mánadagur 26. november 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. november 2012 · Nr. 138
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Atlantic airways deildin
KÍF hektaði
H71 av odda
stríðnum
Hondbóltur KÍF var ávegis at vinna eina tryggan sigur,
men upp á tíggju minuttir og 34 sekund skar H71 sjey mál av
níggjumáls leisluni. Men orkan gekk undan, og KÍF vann trygt
Tóndur Arge – Kollafjørður
Fyri aðru ferð í ár møttust FM-
finalistarnir frá farna kappingarári,
og fyri aðru ferð vann KÍF tryggan
sigur. Í hálvleikinum var KÍF á odda
15-6, og einki bendi á, at tað kundi
koma nakar spenningur í dystin.
Men upp á tíggju og ein hálvan
minutt megnaðu hoyvíkingar at
hála sjey mál inn á oddaliðið.
Í eini tíggju minuttir gekk javnt
á, har KÍF tó var tvey til trý mál
frammanfyri, men so fór orkan
undan hjá H71, meðan KÍF aftur fór
at spæla sum tað oddaliðið teir eru.
Tað endaði við, at KÍF vann 29-21.
1-1 aftaná 11 minuttir
KÍF var uttan spælafordeilarin, Ása
Dam, sum fekk beinleiðis reytt kort
í dystinum móti Kyndli í farnu viku.
Gestirnir úr Hoyvík vóru uttan stór
skjúttan, Bogdan Florea, sum fekk
beinleiðis reytt kort í óvæntaða
tapinum fyri Neistanum í farna
umfari.
Fyrstu løtuna av dystinum tókt
ist hetta ávirka álopspartin hjá
báðum liðnum. H71 hevði bóltin
leingi í hvørjum álopi, men ikki til
skot, meðan KÍF gjørdi nakað skjót
ari av, men antin stóð verjan ella
málverjin í vegin.
Jakob Jónsson, venjari hjá KÍF,
valdi at taka eitt time-out miskeiðis
í fyrra hálvleiki.
– Eg bíðaði til vit vóru fullmann
aðir aftur, so tók eg eitt time-out.
Eg roknaði við, at tað fór at koma
gongd á aftaná. Spæla vit so væl
sum vit kunna, so koma vit altíð
langt, sigur Jakob Jónsson.
Á hinum bonkinum var Petur
Mittún, venjari hjá H71, ikki nøgdur
við spælið hjá sínum leikarum, sum
máttu umstilla spælið, tí Bogdan
Florea sat uttanfyri.
– Tá hugsaði eg, at nú var tíð upp
á at hinir spælararnir komu inn og
tóku ábyrgd. Fáa spælararnar at
broyta spælið til tað vit høvdu av
talað áðrenn dystin, sigur Petur
Mittún.
Restina av fyrra hálvleiki var
KÍF greitt omaná. H71 gjørdi ein ør
grynni av tekniskum feilum, sum
KÍF lættliga kundi revsa í hinum
endanum. Her sást, at H71 sakni
Bogdan Florea meiri enn KÍF sakn
aði Ása Dam.
– Vit hava ikki trupulleikar á
miðjuni, tí vit hava fleiri spælarar,
sum kunnu avloysa Ása. Rúni
Weyhe er umskúlaður til at kunna
avloysa júst á hasum miðvallara
plássinum. Orsøkin er, at Ási ikki
klárar 60 minuttir, tí annars hevði
hann ikki spælt í Føroyum, sigur
Jakob Jónsson.
Tá farið verður til hálvleiks er
munurin stórur. 15-6 til KÍF. Tey
munnu verða fá, sum rokna við, at
H71 kann gera nakað við oddaliðið,
tá spælararnir fara í skiftirúmið.
H71 svarar aftur
Seinni hálvleikur er bara tríggjar
minuttir gamal, tá H71 skoraði sítt
triðja mál eftir steðgin. Tað var ikki
til at taka feila av. H71 er komið út
aftur til seinna hálvleik við nýggjari
vón.
– Fyrri hávleikur er absolut ikki
góðkendur upp á nakran sum helst
máta, men vit avtala í hálvleikinum,
at kundu antin hyggja niður í gólvi
og skylda upp á at vit mangla nakr
ar spælarar, ella vit kundu velja
hørðu loysnina. Tað er at fara inn
aftur á vøllin og stríðast fyri hvørj
um øðrum. Tað gera vit, og eg haldi
eisini vit fella við æru, sigur Petur
Mittún.
Tá klokkan vísir 10:34 í seinna
hálvleiki er munurin bara tvey
mál. H71 hevur hálað sjey mál inn á
oddaliðið, sum bara hevur megnað
at fingið tað eina málið ella tvey.
Um hetta mundið er gott lív í
áskoðarunum í høllini í Kollafirði.
Hoyvíkingar standa uppi og rópa
Fleiri spælarar kunnu avloysa Ása.
Rúni Weyhe er umskúlaður til at kunna
avloysa júst á hasum miðvallara plássinum
Eg segði, at antin skuldu
vit koma í gongd, ella fóru vit
á reyvina við hesum