eg vil ikki siga at tað var
beinleiðis avgerandi, tí orkan gong
ur undan móti endanum og tí tapa
vit, sigur Petur Mittún.
Hópurin er ikki nóg breiður, og
tað merkist at Hallur Biskoptø og
Bogdan Florea ikki eru við.
Á bonkinum hjá KÍF er tað nú
Jakob, ið má nýta stórar bókstavar.
Hóast KÍF er oddalið, og eitt skiftið
er á odda við níggju málum, so er
hann ikki í iva um, at KÍF eisin kann
tapa.
– Eg segði, at antin skuldi vit
koma í gongd, ella fóru vit á reyvina
við hesum. Komu vit ikki í gongd, so
er tað tað klárt, at vit kunnu tapa
dystin. Serliga tá vit ikki fáa mál,
og verjan ikki stendur væl. Øll lið
kunnu tapa, tá tey spæla upp á tann
mátan, men fyri okkum er tað av
gerandi at vit gera okkara arbeiði,
sigur Jakob Jónsson.
Orkan gongur undan
Seinastu tíggju minuttirnar kemur
ferð á KÍF liðið aftur. Frammanfyri
málinum eru teir neyvir, í verju
spælinum eru teir kvikir at revsa
mistøkunum hjá hoyvíkingum við
skjótálopum. Gongdin hevur verið
misjøvn gjøgnum allar dystirnar
hjá KÍF heldur venjari. Hóast liðið
hevur vunnið teir flestu dystirnar,
so er tað bara tann eina dystin, at
Jakob heldur, at liðið hevur spælt
væl í allar 60 minuttirnar.
– Verjan er góð í fyrra hálvleiki,
men tað eru tíggju minuttir til eitt
korter í seinna hálvleiki, har vit
ikki gera okkara arbeiði. Tí annars
høvdu vit vunnið við fleiri málum.
Tað er bara í tí eina dystinum, móti
Team Klaksvík, at vit hava spælt ein
heilan dyst, har allir hava gjørt tað
teir skulu allan dystin. Men vit fáa
tvey stig og enda við at vinna við
átta málum, tað er gott, staðfestur
KÍF venjarin.
Hjá H71 eru tað serliga teir nógvu
teknisku feilirnir, sum kostað dýrt.
– Orkan gongur undan, tí vit
brúka teir somu spælararnar gjøgn
um allan dystin. Hetta tí vit mangla
tveir lyklaspælarar í dag. Eg undrist
eisini á, at vit ikki tapa meiri tá vit
gera so nógvar feilir sum vit gera í
dag, sigur H71 venjarin.
Úrslitið er 29-21 til KÍF, sum meg
in partin av dystinum var leikliga
omaná, men sum fyrstu tíggju min
uttirnar av seinna hálvleiki vísti
eitt botnstig, sum er ov lágt.
Kunnu ikki slappa av
Eftir at liðini fylgdust eina løtu
í seinna hálvleiki, so dró KÍF frá.
Tað var serliga tað eina málið, sum
staðfesti, at KÍF hevði funnið yvir
skotið aftur, og fór at vinna dystin.
Rúni Joensen hoppar inn frá vinstra
vongi. Vinkulin er nakað spískur.
Leysur frá gólvinum velur hann at
spæla bóltin tvørtur um málið til
Nicklas Selvig, sum hoppar inn frá
hinum vonginum. Danin fær fatur
á bóltinum og skorar.
– Teir eru tveir spælarar, sum
taka nógvar kjansir tá teir spæla. Í
dag riggar tað, og tað er fínt, men tá
tað ikki riggar, so er tað eisini pín
ligt. Tá slíkt riggar, so er tað stuttligt
at spæla hondbólt, sigur Jakob.
Nicklas Selvig og Hans Eli
Sigurbjørnsson hava fleiri ferðir
verið ovastir á málskjótingarlist
anum í ár, men hesa ferð var meiri
javnt deild millum fleiri leikarar.
– Hópurin hjá okkum er so mikið
góður, at vit eiga at klára at deila
málini millum fleiri leikarar. Tað er
ein styrki hjá okkum, sigur venjarin
hjá KÍF.
Hann hevur tó ongan ætlan um
at taka sær av løttum, sjálvt um KÍF
liggur væl fyri til at fáa annað FM
finalu plássið.
– Vit kunnu als ikki slappa av.
Tú sært í dag hvussu skjótt tað
kann ganga. Vit missa næstan eina
níggjumáls-leiðslu upp á nakrar
fáar minuttir. Tað kann eisini
henda á stigatalvuni. Soleiðis er
hondbóltur, sigur Jacob Jónsson at
enda.
Í farna kappingarárið kom H71 í
FM finaluna í evstu løtu, eftir at tað
leingi hevði verið greitt, at KÍF fór
at verða hitt liðið. Verður tað saman
søgan hetta kappingarárið?
– Tað er ikki nakað, sum liggur
í tankunum, Tað er sjálvandi ein
dreymur at koma í finaluna, men í
løtuni hugsa vit ikki so langt. Tað
snýr seg meiri um at taka ein dyst
á gangin. Vónandi røkkur tað til
eitt finalupláss, sigur Petur Mittún
at enda.
trondur@sosialurin.fo
KÍF - H71 29-21 (15-6)
KÍF: Andrias Nielsen 6, Rúni Joensen 6, Nickas Selvig 5, Hans Eli Sigurdbjørnson 5, Rógvi
Weihe 3, Gert Hansen 3, Teitur Joensen 1
H71: Rógvi Sørensen 8, Niels Viggo Niclasen 4, Rúni Højgaard 4, Bogi G. Davidsen 2,
Hanus Norðberg 2, Ári J. Olsen 1
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum
Vit missa næstan eina níggjumáls-
leiðslu upp á nakrar fáar minuttir.
Tað kann eisini henda á stigatalvuni
góðan hóp
– Hópurin hjá okkum er so
mikið góður, at vit eiga at
klára at deila málini millum
fleiri leikarar. Tað er ein styrki
hjá okkum, sigur venjarin
hjá KÍF, Jakob Jónsson
Myndir: Álvur Haraldsen